Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR SÍÐA 10-12 Yvirlit yvir allar floks­ hopparar KJAK SÍÐA 14 Ein mis­eydn­að út­bjóðing Tað er eitt áhugavert stig, sum Javn­að­ar­flokk­urin hevur tikið við at tryggja seg ímóti, at sonevndir floks­hopp­arar sleppa á listan. Tað sum Javnaðarflokkurin hev­ ur broytt viðvíkjandi uppstilling er, at starvs­nevndin í flokkinum skal góð­kenna uppstillingarlistan hjá flokk­i­num, áðrenn hann verður lat­in inn. Fyrr vóru valfeløgini suveren við­víkj­andi uppstilling. Í flestu flokk­um fer uppstilling fram á upp­still­ing­ar­fundi, har limir møta og at­kvøða ímillum uppskotini til list­an. Áðrenn 2008, tá Føroyar var býtt sund­ur í sjey valdømi var tað so­leið­is, at valfeløgini í teimum sjey val­døm­u­num gjørdu av, hvør slapp á list­an. Síðani Føroyar gjørdust eitt val­dømi er tað eitt sindur ymiskt, hvønn leiklut valfeløgini hava havt. Í fleiri flokkum er tað soleiðis, at val­fel­øgini úti í ymsu økinum hava eitt á­víst tal av valevnum, sum tey fáa á endaliga listan. Tá Javnaðarflokkurin 3. jan­u­ar boð­aði Kristini Michelsen frá, at hann ikki var partur av ting­bólk­ inum og at hann ikki slapp at stilla upp­aft­ur fyri flokkin, so brúkti flokk­ur­in hesa nýggju regluna. Tí um støðan var sum áður, so kundi Krist­in Michelsen møtt upp á upp­ stil­l­ing­ar­fundi við ein ávísum tali av stuðlum og soleiðis blivið vald­ ur­ á listan. Tá hevði flokkurin einki kunnað gjørt við tað. Í øðrum flokkum hava vit sæð, at val­evni, sum ikki slapp á listan hjá einum lokafelag, varð skotin upp av øðrum felag og kom á listan. Tað sama kundi til dømis Kristin Michelsen gjørt, men tað ber ikki til longur í Javnaðarflokkinum. Listin av flokshopparum er longdur nógv seinastu árini. Talan er fyri tað mesta um fólk, sum fara úr einum flokki í annan. Tað sermerkta við Javnaðarflokkinum er, at flokkurin hevur tikið ímóti nógvum. Men Javnaðarflokkurin er eisini einasti flokkur, sum hevur koyrt tingfólk úr flokkinum. Tað hevur flokkurin gjørt tríggjar ferðir. Fyrstu ferð var í 1946, tá flokk­urin eksluderaði Jákup í Ják­ ups­stovu, sum varð valdur á ting í Vága valdømi í 1945. Tá han í 1946 fór í part við Fólka­flokk­i­num í loys­ing­ar­málinum, varð hann eks­ klu­der­að­ur úr Javnaðarflokkinum. Aðru ferð var í 2013, tá Gerhard Logn­berg varð koyrdur úr flokk­i­ num. Og triðju ferð var nú í 2019, tá Kristin Michelsen varð koyrdur úr flokkinum. Spurningurin er so, um hendan útreinsan styrkir flokkin, ella um onnur tingfólk eisini fara at seta seg sjálvan fram um flokkin. UM AT HALDA SKIL Á TINGFÓLKI Fríggjadagin 1. februar kl. 16 til 18 letur ein søluframsýning upp við verkum eftir Amariel Norð­oy í Galerie Focus í Lamba­gerði 1 í Havn. Framsýningin er opin til 14. februar: týsdag, mikudag og hósdag kl. 15 til 18. Eisini er op­ið eftir avtalu. Á framsýningini eru m.a. ker­amisk verk, málningar, akv­ar­ellir og litografiir, íalt 39 verk frá 19970’um og fram­ eft­ir. Harafturat er eitt stórt úrval av eldri og nýggjari lito­ gra­fi­um. Prísuppskot er við hvørt verk, men møguleiki er eisini at bjóða uppá ker­am­ isku verkini. Amariel Norðoy (f. 1945) var á Det Kongelige Danske Kunst­ak­a­demi frá 1977 til 1983, har hann, millum annað, fekk høvi at ganga á Mur og Rum har Robert Jacobsen var lær­ari, frá tí tíðini stava keram­isku verkini sum eru á hes­ari framsýningini. Hesi somu árini bleiv Am­ar­iel Norðoy boðin at gera litografiir á UM-grafik í Keyp­mann­a­havn. Seinni hev­ur hann eisini gjørt lito­ grafiir á øðrum grafiskum verk­støðum. Eitt stórt úr­val av ikki innrammaðum lito­ graf­ium eru á hesari fram­ sýn­in­gini. Sýna fram privat savn í Gallerie Focus Tríggjar ferðir Javnaðar­ flokk­urin lúkað út í tingmanning Mikukvøldið 30. januar kl. 19.30 verður aftur Miðvika í Hoy­víkar kirkju og tá fer Meinhard Bjartalíð, prestur, at hug­leiða um danska sálm­a­skaldið Bernhard Sev­erin Ingemann. Eisini verða sungnir nakrir av hans­ara sálmum. Ingemann eigur átta sálmar í føroysku Sálma­ bók­ini og harafturat seks í Upp­í­skoytinum til Sálm­a­ bókina. Aftaná framløguna og fel­ags­sangin, verður farið nið­ur í kirkjukjallaran til ein drekkamunn, og tá hava fólk eisini høvi at spyrja Mein­hard Bjartalíð og at við­merkja. Ingemann, sum livdi frá 1789 til 1862, var lektari í donsk­um og bókmentum við Sorø Akademi. Millum hansara kendu verk eru "Morg­ensalmer til Brug for Eleverne i Sorøe Aca­de­m­ies Skole" frá 1822 og "Morg­ ensange for Børn" frá 1837. Ingemann í Hoyvíkar kirkju Høvið verður at spyrja Mein­hard Bjartalíð, prest, nærri um B. S. Ingemann í Hoyvíkar kirkju mikukvøldið Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin