mánadagur 28. januar 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
TÍÐINDI
Avgerandi vika hjá
samgonguleiðaranum
Løgmaður hevur
hesa vikuna at skipa
so fyri, at sitandi
samgonga kann
halda saman til
valskeiðið endar
Árni Gregersen
Eftir at nýval av formansskap
inum í fíggjarnevndini er hent,
stendur
samgonguleiðarin,
Aksel V. Johannesen, við einari
avbjóðing.
Hann skal skapa javnvág
aftur í samgonguni millum
Javnaðarflokin, Tjóðveldi og
Framsókn.
Nývalið av formanninum í
fíggjarnevndini hevði við sær,
at Ruth Vang, Framsókn, var
koyrd frá sum forkvinna og í
hennara stað var formaðurin
fyri
Sambandsflokkinum,
Bárður á Steig Nielsen, valdur
til formann.
Endamálið
við
at
velja
nýggjan fornmann í fíggj
arnevndini var sjálvandi at
tryggja meirlutanum, sum er
andstøðan og Kristin Michel
sen, formanssessin, men tað
telir ikki minni, at hendan
broytingin
eisini
skeiklar
javnvágina í samgonguni.
Løgmaður hevur fleiri ferð
ir sagt, at hendi tað, at nýggj
ur formaður bleiv valdur í
fíggjarnevndini, so verða allar
nevndirnar í tinginum valdar
av nýggjum.
Tað sama segði hann í bein
leiðis samrøðu á FM1 fríggja
kvøldið.Hann segði, at hann
hevur lovað Framsókn, at
misti flokkurin formanssessin
í fíggjarnevndini, so fer sam
gongan at velja nýggjar ting
nevndir.
Aðrir møguleikar
Nú er staðfest, at andstøðan
hevur fingið formannin í fíggj
arnevndini. Tað vil siga, at
løgmaður og hinir báðir sam
gonguleiðararnir, Høgni Hoy
dal, Tjóðveldi, og Poul Michel
sen, Framsókn, royna at fáa eitt
putlispæl at liggja rætt.
Nevndirnar í Løgtinginum
eru seks í tali, sum hava sjey
limir og so er tað landsstýris
málanevndin,
sum
hevur
tríggjar limir. Hetta eru tær
nevndir, sum verða taldar uppí
nevndarbýtið.
Tá ið samgongan hevur ein
valbólk við 17 tinglimum og
andstøðan ein við 16, so hevur
tað við sær, at samgongan fær
23 nevndarlimir og andstøðan
22. Tað hevur so við sær, um
ikki aðrar avtalur verða gjørd
ar, at samgongan fær tríggjar
nevndarfomenn og andstøð
an tað sama. So kemur lands
stýrismálanevndin
afturat,
har andstøðan vanliga hevur
formannin.
Tá ið nevndirnar vóru valdar
eftir seinasta løgtingsval hevði
samgongan 20 tingfólk í val
bólkinum til nevndirvalið. Tá
var Sjálvstýri í bólki saman við
samgonguni.
Tað er flokkurin ikki nú,
umframt at Kristin Michelsen
er koyrdur úr Javnaðarflokk
inum. Tí verður býrið øðrvísi
hesa ferð.
Stutt kann sigast, at so
leingi samgongan hevur meir
lutan í tingsalinum, er tað ikki
so avgerandi, hvør hevur for
mansskapin í nevndinum sein
astu tríggjar mánaðirnar av
tingsetuni.
Heldur ikki í fíggjarnevnd
ini, men hinvegin hevur tann
posturin eina serliga tign og
gevur eyka til tann flokin, sum
hevur fíggjarnevndarformann
in.
Í hesum føri missir Fram
sókn
formanssesssin,
tí
Javnaðarflokkurin
hevur
koyrt Kristin Michelsen úr
flokkinum.
Hetta skal helst kompenser
ast fyri og tað hevur løgmaður
eisini sagt, at hann fer at gera.
Nýtt
nevndarvæl
kann
rættuliga skjótt gerast ein álv
arsamur innanhýsis bardagi.
Val nærkast og tí halda flestu
tingfólk, at tað tænir teirra
umdømi, sita tey í týðanbdi
nevndum undan valinum.
So tað sum kanska gekk
rímuliga lætt upp stutt eftir
seinasta val, kann fáa eitt heilt
annað úrslit nú.
Tí lat løgmaður eisini upp
fyri øðrum møguleikum, tá ið
hann var spurdur um tað á FM1
fríggjakvøldið.
Løgmaður segði, at teir
tríggir
samgonguleiðararnir
fyrst og fremst royna at fáa
nevndarbýtið at ganga upp,
men gerst tað ov torført, so
verður eisini hugt at øðrum
møguleikum.
Til dømis er ein landsstýris
sessur tómur. Løgmaður hev
ur í løtuni mentamál eftir at
Rigmor Dam fór frá sum lands
stýriskvinna.
Ein loysn kann vera, at
Framsókn fær hendan sessin
og so ikki hava nýtt nevndarval
til allar nevndirnar. Tað hevði
helst verið lættasta loysnin
uppá trupulleikan, men tað
krevur at Tjóðveldi gongur við
til hesa loysnina.
Ta er ikki vanligt, at flokkur
við tveimum tinglimum eisini
hevur tvey landsstýrisfólk.
Uttan mun til, hvat sam
gongan velir at gera, so er
talan um fyri nevndirnar eina
arbeiðstíð uppá góðar tríggjar
mánaðir – tó meira fyri fíggj
arnevndina, sum eisini virkar
sum millumtinganevnd.
Aksel V. Johannesen, samgonguleiðari, skal finna
eina loysn og helst við nýggjum nevndarvali.
Kristin Michelsen er koyrdur úr flokkinum og tí
er støðan hjá samgonguni n´+yggj.
Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin, er
nýggjur formaður í fíggjarnevndini
Ruth Vang, Framsókn, misti sín formansess í fíggjarnevndini.