mánadagur 28. januar 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
SEINASTI MØGULEIKI
AT BJARGA FØROYUM
FER AT FORKOMA
OKKUM Hendan
samgongan arbeiðir
miðvíst fyri at
avkristna Føroyar,
og sleppur hon at
halda fram, fer hon
sostatt at forkoma
okkum, ávarar Jenis
av Rana, formaður
í Miðflokkinum
Áki Bertholdsen
Løgtingsvalið, sum verður í
seinasta lagi 31. august í ár, er
seinasti møguleikin at bjarga
føroyska samfelagnum undan
at fara út av eggini.
Tað var niðurstøðan á lands
fundinum hjá Miðflokkinum
leygardagin og tí eru tey eisini
sannførd um, at tað má ikki
henda, at hendan samgongan
sleppur at halda fram eftir løg
tingsvalið.
Í Miðflokkinum stúra tey so
illa fyri útlitinum til, at hendan
samgongan sleppur at halda
fram, at tey siga rætt og slætt,
at tað fer at fáa óbótaligan
skaða fyri samfelagið.
Tora ikki
Tá ið tey í Miðflokkinum stúra
fyri Føroyum, sleppur verandi
samgonga at halda fram, er tað
partvís av vinnuligum og bú
skaparligum orsøkum.
– Eitt er, at samgongan hevur
gjørt seg so illa inn á vinnuna,
at vinnan torir ikki at gera
nakað av ótta fyri, hvat »tey
kunnu finna upp á morgin«,
sum hann málber seg. Her
hugsar hann um tey avgjøld,
sum eru løgd á fiskivinnuna og
á alivinnuna, og á nýggju fiski
vinnuskipanina, sigur formað
urin í Miðflokkinum.
– Tey fóru miðvíst til verka
eftir vinnulívinum og avleið
ingin er, at ímeðan reiðarar í
okkara grannalondum byggja
nýggj skip, klára vit ikki meiri
enn at keypa tey gomlu skipini,
sum verða løgd uttanland,
skoytir hann upp í.
Og hann átalar eisini hvass
liga, at samgongan hevur skerd
tað skattafríu grundarupp
hæddina í fólkapensjónini.
Avkristna Føroyar
við fullari ferð
Men tað, Jenis av Rana serliga
hugsar um, tá ið hann ávarar
ímóti verandi samgongu, er
tann politikkurin, sum er førd
ur á etiska økinum.
Í Miðflokkinum halda tey
nevniliga, at nógv størsti vand
in liggur í, at eftir teirra tykki
er samgongan miðvíst í ferð
við at flyta samfelagið burtur
frá teimum kristnu grundvirð
unum, føroyska samfelagið er
bygt á.
Her hugsar hann um broyt
ingarnar í hjúnabandslógini,
soleiðis at tað nú er loyvt hjá
samkyndum at giftast.
– Sostatt gjørdi samgongan
seg inn á tað »trygga, kristna
grundarstøðið«, segði hann.
Í hesum sambandi hugsar
hann eisini um skjalið, har
hendan
samgongan
hevur
orðað, hvønn javnstøðupolit
ikk, hon ætlar at føra.
Jenis av Rana sigur, at tað
er »eitt óhugnaligt skjal«, sum
út í æsir vísir, at endamálið
hjá samgonguflokkunum er at
gera tað ónátúrliga nátúrligt,
og tey ætlar sær enntá inn
í barnagarðarnar at ávirka
børnini, sum hann sigur.
– Hetta er vandamiklasta
skjal, sum er til á føroyskum, og
tað skal burturbeinast, leggur
hann dent á.
Hann vísir somuleiðis á,
at samgongan hevur eisini
broytt revsilógina, so at nú
verður »anal samlega partur av
vanliga samlegu hugtakinum«.
Hetta er bara byrjanin
Men samstundis er Jenis av
Rana sannførdur um, at hetta
er bara byrjanin, og sleppur
hendan samgongan at halda
fram, fer hon enn longur á
somu leið.
Hann vísir á, at ein grund
stuðul
undir
samgonguni,
Sonja Jógvansdóttir, hevur lagt
uppskot fyri Løgtingið um, at
nú skulu fólk sjálvi sleppa at
gera av, hvat kyn tey eru.
– Hetta er ikki samtykt
enn, og tað verður heldur ikki
samtykt beint upp undir løg
tingsval, tí tað torir samgong
an ikki.
– Hesa ferð var Sonja Jógv
ansdóttir ov sein við hesum
uppskotinum. Men lat ongan
iva verða um, at sleppur hend
an samgongan at halda fram,
verður hetta eitt tað fyrsta
uppskotið, sum verður sam
tykt, er Jenis av Rana púra iva
leysur í.
Og hann ivast heldur ikki í,
at fleiri aðrar broytingar fara at
koma, har »tað ónatúrliga verð
ur gjørt nátúrligt«, sum hann
sigur tað.
Hann ivast heldur ikki í, at
ætlanin er at broyta fostur
tøkulógina, so at vit fáa fría
fosturtøku, og at markið fyri,
nær kvinnur kunnu fáa fostur
tøku, verður nakrar vikur
seinni enn tað er nú.
Seta trygdina í vanda
Jenis av Rana vísir eisini á, at í
øðrum Norðanlondum eru tey í
ferð við at broyta reglurnar um
at geva blóð.
Fyri at forða fyri smittu, eru
strangar reglur fyri, hvør kann
lata blóð. Eitt nú kunnu sam
kyndir menn ikki lata blóð,
men nú verður ført fram, at
tað er at gera mismun á fólki.
Tí verður nú arbeitt fyri at
broyta reglurnar, so at eisini
samkyndir menn skulu kunna
lata blóð.
– Tað merkir, at myndugleik
ar eru til reiðar at seta trygdina
í vanda fyri at boyggja seg fyri
LGBT, sigur Jenis av Rana.
– Tað má ikki henda, tí tað
skal vera púra trygt at fáa blóð,
tá ið brúk er fyri tí, leggur hann
afturat.
– Tí hevur tað, samanumtikið,
aldrin verið so nógv brúk fyri
Miðflokkinum, sum tað er nú,
sigur Jenis av Rana, formaður
í Miðflokkinum.
Tað, sum hendan samgongan higartil hevur gjørt fyri at avkristna Føroyar, er bara
byrjanin, og sleppur hon at halda fram eftir komandi løgtingsval, er nógv annað í væntu
úr somu skuffu í væntu, ávarar Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum
Hetta er vanda
miklasta skjal,
sum er til á
føroyskum
Tað má
ikki henda,
at hendan
samgongan
sleppur at halda
fram
Sleppur hendan
samgongan at
halda fram,
verður hetta
eitt tað fyrsta
uppskotið, sum
verður samtykt