mánadagur 28. januar 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
TÍÐINDI
Tað fer at gera lívið í
Mykinesi nógv lættari
OLJUVEITING
Hetta verður síðsta
summari, at tey
í Mykinesi skulu
noyðast at baksast
við oljutunnur
Áki Bertholdsen
Leingi er tað, ið væl skal vera.
Men nú verður tað, at tey í
Mykinesi fara at sleppa undan
at baksast við oljutunnur fyri
at fáa varma í húsini.
Nú útoyggjastuðulin fyri í
ár er lutaður út, hevur Sørvágs
Kommuna fingið 60.000 krón
ur í stuðuli til at bøta um olju
flutningin í Mykinesi.
Sum støðan er nú, verður
olja til húsarhaldini førd út
til Mykinesar í tunnum, sum
bygdarfólkið
síðani
sjálvt
mugu syrgja fyri at fáa niðan
av lendingini, til húsini, og síð
ani í tangan.
Hetta er ein ómetaliga stræv
in máti og tískil hevur í fleiri
ár verið arbeitt við at finna
eina loysn, sum skuldi gera tað
nógv lættari at búgva í Myki
nesi. Í hesum sambandi hevur
verið arbeitt við at húskini í
Mykinesi kundu fingið oljuna
koyrda til húsini við tangabili,
akkurát, sum tað er vanligt í
landinum annars.
Avtala ímillum fleiri partar
SEV hevur oljutangar í Myki
nesi til elverkið í oynni, og fyri
nøkrum árum síðani keypti
Sørvágs Kommuna eisini ein
tanga til olju.
Samstundis er ein dumpari
keyptur við tanga á, sum kann
koyra olju úr tangunum út í
húsini. Tann dumparin er eisini
fingin út í oynna og er klárur at
koyra olju út til húsini.
Aimé Jacobsen, borgarstjóri í
Sørvági, sigur, at avtalan er, at
SEV skal yvirtaka tangan hjá
kommununi og hann skal set
ast í tangagarðin hjá SEV.
Tað, sum er eftir at gera, er
at gera pláss til dumparan við
tanganum, so at hann fær fylt
í og annars at samanbinda alla
skipanina.
Og so skal ein avtala gerast
við eitt oljufelag um at levera
oljuna til huskini, og tað er Inn
lendismálaráðið, sum stendur
fyri at gera avtaluna við eitt
oljufelag.
Í roynd og veru er talan so
statt um eitt samstarv ímillum
Sørvágs Kommunu, SEV, Inn
lendismálaráðið, og oljufelagið,
sum skal lata oljuna.
Borgarstjórin sigur, at veðrið
er ein orsøk til, at ætlanin er
seinkað nakað í seinastuni, tí
tað hevur viðrað serstakliga illa
í heyst, og í vetur, og tí hevur
tað drigið út at stoypa áfylling
arplattin.
Og tað er hendan plattin, út
oyggjastuðulin ítøkiliga skal
brúkast til.
Manglar lítið í
Men nú er tað komið so mikið
langt, at tað, sum er eftir at
gera, er at fáa eina avtalu við
eitt oljufelag um at lata olju til
húsini.
Mannagongdin
verður
so tann, at SEV fær oljuna í
sínar tangar í Mykinesi. Men
SEV selur so oljuna, húsar
haldini skulu brúka, aftur til
oljufelagið, sum fær veitingina.
Og hon verður seld fyri sama
prís, sum SEV hevur keypt
hana fyri.
Og Oljufelagið, sum fær
veitingina, selur sostatt aftur
oljuna til húsarhaldini, akkurát,
sum mannagongdin er í restini
av landinum.
Oljan verður so pumpað
í tangan á dumparanum, og
koyrir út til húsini í Mykinesi.
Hilmar Høgenni í Innlendis
málaráðnum, sigur, at eitt upp
legg er gjørd til eina avtalu um
oljuflutningin, sum síðani er
send báðum oljufeløgunum at
bjóða upp á. Og hann ivast ikki
í, at tá ið veturin kemur aftur,
er alt fingið í rættlag, so at tey
sleppa undan at baksast við
oljutunnur.
Áður eru skipanir av sama
slagi gjørdar fyri Skúgvoy og
Fugloy.
Bussur hjá Bygdaleiðum
útav í Norðragøtu
Áki Bertholdsen
Seinastu dagarnar hevur tað
verið rættiliga hált, og leyg
arkvøldið var tað eisini rætti
liga nógvur vindur summa
staðni.
Leygarkvøldið
fór
ein
bussur hjá Bygdaleiðum út
av í Norðragøtu. Hann kom
koyrandi eftir landsvegnum,
oman ímóti Mortansstovu
brekku við Fótbóltsvøllin, tá
ið hann varð tikin av vindi.
Men tað var eisini hált, og til
samans elvdi tað til, at førarin
misti tamarhaldið á bussinum,
sum fór upp um bilaverjuna
og út av.
Umframt
føraran,
vóru
tvey ferðafólk í bilinum, men
tey sluppu øll uttan mein.
Afturat tí hava tvey smá
óhapp vóru í Eysturoy, har
bilar eru farnir út av í hálku.
Sum heild er tað loyvi at
koyra við summardekkum um
veturin – men bara tá ið tað
ikki er hált. Er tað hált, skulu
kavadekk vera undir bilinum,
annars fær bilførarin bót.
Sostatt kunnu bilførarar
hava summardekk undir bil
inum um veturin. Men frá 1.
desember til 30. apríl, er ikki
loyvt at koyra við summar
dekkum, tá ið tað er hált.
Skjótt er tað ein farin
tíð í Mykinesi at baksast
við oljutunnur