mánadagur 28. januar 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØKUR FERÐSLUÓHAPP Í HÁLKU OG VINDI
Um vikuskiftið hevur tað verið rættiliga hált, og leygarkvøldið var tað eisini rættiliga nógvur vindur
summastaðni. og tað eru eisini hend onkur óhapp. Tvey smá óhapp vóru í Eysturoy, men leygarkvøldið
fór ein bussur hjá Bygdaleiðum út av í Norðragøtu. Hann kom koyrandi eftir landsvegnum, oman ímóti
Mortansstovubrekku við Fótbóltsvøllin, tá ið hann varð tikin av eini hvirlu. Men tað var eisini hált, og
tilsamans elvdi tað til, at førarin misti tamarhaldið á bussinum, sum fór upp um bilaverjuna og út av.
Umframt føraran, vóru tvey ferðafólk í bilinum, men tey sluppu øll uttan mein.
Arnfinn Hvíthamar,
ættaður úr Sanda
vági, búsitandi Keyp
mannahavn, and
aðist leygardagin,
79 ára gamal
Hans Arni Rasmussen,
ættaður úr Oyndarfirði,
búsitandi í Klaksvík,
andaðist á Klaksvíkar
sjúkrahúsið hósdagin
24. januar, 73 ára gamal.
Elina Slåtta, fødd Jo
ensen, ættað av Tungu
í Kollafirði, búsitandi
í Noregi, andaðist
mikudagin 23. janu
ar 93 ára gomul.
Ása Klein í Gerðinum,
ættað av Strondum,
búsitandi í Hoyvík, and
aðist mikunáttina 23.
januar á Heiminum við
Vallalíð, 80 ára gomul.
Jóannes Niclassen,
Skála, ættaður av Glyvr
um, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum miku
morgunin 23. januar, 86
ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Elspa Maria Hovgaard,
ættað úr Hoyvík, bú
sitandi í Cape Town í
Suðurafrika, andaðist í
Cape Town mánadagin
21. januar, 55 ára gomul.
Anna Sofía Joensen,
vanliga nevnd Fía hjá
Boy, Klaksvík andaðist
á Norðoya Røktarheimi
mánakvøldið, 97
ára gomul.
Tummas Hentze, av
Sandi, andaðist á Áar
garði sunnukvøldið,
86 ára gamal.
Ámundur Berthelsen,
Strondum, andaðist á
Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi sunnudagin
20. januar, 83 ára gamal.
Kirstin Andreassen,
fødd Guttesen, van
liga nevnd Kirstin
í Ullvøruhúsinum,
andaðist á Lágargarði
sunnumorgunin 20.
januar, 94 ára gomul.
Ragna Elisa Petersen,
fødd Toftegaard,
Fuglafirði, andaðist í
heiminum 19. januar,
80 ára gomul.
ANDLÁT
Reyðbókin hevur staðið
í havanum hjá G í skjótt
105 ár. Nú verður roynd
gjørd at bjarga henni
Í miðbýnum í Havn – ella
rættari í havanum hjá G om
an fyri kioskina hjá Astu,
stendur eitt træ, sum ikki
hevur tað so gott. Træið er
ein reyðbók, sum Trónd Han
sen, urtagarðsmaður, plant
aði á sumri í 1914 – sama ár
sum hann giftist Stephaniu
og sama ár, sum dóttirin Mia
Trónd, tannlækni varð fødd.
Í summar varnaðust fólk,
at reyðbókin ikki blómaði. At
kalla eingi bløð vóru á træ
num. Ikki er greitt, hvør or
søkin er. Ein møguleik er, at
træið hevur fingið ov nógva
vætu – er drukanð, ella
kanska, at træið hevur fingið
ov lítla vætu, tí so nógv eru
gjørt við økið seinastu árini.
Seinastu dagarnar hava
fólk frá Hjálpirót grivið inn
an fyri har træið stendur at
vita, um meira luft og væta
sleppur til røturnar.
Trónd Hansen (1881-1939),
sum var urtagarðsmaður og
sum eisini var løgtingsmaður
fyri Javnaðarflokkin, plant
aði vakra urtagarðin, sum
var millum Sparikassan og
kioskina hjá Astu – ella ki
oskina hjá G, sum tey gomlu
havnarfólkini søgdu.
Jacob Danielsen, vanliga
nevndur G, helt hendan urta
garðin, sum hann hevði til
leigu frá býráðnum frá 1934.
Urtagarðurin
var
tiltikin
vakur, og Jacob Danielsen
fekk heiðursprógv og om í
havabøkur hjá Dansk Have
selskab.
Í eru liðin 105 ár síðani
træið varð plantað – so vón
andi verður leyvið at síggja á
trænum aftur móti vári.
Royna at bjarga reyðbókini
hjá Trónd Hansen
105 ára gamla reyðbókin hevði eingi bløð í summar. Nú verður ein bjargingarroynd gjørd
Vælkomið
Bestu ynskir
lítla barn
Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku
við barninum, og vit vilja fegin siga frá
hesum í teiginum “Føðingar”.
Send teldupost til:
barn@sos.fo
Upplýs:
Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.),
navn foreldranna/systkin og bústað.
Send mynd við
Øll børn, sum koma í
blaðið, fáa ein bamsuklút
sendandi frá Sosialinum
21 januar fingu vit ein lítlan beiggja.
Hann vigaði 3870 gram og var 52 cm
langur. Vit eru so góðir við hann.
Fólk frá Hjálpirót gera nú eina roynd at bjarga reyðbókini
Mynd: John Hammer