mánadagur 28. januar 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
”Stórt spell, tá okkara
deiliga Miðstaðarlund ikki fær
frið! Tíverri hevur onkur skrikt
plantur upp, so vit ikki fáa
gleði av teimum…” siga tey í
Fuglafjarðar kommunu.
Millum 5 og 7 prosent
hava brúk fyri lesihjálp
- Í Føroyum eru vit komin sera stutt,
tá ræður um at hjálpa fólki við
lesitrupulleikum, og eftirspurningurin
eftir einum talgildum miðlapalli
fyri føroyskar bøkur er stórur, sigur
forkvinnan í Orðblindalærarafelagnum,
Annika Katrin Joensen
Vilmund Jacobsen
Í dag og í morgin, 28. og 29.
januar, skipar Orblindalær
arafelagið saman við Menta
málaráðnum fyri spennandi
skeiði í CD-orð og øðrum KT
amboðum.
Skeiðið er ætlað lærarum
innan skúlaverkið – heilt frá
barnaskúla til miðnám, og
undirvísari er danin Christian
Boch, ið sjálvur er orðblindur
og heldur fyrilestrar, har hann
undirvísir í hjálpiamboðum til
fólk við lesitrupulleikum.
Skeiðið er á Hotel Hafnia.
Forkvinnan í Orðblindalær
arafelagnum, Annika Katrin
Joensen, vísir á, at metingar
siga, at millum fimm og sjey
prosent av føroyingum eru
orðblind - ella so mikið lesiveik,
at tey hava tørv á hjálpitólum
at fáa tekstin upplisnan.
Hon vísir á, at altjóða sátt
málin hjá ST frá 2006 um rætt
indi teirra, ið bera brek, ásetir,
at allir borgarar skulu hava
trygd fyri líka atgongd til alt,
eitt nú til útbúgving, kunnandi
tilfar, bókmentir og annað.
- Nám hevur skipað fyri
Læraradegi, ið snúði seg um
tey 17 heimsmálini hjá Sam
eindu Tjóðum, sum fyri ár 2030
kunnu skapa ein betri heim.
Hetta altjóða átakið verður
kallað Heimsmál fyri burða
dyggari
menning,
og
snýr
heimsmál nr. 4 um seg um
"Góðsku í útbúgving”.
Annika Katrin Joensen vísir
á, at í dag eru nógv ung, sum
hvørki eru undir útbúgving ella
í arbeiði, eitt nú, tí tey ikki hava
nóg góðar lesiførleikar.
- Sambært NOTA.dk eru
umleið 80.000 ung undir 30 ár
í Danmark, sum ikki eru farin
undir at útbúgva seg - ella ikki
hava fingið starv á arbeiðs
marknaðinum. Flestu teirra
vanta grundleggjandi førleikar
at lesa. Í Føroyum eru eisini
fleiri í somu støðu.
Forkvinnan í Orðblindalær
arafelagnum vísir á, at vit í
Føroyum eru komin sera stutt,
tá ræður um at hjálpa fólki
við lesitrupulleikum, og eft
irspurningurin
eftir
einum
talgildum
miðlapalli
fyri
føroyskar bøkur er stórur.
- Men, møguleikarnir í dag
eru nógvir. Er bókin skannað
inn, kanst tú við forritinum
CD-orð fáa bókina upplistna
á føroyskum við syntetiskari
talu. Eisini er møguleiki at
brúka lesipenn, sum er settur
til teldu, har tú strýkur pennin
eftir tekstinum fyri at fáa
tekstin upplistnan. Men, til
hetta noyðist tú at hava Win
dows-teldu.
Annika Katrin Joensen sig
ur, at CD-orð er eitt forrit, sum
skúlarnir mugu keypa sjálvir,
og tí eru tað fleiri skúlar, sum
ikki hava ognað sær hetta hald.
- Eisini má tíð setast av til at
læra seg at brúka hesi hjálpi
amboð. Tað er sera avmarkað,
hvussu nógva tíð orðblinda
lærarar fáa á skúlunum, og
arbeiðsuppgávan er stór, sigur
forkvinnan í Orðblindalær
arafelagnum.
Ågot 143
tons undir
Føroyum
Vilmund Jacobsen
Frystilínuskipið Ågot er
komið undan Føroyum við
143 tons av frystum.
Seinastu
árini
hevur
Ågot annars verið á Flem
ish Kap hesa tíðina av ár
inum, men í ár valdu teir
at fara undir Føroyar við
ársbyrjan.
Teir, sum eiga frystilínu
skipini, sum í løtuni eru á
Flemish Kap, hava sagt, at
teir fara ikki at fiska tann
partin av felagskvotuni,
sum Ågot plagar at fiska
har yviri.
Ætlandi fer Ågot, sum
tekur millum 70 og 100 tons
minni enn hini frystilínu
skipini, yvir á leiðirnar við
Ný Foundland seinni.
Herfyri segði formaður
in í Felagnum Línuskipum,
Hálvdan Gudmundsen, at
umframt longu siglingstíð
ina úr Føroyum og yvir á
Flemish Kap og heimaftur,
kostar tað eisini einar
500.000-600.000 krónur at
senda fyrstu lastina heim í
frystibingjum.
Vanligt
hevur
verið,
at skipini sigla heim við
seinnu lastini, um tey gera
tveir túrar har yviri.
MIÐVIKA: Mikukvøldið 30. januar klokkan
19.30 fer Meinhard Bjartalíð, prestur, at
hugleiða um danska sálmaskaldið, Bernhard
Severin Ingemann (1789-1862). Tiltakið
verður í Hoyvíkar kirkju, har eisini nakrir av
sálmunum hjá skaldinum verða sungnir.
1947 metrar eru
eftir at spreingja
Í seinastu viku varð
partur av sein
asta brunninum í
Eysturoyartunl
inum sprongdur
Vilmund Jacobsen
127 metrar tilsamans vórðu
lagdir aftur um í arbeiðnum
upp á Eysturoyartunnilin í
seinastu viku.
Nú eru 9.303 metrar boraðir
og sprongdir av teimum 11.250
metrunum,
sum
tunnilin
verður langur.
Tað merkir, veit NCC í
morgun at siga, at 1947 metrar
eru eftir at bora og spreingja.
Í seinastu viku varð komið
framvið lægsta staðnum í
tunlinum, sum er miðskeiðis
undir Tangafirði, og í seinastu
viku varð eisini partur av sein
asta brunninum sprongdur.
- Arbeiðið uppá seinasta
brunnin heldur fram í hesi
vikuni, veit NCC at siga.
Av teimum 127 metrunum,
sum boraðir og sprongdir
vórðu í seinastu viku, vóru 35
metrar sprongdir Hvítanes-
megin, 54 metrar frá rund-
koyringini undir Skálafirði og
móti Hvítanesi – og 38 metrar
frá rundkoyringini og móti
Rókini í Saltnesi.