mánadagur 28. januar 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
2. februar klokkan
19.30 verður hátíðar
hald í Spinnarínum í
Klaksvík, har Lista
virðisløn Nósoyar Páls
eisini verður latin
lokalum listafólki.
Tá áin fer upp
um áarbakkan
Tað nyttar einki
at gava frá niðri
við áarmunnan,
fyrr enn streym
kurvan vísir,
at streymurin
er avtakandi
Vilmund Jacobsen
Seinastu dagarnar hevur
áin, sum rennur oman úr
Sandsvatni, fylt rættiliga
nógv í lendinum. Orsøkin
er, at vatnið ikki er
sloppið oman í ósan og út
á sjógv, tí sandur hevur
lagt seg fyri áarmunnan.
Áir og løkir renna í
Sandsvatn, og tá vatnið
ikki sleppur oman á
sjógv, verður áin sum
á viðheftu mynd bæði
breiðari og djúpri enn
vanligt.
Hetta er eitt fyribrigdi,
sum ikki so sjáldan sæst
niðri á Sand, har áin í
slíkum føri fer langt upp
um áarbakkan.
Á Sandi siga tey, at
slíkt hendir av og á, tá
hann legst við høgætt, og
streymurin samstundis
er harður. Sandur legst
fyri áarmunnan, so áin
ikki sleppur út á sjógv.
Hetta hendir nakrar
ferðir um árið, og tá er
neyðugt grava frá niðri
við áarósan, soleiðis at
vatnið úr ánni og Sands
vatni sleppur út á sjógv.
Men, tað nyttar einki
at grava, fyrr enn streym
kurvan vísir, at streymur
in er avtakandi.
- Verður gravað, með
an streymurin enn er
harður, typpist áin aftur
beinanvegin, siga tey á
Sandi.
Línan
roynist
Vilmund Jacobsen
Tá vikuskiftið, sum júst er
lagt aftur um bak, byrjaði,
vóru øll partrolarapørini
til fiskiskap. Men,
upsafiskiskapurin
er vánaligur.
Partrolarar fáa tó nakað
av toski og longu, og
skipini koma inn at landa,
sum henda vikan gongur.
Fríggjadagin var bara
ein djúpvatnstrolari til
fiskiskap, og hesin kemur
væntandi inn at landa
miðskeiðis í hesi vikuni.
Væntandi loysir onkur
djúpvatnstrolari aftrat,
sum dagarnir ganga.
Fríggjadagin visti tey á
Fiskamarknaði Føroy at
siga, at allir teir smáu
trolbátarnir liggja, men
teir fara út aftur aftur,
tá veðrið batnar.
- Trý garnaskip
fiska svartkalva,
men fiskiskapurin er
misjavnur. Væntandi
landa garnaskipini í
endanum av hesi vikuni.
Eitt garnaskip leggur
í løtuni um til línu.
Ísfiskalínuskipini, sum
eru til fiskiskap, eru
nýliga byrjaði túr, og
tí er ivasamt, um tey
koma inn aftur at landa
longu í hesi vikuni.
Nú streymurin linkar, fara
væntandi fleiri línuskip
út at royna eydnuna
teir næstu dagarnar.
Fýra frystilínuskip eru á
Flemish Kap, og tey hava
havt góðan fiskiskap.
Eitt frystilínuskip hevur
roynt undir Føroyum.
Á Femish Kap eru
Klakkur, Kambur,
Stapin og Eivindur, og
Ågot hevur henda túrin
verið undir Føroyum.
Streymurin batnar,
sum henda vikan
gongur. So, um veðrið
verður hampiligt,
verður helst útróður.
- Fiskiskapurin við línu
roynist væl, siga tey á
Fiskamarknaði Føroya.
VÁRDAGAR: Eins
og undanfarin ár
fer Nes kommuna
aftur í ár at skipa
fyri Várdøgum,
sum liggja í vikuni
undan árliga
Bátafestivalinum,
sum í ár verður á
Toftum leygardagin
4. mai.
Fimmti ár seinni er Ragnar
aftur á Flemish Kap
Jørgin
Ragnarsson
var á Flemish
Kap í 1969 við
Jógvani S, og
nú - fimmti ár
seinni - er hann
á Flemish Kap
umborð á Klakki
Vilmund Jacobsen
Tað eru nógvar forvitnis
ligar søgur um sjófólk
og sjólív, og tað er altíð
hugtakandi at lesa slíkar
søgur, tá tær eru góðar og
enda væl.
Um dagarnar legði Bet
huel Johannesen, sum er
á Flemish Kap við frystu
línuskipinum Klakki, eina
lítla søgu við mynd og
filmsbroti út á Facebook-
síðuna við navninum,
Flemish Cap siglarar.
Tann
eina
myndin,
hann legði út, er tikin í
1969 umborð á Jógvani S,
sum tá var til fiskiskap
á Flemish Kap – og hin
myndin, sum vit her hava
loyvt okkum at viðhefta
og filmsbrotið eru tikin
umborð á Klakki, nú teir
eru á Femish Kap.
Tað
sermerkta
við
myndunum báðum er,
at tær eru tiknar við 50
árum ímillum, og mað
urin á myndunum og
filmsbrotinum er júst
hin sami, nevniliga Jørgin
Ragnarsson úr Klaksvík,
sum nú er umborð á frysti
línuskipinum Klakki á
Flemish Kap.
- 50 ár ímillum og still
going strong, sum Bet
huel Johannesen tekur
til.
Ein fylgjari á tráðnum
hjá Bethuel Johannesen,
Poul Jan Niclasen, við
merkir, at tað eru ikki
nógvir mans, sum hava
verið á Flemish Kap bæði
í 1969 og í 2019.
- Óførur, Jørgin. Vit
sigldu saman við Sigur
farinum, skrivar Poul Jan
Niclasen.
Ein
annar
fylgjari,
Markus í Nornastovu,
skrivar soleiðis á Face
book-síðuni
-
Flemish
Cap siglarar - um Jørgin
Ragnarsson:
- Ja, hatta er ein ordans
pressari. Vit vóru saman
við Sigurfarinum yviri á
Flemish Kap og Labrador
heysttúrin í 1983, og hann
hongur í enn, eru orð
ini hjá Markusi í Norna
stovu.
Áir og løkir renna í Sandsvatn, og tá vatnið ikki
sleppur oman, verður áin bæði breiðari og djúpri enn
vanligt
Her stendur Jørgin Ragnarsson við rulluna umborð á Klakki, og hann var eisini á Flemish
Kap fyri fimmti árum síðan. Myndin er av Facebook-síðuni, Flemish Cap siglarar