mánadagur 28. januar 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Út frá hagtølu
num bara úr hesi
øldini, so skulu
vit rokna við, at
eini 3-4 tingfólk
fara at skifta
flokk hvørt
valskeið
Eirikur Lindenskov
10 ferðir hendi tað í hinari
øldini.
Frá tí at vit fingu floks
býti á tingi í 1906 og øldina
á tamb, vóru tað »bara« 10
tingfólk, sum vendu flokki
sínum bakið fyri at umboða
annan flokk á tingi.
Fyrstu 18 árini av hesari
øldini er tað hent 15 ferðir,
at tingfólk er farið úr einum
flokki og í annan ella at vera
uttanflokka á tingi. Heldur
heldur hendan gongdin á, so
skulu vit vænta, at í minsta
lagi 3-4 tingfólk skifta flokk
í hvørjum valskeiði.
Floksbýtið fingu vit á
Løgtingi í 1906, tá Sambands
flokkurin
og
Sjálvstýris
flokkurin fingu fyrstu floks
umboðini vald á ting.
Í fyrsta Løgtinginum eft
ir floksbýtið fekk Sambands
flokkurin 12 umboð og Sjálv
stýrisflokkurin 8. Tá høvdu
próstur og amtmaður eisini
fast sæti. Fríðrikur Petersen
var próstur, og hann var í
parti við og beinleiðis limur í
tingbólkinum hjá Sambands
flokkinum.
Amtmaður tá var Christi
an Bærentsen úr Havn. Hann
er higartil einasti amtmaður
(seinni
ríkisumoðsmaður),
sum hevur verið føroyingur.
Hann tók ikki lut í flokspol
itikki, helt seg uttanflokka.
Frá tí at Løgtingið varð
endurreist í 1852 og fram til
1906 vóra tað einstaklingar,
sum stillaðu upp og vórðu
valdir á ting.
A. C. Evensen
Fyrsti tingmaður, vit hoyra
um, sum skifti flokk – ella
fer úr einum flokki, hann er
valdur á ting fyri, er A. C. Ev
ensen, prestur á Sandi.
Hann varð valdur á ting
í 1908 og aftur í 1912 fyri
Sjálvstýrisflokkin.
Men
hann
verður
ósamdur
við leiðsluna í flokkinum.
Hann vil heldur stríðast
fyri at bøta um samfelags
korini enn bara at virka fyri
sjálvstýri. Ósemjan verður so
stór, at hann fer úr Sjálvstýr
isflokkinum og verður uttan
flokkatingmaður. Á løgtings
valinum í 1916 stillar hann
upp uttanflokka í Sandoyar
valdømi og verður valdur.
Í 1917 verður A. C. Even
sen Føroya próstur, og sum
próstur hevur hann sæti á
tingi. Nú má hann leggja
fólkavalda
tingsessin
frá
sær. Men hann doyr longu
fýra mánaðir eftir, at hann
gjørdist próstur, og eingin
var at taka við eftir hann
sum løgtingsmaður í Sand
oyar valdømi, tí hann var
einsamallur uppstillaður utt
anflokka og hevði tí ongan
varamann.
Jóannes Patursson
Í 1940 fóru fleiri týðandi
persónar úr Sjálvstýrisflokk
inum og stovnaðu Fólka
flokkin, sum loysti av Vinn
uflokkin. Jóannes Patursson,
sum hevði umboðað Sjálv
stýrisflokkin á tingi síðani
1906, varð valdur á ting fyri
Fólkaflokkin í 1940.
At Fólkaflokkurin tók
veljarar
frá
Sjálvstýris
flokkinum merktist væl á
løgtingsvalinum í 1943. Tá
gjørdist
Fólkaflokkurin
størsti flokkur við 12 av 25
tingmonnum.
Sjálvstýr
isflokkurin fekk tá ongan
valdan á ting.
Sama skilið var á løg
tingsvalinum í 1945. Tá fekk
Sjálvstýrisflokkurin heldur
ongan mann valdan. Á vali
num í 1946 stillaði Sjálvstýr
isflokkurin upp á listanum
hjá Javnaðarflokkinum. Tá
vórðu tveir sjálvstýrismenn
valdir – og tað gekk út yvir
Javnaðarflokkin, sum til
svarandi misti tveir mans
av hesum, tí teir báðir S. P.
Zachariasen í Klaksvík og
Louis Zachariasen í Havn
lýstu seg sum tingbólk Sjálv
stýrisfloksins á tingi.
Rasmus Rasmussen
Rasmus Rasmussen, Víkar-
Rasmus í Fuglafirði fer úr
Sjálvstýrisflokkinum í 1943.
Hann stillar upp fyri Fólka
flokkin og verður valdur.
Hann varð valdur fyri Sjálv
stýrisflokkin í Eysturoyar
valdømi í 1940.
Jákup í Jákupsstovu
Á løgtingsvalinum í 1945 varð
Jákup í Jákupsstovu valdur
á ting fyri Javnaðarflokkin
í Vága valdømi. Men vátt
kom í reiðrið millum Jákup
í Jákupsstovu og Javnað
arflokkin, tí hann atkvøddi
saman við Fólkaflokkinum
í sambandi við fólkaatkvøð
una um loysing í 1946.
Hetta endaði við, at hann
varð ekskluderaður úr Javn
aðarflokkinum.
Hann kom ongantíð aft
ur á ting, hóast hann var ein
teirra, ið stovnaðu Tjóðveld
isflokkin, sum fyrstu ferð
stillaði upp í 1950. Tá var
stillað upp í nummarrøð. D.
P. Danielsen, advokatur, var
stillaður upp sum nummar
1 hjá Tjóðveldisflokkinum í
Vágum og varð valdur. Hevði
Jákup í Jákupsstovu verið
stillaður upp sum nummar
eitt hjá Tjóðveldisflokkinum
í Vágum, so var hann valdur
við
listaatkøvðunum
hjá
flokkinum. Hann kom ong
antíð aftur á ting.
Adolf Hansen
Nú ganga nógv ár, har
friður og floksagi valdar
í øllum teimum politisku
flokkunum. Í øllum førum
innanhýsis í flokkunum.
Í 1984 fær gamli Fram
burðsflokkurin hjá Kjartan
Mohr nýtt navn, Kristiligi
Fólkaflokkurin
Føroyar
Framburðs og Fiskivinnu
flokkur. Tá koma menn sum
Niels Pauli Danielsen, prest
ur og fyrrverandi tjóðveldis
maður, upp í flokkin. Hann
hevði fleiri ferðir stillað upp
fyri Tjóðveldisflokkin, men
var ongantíð valdur. Í 1985
verður hann landsstýris
maður og í 1988 løgtingsmað
ur fyri flokkin.
Fyri valið í 1988 fer
Adolf Hansen úr Kristiliga
Fólkaflokkinum
Føroyar
Framburðs
og
Fiskivinn
uflokki og stovnar Fram
sóknarflokkin á tingi. Hetta
er fyrstu ferð síðani 1943, at
ein tingmaður fer úr einum
flokki á tingi og fer at um
boða annan flokk.
Í 1988 kundi tingmaður
við fráboðan á tingi stovna
nýggjan flokk, og tað gjørdi
Adolf Hansen. Tað ber ikki til
í dag. Nú skulu savnast 800
undirskriftir fyri at stilla
flokk upp til løgtingsval.
Lasse Klein
Í 1994 fer Lasse Klein úr
Sjálvstýrisflokkinum
og
upp í Kristiliga Fólkaflokkin.
Hann
stillar
upp
fyri
Kristiliga
Fólkaflokkin
á
valinum í 1994 og verður
valdur. Í 1988 og 1990 var
hann valdur fyri Sjálvstýr
isflokkin, har hann eisini var
formaður.
Lasse Klein, sum er løg
tingsformaður, slítur sam
gonguna millum Javnaðar
flokkin, Tjóðveldisflokkin og
Sjálvstýrisflokkin, og Marita
Petersen, løgmaður, leggur
uppskot fyri tingið um at
skriva út val vera 7. juli 1994.
Tordur Niclasen
Tordur Niclasen, sum varð
valdur á ting fyri Kristiliga
Fólkaflokkin
síðani
1984,
stillar á valinum í 1994 upp
fyri Miðflokkin og verður
valdur.
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen verður á val
inum í 1994 valdur á ting
fyri
Verkamannafylkingi
na. Hann hevði verið javn
aðarmaður,
men
hevði
leingi verið í opnum stríði
við leiðsluna í Javnaðar
flokkinum. Í 1979 hevði hann
sum varamaður fast sæti á
tingi fyri Jákup Lindenskov,
sum var landsstýrismaður.
Kristian Magnussen
Kristian Magnussen varð
valdur á ting í 1994 fyri Verk
amannafylkingina.
Men
hann kom í stríð við flokk
in, og hann meldaði seg úr
flokkinum. Nakað fyri valið í
1998 fór hann frá sum lands
stýrisamaður, tók sæti aftur
á tingi. Hann meldaði seg úr
Verkamannafylkingini
og
meldaði seg upp í tingbólkin
hjá Javnaðarflokkinum á
tingi. Hann var á valinum í
1998 valdur á ting fyri Javn
aðarflokkin og aftur á valu
num í 2002 og 2004.
Karl Robert Johansen
Karl Robert Johansen hevði
sæti á tingi fyri Óla Jacob
sen, sum tvær ferðir var
landsstýrismaður fyri Verka
mannafylkingina valskeiðið
frá 1994-98. Hann meldaði
seg, eins og Kristian Magn
ussen, úr Verkamannafylk
ingini og upp í tingbólkin
hjá Javnaðarflokkinum á
vári í 1998.
Finnbogi Arge
Finnbogi Arge, sum varð
valdur á ting fyri Sambands
flokkin í 1990 og í 1994 stil
laði til valið í 1998 upp fyri
Fólkaflokkin.
Hann
varð
ikki valdur, men kom í lands
stýrið
fyri
Fólkaflokkin.
Hann legði frá sær sum
landsstýrismaður í 2000, og
Bjarni Djurholm tók við sum
nýggjur landsstýrismaður.
Tá kom Finnbogi Arge á ting
fyri Fólkaflokkin sum vara
maður fyri Bjarna Djurholm.
Hann stillaði ikki uppaftur á
valinum í 2004.
Helena Dam á
Neystabø
Í 1990 stillar javnaðarkvinn
an Helena Dam á Neystabø,
dóttir formann Javnaðar
floksins Atla Dam, brádliga
upp fyri Sjálvstýrisflokk
in eftir at hava tikið lut í
valstríðnum fyri Javnaðar
flokkin. Vátt kemur í reiðrið
millum hana og Javnaðar
flokkin, tá maður hennara,
Kristian á Neystabø, ikki
sleppur á listan hjá Suður
streymoyar Javnaðarfelag.
Hon verður vald á ting fyri
Sjálvstýrisflokkin í 1990.
Í 2002 kemur Helena
Dam á Neystabø í stríð við
Sjálvstýrisflokkin, sum end
ar við, at hon meldar seg úr
Sjálvstýrisflokkinum og upp
í tingbólkin hjá Javnaðar
flokkin.
Til løgtingsvalið í 2002
sleppur hon ikki á listan hjá
Suðurstreymoyar Javnaðar
felag. Tað sleppur hon í 2004,
men verður ikki vald.
Í 2008 verður hon vald og
kemur í landsstýrið. Hon fall
aftur á valinum í 2011.
Á seinasta løgtingsvalið
í 2015 kom hon inn sum 1.
varafólk, tá landsstýrið varð
skipað.
Johan Dahl
Í 2006 bjóðar Johan Dahl
á landsfundinum hjá Sam
bandsflokkinum
Kaj
Leo
Holm Johannesen av sum
formanni í Sambandsflokk
inum. Hann megnar ikki at
koppa formanninum. Eftir
ALSMANT VANLIGARI AT