mánadagur 28. januar 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
landsfundin
boðar
hann
frá, at hann umhugsar sína
støðu í flokkinum.
28. mars 2006 boðar hann
frá, at hann hevur meldað
seg úr Sambandsflokkinum,
og at hann er uttanflokk
atingmaður á tingi. Longu
3. mai berast tíðindi um, at
Johan Dahl aftur er limur
í Sambandsflokkinum og í
tingbólkinum hjá Sambands
flokkinum.
Karsten Hansen
Stríðið um at geva teimum
samkyndu rættindi – kent
undir heitinum 266b – elvir
til at Karsten Hansen meld
ar seg úr Tjóðveldinum.
Hann fer upp í Miðflokkin
og verður valdur á ting fyri
Miðflokkin á valinum í 2008.
Poul Michelsen
11. oktober í 2010 kemur tíð
indaskriv frá Poul Michel
sen, har hann boðar frá, at
hann meldar seg úr Fólka
flokkinum og tekur seg úr
tingbólkinum
hjá
Fólka
flokkinum. Hann stovnar
nýggjan flokk, Framsókn, og
verður valdur sjálvur annar
á valinum í 2011 og aftur í
2015.
Hann var valdur í Tórs
havnar býráð fyri Fólka
flokkin í 1980, 1984 og 1988. Í
1984, 1988, 2002 (varamaður),
2004 (varamaður) og 2008
verður hann valdur á ting
fyri Fólkaflokkin.
Gerhard Lognberg
Í 2013 verður Gerhard Logn
berg koyrdur úr Javnaðar
flokkinum. Hann fer seinni
upp í tingbólkin hjá Sam
bandsflokkinum. Hann varð
valdur á ting fyri Javnaðar
flokkin í 2002, 2004, 2008 og
2011. Á valinum í 2015 stillar
hann upp fyri Sambands
flokkin, men verður ikki
valdur.
Janus Rein
Hitt umboðið hjá Framsókn á
valinum í 2011 er Janus Rein.
Hann var ikki kendur í pol
itiska landslagnum áðrenn
valið. Í 2013 meldar hann seg
kortini úr Framsókn og fer
seinni upp í tingbólkin hjá
Fólkaflokkinum. Hann still
ar upp til løgtingsvalið í 2015
fyri Fólkaflokkin, men verð
ur ikki valdur.
Hanna Jensen
Hanna Jensen varð vald á
ting fyri Framsókn á sein
asta løgtingsvali í 2015. Hon
hevur áður verið virkin í
Fólkaflokkin, stillað upp fyri
flokkin og hevði havt sæti á
tingi okkurt styttri skeið fyri
Fólkaflokkin.
Annika Olsen
Annika Olsen varð vald á
ting fyri Fólkaflokkin í 2008,
í 2011 og í 2015. Beint eftir val
ið í 2015 meldar hon seg úr
Fólkaflokkinum. 17 dagar eft
ir valið meldar hon seg inn í
Framsókn og verður vald til
forkvinnu í fíggjarnevndini.
Tríggjar dagar seinni meldar
hon seg úr aftur Framsókn.
Eftir fimm mánaðir sum utt
anflokka tingkvinna meldar
hon seg inn aftur í Fólka
flokkin.
Í 2016 verður hon vald í
Tórshavnar býráð fyri Fólk
aflokkin – og gjørdist borg
arstjóri.
Sonja Jógvansdóttir
Sonja Jógvansdóttir verð
ur vald á ting fyri Javnað
arflokkin á valinum 1. sep
tember í 2015. Men sama
dag, sum samgongan verður
skipað, boðar hon frá, at hon
hevur meldað seg úr Javnað
arflokkinum og úr tingbólki
Javnaðarfloksins. Hon hevur
ikki greitt frá um orsøkina,
hví hon fór úr flokkinum.
Kristianna Winther
Poulsen
Kristianna Winther Poul
sen, sum eitt skifti sat á tingi
sum varafólk fyri Jógvan
Skorheim/Kára P. Højgaard,
stillar upp fyri Javnaðar
flokkin á seinasta løgtings
vali. Hon verður ikki vald,
men hon fekk fast sæti sum
varafólk, tá landsstýrið varð
skipað. Hon hevur sagt um
orsøkina til, at hon meldaði
seg úr Sjálvstýrisflokkinum
vera, at flokkurin var vorðin
ov konservativur, og at hon
ikki føldi, at hon slapp at siga
sína hugsan.
Heðin Mortensen
Í 2004 verður Heðin Mort
ensen,
fyrrverandi
løg
tingsmaður
fyri
Sam
bandsflokkin, koyrdur úr
Sambandsflokkinum eftir at
flokkurin hevur gjørt avtalu
um, at Fólkaflokkurin skuldi
hava borgarstjóran í Havn.
Hann fer síðani upp í Javn
aðarflokkin. Í 2008, 2012 og
2016 verður hann valdur í
býráðið í Havn fyri Javn
aðarflokkin, og á løgtings
valinum í 2015 eisini á ting
fyri Javnaðarflokkin.
Hann varð valdur á ting
fyri
Sambandsflokkin
í
1998 og í 2002. Hann fall á
løgtingsvalinum í 2004 og
gjørdist 1. varamaður Sam
bandsfloksins. Hóast Heðin
Mortensen var limur í Javn
aðarflokkinum sum yngri,
so varð hann valdur í Tórs
havnar býráð í 1972, 1976,
1980 og 1984 fyri uttanflokk
alistan hjá Petur í Gong. Í
1988, 1992, 1996, 2000 og 2004
fyri varð hann valdur fyri
Sambandsflokkin og í 2008,
2012 og í 2016 varð hann vald
ur í Tórshavnar býráð fyri
Javnaðarflokkin
Sjúrður Skaale
Sjúrður Skaale verður valdur
á ting fyri Tjóðveldi í 2008.
Hann fer úr Tjóðveldinum í
2011 og samstarvar við Javn
aðarflokkin. Sama ár stillar
hann upp fyri Javnaðar
flokkin til fólkatingsvalið og
verður valdur í fólkatingið
í 2011 og í 2015. Í 2015 verð
ur hann valdur á ting sum
varamaður fyri Javnaðar
flokkin - er í farloyvi úr Løg
tinginum.
Kristin Michelsen
Kristin Michelsen, sum um
boðaði
uttanflokkalistan
(Tjóðveldi)
í
Tvøroyrar
Býráð,
stillar
á
býráðs
valinum í 2004 upp fyri
Javnaðarflokkin og verður
valdur. Hann heldur fram
sum borgarstjóri fyri Javn
aðarflokkin eftir valini í
2004, 2008 og í 2012. Men á
valinum í 2016 stillar upp á
egnum lista. Í 2011 og 2015
varð hann valdur á ting
fyri Javnaðarflokkin. Hann
hevur fyrr í ár boðað frá, at
hann ikki kennir seg bundan
av
Javnaðarflokkinum
á
tingi – og 3. januar í ár boðar
Javnaðarflokkurin so frá, at
Kristin Michelsen er koyrdur
úr tingbólkinum, og at hann
ikki sleppur at stilla upp
aftur fyri flokkin.
Pauli T. Petersen
Í 2011 stillaði Pauli Petersen
upp fyri Fólkaflokkin. Hev
ur onkuntíð sæti sum eyk
amaður. Í 2015 stillar hann
upp fyri Tjóðveldi og hevur
nú fast sæti sum tingmaður,
meðan landsstýrisfólkini hjá
Tjóðveldinum eru í farloyvi
úr Løgtinginum.
T SKIFTA FLOKK
Hesi hava umboðað
fleiri flokkar á tingi:
Yvirlit yvir tingfólk, sum hava
umboðað fleiri flokkar ella verið
uttanflokkað á tingi
• 1915 A. C. Evensen úr Sjálvstýriflokkinum - uttan
flokka
• 1940 – Jóannes Patursson úr Sjálvstýrisflokkinum í
Fólkaflokkin
• 1943 – Rasmus Rasmussen úr Sjálvstýrisflokkinum í
Fólkaflokkin
• 1988 – Adolf Hansen úr KrFFF í Framsóknarflokkin
• 1994 – Lasse Klein úr Sjálvstýrisflokkinum í KrFFF
• 1994 – Tordur Niclasen úr KrFFF í Miðflokkin
• 1994 – Óli Jacobsen úr Javnaðarflokkinum (1979) í
Verkamannafylkingina
• 1998 – Kristian Magnussen úr Verkamannafylkingini í
Javnaðarflokkin
• 1998 – Karl Robert Johansen úr Verkamannafylkingini
í Javnaðarflokkin
• 1998 – Finnbogi Arge úr Sambandsflokkinum í
Fólkaflokkin
• 2002 – Helena Dam á Neystabø úr Sjálvstýrisflokki
num í Javnaðarflokkin
• 2006 – Johan Dahl úr Sambandsflokkin - uttanflokka
(28. mars)
• 2006 – Johan Dahl úr uttanflokka í Sambandsflokkin
(3. mai)
• 2007 – Karsten Hansen úr Tjóðveldi í Miðflokkin
• 2008 – Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum í Framsókn
• 2011 – Sjúrður Skaale úr Tjóðveldinum í Javnaðar
flokkin
• 2013 – Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum í
Sambandsflokkin
• 2013 – Janus Rein úr Framsókn í Fólkaflokkin
• 2015 – Kristianna Winther Poulsen úr
Sjálvstýrisflokkinum í Javnaðarflokkin
• 2015 – Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum
(2004) í Javnaðarflokkin
• 2015 – Hanna Jensen úr Fólkaflokkinum í Framsókn
(viðhvørt varafólk fyri Fólkaflokkin 2008-11)
• 2015 – Sonja Jógvansdóttir úr Javnaðarflokkinum í
uttanflokka
• 2015 – Annika Olsen úr Fólkaflokkinum í Framsókn
• 2015 – Annika Olsen úr Framsókn í uttanflokka
• 2016 – Annika Olsen úr uttanflokka í Fólkaflokkin
• 2018 – Magni Laksafoss úr Sambandsflokkinum í
uttanflokka
• 2019 – Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum -
uttanflokka
Hesi hava umboðað
fleiri flokkar í
landsstýrinum:
Framhald á næstu síðu
Tá ið CHE samgongan í februar í 2008 varð skipað, var
tað fyrstu ferð, at fólk vórðu tilnevnd landsstýrisfólk,
sum fyrr høvdu umboðað annan flokk í landsstýrinum.
Tey vóru Karsten Hansen, sum árini 1998-2003 umboðaði
Tjóvðeldi og sum nú umboðaði Miðflokkin, og Helena
Dam á Neystabø, sum frá 1998-2001 umboðaði Sjálvstýr
isflokkin og sum 2008-2011 umboðaði Javnaðarflokkin