Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bogi Andreasen Bogi Andreasen varð vald­ur í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi í 2008. Á løg­tings­val­i­ num í 2011 stillar hann upp fyri Fólkaflokkin og hev­ur onkuntíð sæti sum var­a­maður. Í 2012 og 2016 verður hann valdur í býráðið í Havn fyri Fólkaflokkin. Rúna Sivertsen Rúna Sivertsen hevði fast sæti á tingi fyri Fólkaflokkin sum varafólk fyri Anfinn Kalls­berg, meðan hann er løg­maður frá 1998-2004. Hon fer seinni úr Fólk­a­ flokk­i­num og stillar upp fyri Sjálv­stýr­is­flokk­in. Sámal Petur í Grund Sám­al Petur í Grund, sum hevði verið lands­ stýr­is­maður frá 1994-97 verður valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í 1998. Hann verður lands­stýr­ is­maðu­r aftur, tá Hel­ ena Dam á Neystabø fer frá í 2001. Hann verður ikki aft­ur­vald­ur í 2002. Í 2011 stillar hann upp fyri Framsókn. Bjørn á Heygum Bjørn á Heygum verður vald­ur á ting fyri Sam­ bands­flokk­in í 1994. Hann stillaði ikki upp­aftur á valinum í 1998. Í 2015 stillar hann upp fyri Nýtt Sjálvstýri. Bill Justinussen Bill Justinussen verður vald­ur á ting fyri Mið­f­ lokk­in í 2002. Hann hevði áður verið virkin í Krist­i­ liga Fólkaflokkinum Før­ oy­ar Framburðs- og Fiski­ vinnu­flokki. Jenis av Rana Jenis av Rana stillar í 1990 upp fyri Kristiliga Fólka­flokk­in Føroyar Framburðs- og Fisk­i­vinn­ u­flokk. Í 1994 verð­ur hann valdur á ting fyri Mið­ flokk­in. Kjartan Mohr Kjartan Mohr í Havn, sum varð valdur í Tórs­ havn­ar býráð fyri Havn­ ar Framburðsfelag (Fólka­flokk­in), stillar upp uttanflokka til løg­tings­ valið í 1954 og verður vald­ ur. Hann stovnar síðani Fram­burðs­flokkin, sum hann um­boðar á tingi til deyða­dag sín í 1979. Beint áðrenn Kjart­an Mohr doyr, til løg­tings­ val­ið í 1978, verður Fram­ burðs­flokk­urin broyttur til at eita ­Fram­burðs- og Fiski­vinn­u­flokk­urin. Tá verður Adolf Han­sen valdur umframt Kjartan Mohr. Kjartan Mohr møtir ong­an­tíð á tingi aftan á valið í 1978 vegna sjúku. Hann doyr í 1979. Tá kemur Juul Jac­ob­sen í Nólsoy á ting fyri hann. Eirikur Lindenskov Tað hevur seinastu árini al­ samt vundið upp á seg, at fólk skifta millum flokkar. Tað kom at kalla ikki fyri í goml­um døgum, at fólk vórðu vald fyri fleiri flokkar á ting. Nøkur fá dømi eru um tað úr Løg­tingssøguni, eitt nú fór A. C. Evensen úr Sjálv­ stýr­is­flokkinum og stillaði upp utt­an­flokka í 1916 og varð vald­ur. Jóannes bóndi fór úr Sjálv­stýrisflokkinum og varð valdur fyri Fólka­ flokkin í 1940. Síðani Magni Laksafoss 31. mars í fjør boðaði frá, at hann var farin úr Sam­bands­ flokk­inum hevur hann leit­að eftir nýggjum flokki at stilla upp fyri. Sonja Jógv­ans­ dóttir, sum tók seg úr Javn­ að­ar­flokkinum 15. september í 2015, hevur verið rættiliga kúrr um sína framtíð í poli­ tikki, men sum frættist hev­ ur hon teknað seg sum lim í Tjóðveldi. Men tað er ikki bara sum at siga tað at koma upp í ein nýggjan flokk. Summ­ir flokkar eru meira roynd­ir í so máta, eitt nú Javn­að­ar­flokk­ urin. Av teimum 12 fólk­u­num, sum nú umboða Javn­að­ar­ flokkin á Løgtingi, í lands­ stýri og á Fólkatingi, eru 6 fólk, ella helmingurin teirra, so­nevndir »flokshopparar«, fólk sum umboða ella hava um­boðað aðrar flokkar: • Sonja Jógvansdóttir • Heðin Mortensen • Kristin Michelsen • Helena Dam á Neystabø •Sjúrður Skaale •Kristianna Winther Poulsen Hóast hurðin í Javn­að­ar­ flokk­inum hevur staðið víð­ op­in fyri flokshopparum, so ger hon ikki tað longur. Og tað ger tað trupult hjá einum sum Magna Laksafoss at koma inn í Javnaðarflokkin. Flokk­ur­in hevur broytt upp­ stil­l­ing­ar­reglarnar soleiðis, at nú er tað starvs­nevndin í flokk­inum, sum skal góð­ kenna endaliga vallistan. Tað merkir, at valfeløgini ikki long­ur hava endaliga orðið. Vóru gomlu reglarnar gald­andi, so kundi til døm­ is Kristin Michelsen møtt á upp­stil­lingarfundi hjá Javn­ að­ar­flokk­inum í Suðuroy við nøkr­um stuðlum. Kom hann á upp­stil­lin­g­arfundinum á list­an, so var hann á listanum hjá Javn­aðarflokkinum, og flokk­urin kundi einki gjørt við tað, sjálvt um hann varð koyrd­ur úr tingbólkinum. Tað fer ikki at bera til á kom­andi løgtingsvali. Tí skuldi Kristin Michelsen kom­ið á listan á einum upp­ still­ing­arfundi í Suðuroy, so kann starvsnevndin bara koyra hann av aftur list­a­ num. Í førinum við Magna Laksa­foss skilst, at Javn­að­ar­ flokkurin ikki vil hava hann í flokkin og at stilla upp. Tí kann tað gera tað sama, um Magni Laksafoss meldar seg sum lim í onkrum javn­að­ arfelag og kanska slepp­ur upp á listan á einum upp­ stil­l­ingarfundi. Tí vil flokk­ urin ikki hava hann á list­ an – og hann kortini kemur á ein lista á einum upp­ stillingarfundi, so fer starvs­ nevndin í flokkinum at koyra hann av aftur listanum. Hóast Tjóðveldi ikki hev­ ur somu reglur sum Jav­n­að­ ar­flokk­urin við at góðkenna upp­still­ingarlistan, so skilst á lagnum, at Sonja Jógv­ ans­dóttir ikki hevur so lætt við at sleppa inn í hit­ an í Tjóðveldinum. Fleiri sterk­ar kvinnur eru í Havn, Ann­ita á Fríðriksmørk, Katr­in Kallsberg og Bjørt Sam­u­elsen, sum ikki eru so fegn­ar um at lata Sonju teirra pláss. Aðrar røddir í Tjóðveldi eru eis­ini, sum ávara um sera vinstrasinnaða og LGBT profilin hjá Sonju Jógvansdóttir. Hvussu verður profilurin hjá Tjóð­ veldi mettur, um meira borgarligar tjóð­veld­is­pol­i­ti­ k­a­rar sum Magni Arge stilla upp saman við Sonju Jógv­ ans­dóttir, verður spurt. Fyribrigdið við floks­ hopparum á tingi man hava eini 25 ár á baki, men hevur serliga vundið upp á seg sein­ astu árini. Komandi tíð­in fer tó at vísa, hvussu leik­ur fer – og um tað verða floks­hopp­ ar­arnir ella politisku flokk­ar­ nir, sum fara á uppboðssølu. Skal ikki vera ov lætt at sleppa upp á listan Greining: Í síðstu viku frætt­ist, at sjálvstýrisfólk í Havn fegin vilja hava Magna Laks­a­foss at stilla upp fyri Sjálv­stýr­is­flokkin. Og í summar frætt­ist, at Sonja Jógv­ans­dóttir er farin upp í Tjóðveldi. Men hó­ast val­ið nærk­ast, so hava hvørki Tjóðveldi ella Sjálvstýrið boðað frá, at tey hava fingið nýtt val­ evni og nýtt tingfólk upp í flokkin Javnaðarfólk fegnast um valsigur í Kringvarpinum valkvøldið í 2015, tá flokkurin fekk 8 fólk vald á ting. Nú eru bara 6 teirra eftir í Javnaðarflokkinum ...framhald av síðstu síðu