mánadagur 28. januar 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
TÍÐINDI
Eg eri ikki
við fyri
at tapa
14 ára gamli Høgni Kunoy Dávason
bleiv um vikuskiftið norðurlendskur
meistari í Taekwondo.
Danjal av Rana
– Hetta kennist væl, men nokk
so óvæntað. Eg trúði ikki
ordiliga upp á tað sjálvur. Hin
vegin, so eri eg ikki við fyri at
tapa. Men eg haldi ikki, at eg
havi skilt hetta heilt sjálvur,
sigur hann. Høgni vann í ald
ursbólkinum 15 til 17 ár, undir
59 kilo. Tað merkir, at mest sum
allir mótstøðumenninir vóru
eldri og størri enn hann.
Umframt hetta hevur Høgni
Kunoy Dávason sjúkuna cyst
iska fibrosu. Hóast tað merkir
gerandisdagin, hevur hann sett
sær fyri, at sjúkan ikki skal
forða sær at gera tað, sum hann
ynskir.
Fyri
fimm
árum
síðani
flutti Høgni Kunoy Dávason
flutti til Føroya saman við for
eldrunum. Hann hevði íðkað
taekwondo í Danmark, men
í Føroyum var einki felag. Tí
valdi hann, sum 10 ára gamal,
at stovna sítt egna felag, so at
hann kundi hava umstøður at
halda fram við venjingini.
– At vera við í slíkum stevn
um var ein av orsøkunum til, at
vit settu felagið á stovn, og tað
hevur eydnast væl higartil, sig
ur hann.
Íðkarar hjá felagnum hava
luttikið í fleiri stevnum longu,
millum annað í Danmark, og
nógvir teirra hava fingið góð
úrslit. Tí valdi felagið í ár at
senda nakrar luttakar við til
norðurlendsku meistarastevn
una, men mest fyri at kanna,
hvar støðið liggur í mun til
onnur.
Høgni Dávason er væl nøgd
ur við gongdina. Hann sigur, at
tey nú kenna fleiri av hinum
íðkarunum, og tí síggja tey
eisini, hvussu framgongdin er.
Hann sigur, at fleiri av hinum
føroyingunum kundu vunnið
nakrar av sínum dystum, um
hepni var við teimum, men at
framgongdin er eyðsæð í mun
til aðrar kappingar, sum tey
hava luttikið í. Umframt at
Høgni Kunoy Dávason sjálvur
vann gull, vunnu Dávid á Lakj
uni og Markus Davidsson Vas
quez bronsu í sínum aldurs
bólkum.
– Eg haldi, at tað hevur nógv
at siga, at vera við til slíkar
kappingar. Vit vóru eisini við
í DM, har vit fingu tríggjar
danmarksmeistarar,
vunnu
tvey silvurheiðursmerki og trý
bronsuheiðursmerki. Tað eri
eg sera fegin um, sigur Høgni
Kunoy Dávason, sum tó hyggur
frameftir heldur enn aftureftir.
Næsta málið er EM.
Nú eru tað yvir 100 íðkarar í
Taekwondo felagnum Hwarang
Føroyar, sum heldur til í Søldar
firði.
Høgni Kunoy Dávason (Gull Junior A -59 Dreingir), Dávid Á Lakjuni (Bronsa Junior A
-59 Dreingir), Signar Hansen (Kappaðist eisini í bólkinum Junior A -59 Dreingir), Markus
Davidsson Vazquez (Bronsa Cadet A -45 Dreingir) og venjarin Mathias Gabrielsen
Dávur Kunoy Høgnason, pápi
Høgna, berur fram røðu
Durita Joensen, skúlastjóri
í skúlanum við Løkin bar
fram røðu fyri løgmann, ið
ikki fekk verði á staðnum
14 ára gamli Høgni Kunoy
Dávason er sera fegin um avrikið
hjá sær og liðfeløgum sínum
Omma Høgna, Ragnhild
Kunoy Høgnesen, sigur nøkur
orð saman við systkinabarni
Høgna Róari Kunoy Im
Borgarstjórin í Runavíkar
kommunu, Torbjørn
Jacobsen, heldur røðu fyri
íðkarum á áhoyrarum
Høgni Kunoy Dávason er takkar fyri stuðulin og móttøkuna
Venjarin hjá Høgna, danin
Mathias Gabrielsen, greiðir
frá, at stórsigurin í Íslandi kom
sera óvart á hann og onnur í
feganum, tí upprunaliga varð
farið til Íslands við tí fyri eyga
at vita hvar felagið stóð í mun til
onnur feløg í Norðurlondum
Heri Hansen og Høgni Høgnesen - abbarnir hjá Høgna báðir
Myndir: Torbjørn Jacobsen