mánadagur 28. januar 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
Miseydnað útbjóðing av Bygdaleiðum
Útbjóðing av
rakstrinum á
Bygdaleiðum
Eivin H. Jacobsen
Í miðlinum ein av farnu
døgunum stóð at lesa, at
Strandferðslan bjóðar upp
gávuna at røkja Bygdaleiðir út
av nýggjum. Ein av broyting
unum verður, at sáttmála
skeiðið skal leingjast frá 5 til 7
ár.
Henda samfelagsliga
tænasta/ skylda átti at havt
nógv størri umrøðu í politiska
rúminum. Er tað nú rætt at
bjóða út Bygdaleiðir? Er
tænastan hægri? Eru
pendlaramøguleikarnir
batnaðir so bústaðurin í
landinum ikki er so
avgerðandi fyri, hvar tú nú
arbeiðir, nú 90% av landinum
er knýtt saman við tunlum og
brúm.
Endamálið við at bjóða út
privat eina almenna tænastu
er, at henda kann loysast betri
og bíligari, men er tað nú tað,
sum veruliga hendir?
Stutta svarið er nei. Okkara
politiska skipan hevur svikið.
At gera eina bindandi avtalu
við lægst bjóðandi er at
frásiga sær alla ábyrgd av
einum so týðandi
samfelagsfunksjón. Hetta skal
ikki skiljast sum eitt álop á
teir, sum bjóða og útinna
tænastuna, tvørturímóti teir
halda seg til avtaluna.
Persónliga eri eg tilhangari
av útbjóðing, men má bara
staðfesta, at til tíðir havi eg
ein trupulleika at sannføra
meg sjálvan um hesa skipan. Í
londunum rundan um okkum
verða útbjóðingar nógv
umrøddar og eftirmetingar
gjørdar. Kanningar vísa, at tað
hvørki er bíligari ella betri at
bjóða út, við nøkrum fáum
undantøkum.
Útbjóðing eitt stórt
afturstig í Vágum
Fyri Vágar hevur útbjóðing
verið eitt stórt afturstig og
fylgir ikki tíðini og útvikling
inum.
Fólk í Bø og Gásadali hava
ongan túr. Gásadalsfólk hava
ongantíð sæð ein buss hjá
Bygdaleiðum í rutu. Í hesum
økinum búgva umleið 70 fólk
við nógvum ungdómi, skulu
hesi til ítrótt ella onnur tiltøk
aðrastaðni í oynni verða
foreldur noydd at taka sær av
hesum.
Í Sørvági skulu fólk ganga
ígjøgnum bygdina ávísar túrar
um tú skal brúka buss.
Skúlaungdómur í Vágum, sum
ferð av oynni í skúla hevur
fáar valmøguleikar at koma til
hús aftur.
Uttan iva er tænastan líka
vánalig aðrastaðni.
Lægri tænasta á flogrutuni
Hvør minnist ikki á flogvøllin
um fyri nógvum árum síðan,
tá rópt var í hátalaran ”Buss
urin til Tórshavn koyrir nú.” Í
dag fylgir samferðslan ikki við
broytta útviklinginum og
vøkstrinum í ferðafólkatalin
um. Hetta gevur okkum
vánaligt umdømi.
Flogrutan passar illa til
flogferðsluna og eru nakrir
minuttir seinking í flogferðsl
uni, so er bussurin farin, men
hóast taxabilar og bussar er
tørvurin langt frá nøktaður.
Um kvøldið standa fólk við
smáum børnum og vita ikki,
hvat tey skulu gera, tí eingin
flutningsmøguleiki er.
Fyri nøkrum vikum síðan
tók landsstýrismaðurin í
samferðslumálum og setti
túrar inn á Hestleiðuni, fyri at
nøkta tørvin hjá teimum, sum
búleikast har, longri var tann
søgan ikki. At seta ein túr inn
á einari rutu, sum er útboðin
er opinbart ikki líka lætt.
Tórshavnar Kommuna
ein góð fyrimynd
Tórshavnar kommuna veitir
tænastur, sum útjaðarin
hevur ein trupulleika at
kappast við.
Tá talan er um flutnings
møguleikar, eru fleiri túrar
hvønn dag til allar bygdirnar,
sum eru í Tórshavnar Komm
unu. Ein vælvirkandi tænasta,
sum hoyrir nútíðini til.
Visjón 2015 og samferðsla
Í hesum døgum verður nógv
tosað um bústaðir og bústað
armøguleikar, tað standa
omanfyri 1000 hús tóm í
Føroyum, tað sama sum allar
Vágar til saman.
Í Visjón 2015 stendur, at við
góðum ferðamøguleikum
kunnu Føroyar verða
roknaðar sum éin
høvuðsstaður. Eitt smidligt
infrakervi styðjar upp undir
búseting, vinnu og virksemi í
einum øki, og at ferðslu
mynstrið á einari farleið er
avgerðandi fyri, hvør flutn
ingsháttur hóskar seg best, tað
veri seg stór ella smá akfør.
Liva vit upp til síðu 141, 42,
43, 44 í Visjón 2015?
Vit kunnu eisini spyrja, um
ein tørvskanning fyriliggur?
Eru kommunur, vinnulív og
ikki minst almenningurin/
brúkarin tikin við uppá ráð,
nú bjóðast skal út av nýggjum
í heili 7 ár?
Also Also
Frank Davidsen
Nú brýtur í bæði borð hjá
okkara Kringvarpið. Og tað
er ikki lukkuligt sum
láturverji teirra borgarligu í
Norðoyggjum leikaði í
herfyri á Vágaportalinum .
Hesin var í øðini tí, haldið
tykkum fast, at Katrin
Kallsberg og Henrik Old
hava sitið í panelinum á tí
frálíku sendingini Also , íð
verður send hvønn leygar
morgun í Kringvarpinum.
Tann trupuleikin er
lættur at loysa, tí hann er
føroyameistari í viðmerk
ingum. So Kringvarpið eigur
at lata Bigga og ónøgda
borgarliga fjepparin fáa
møguleikan, at luttaka í
panelinum á Also.
Hinvegin er tað meira
álvarsligt, at starvsfólk í
Kringvarpinum dag og
dagliga verða niðurgjørd av
borgarligum politikkarum.
Einstøk tíðindafólk verða
tikin burtur úr rúgvuni, har
tey verða viðgjørd
persónliga.
Og í alraflestu førum
verða tey løgd undir, at hava
ein fjalda dagsskrá. Meðan
ein kann yppa øksl, og taka
tað sum skemt viðvíkjandi
hesum borgarliga fjeppara,
so er tað meira álvarsligt, tá
tað er komið hartil at floks
formaður ferð aftan á ferð
skýrir okkara almenna
Kringvarp, at vera ein
klekingardepil hjá ávisum
politisku flokki.
Í sjálvum sær er
tað lagnunar speisemi, at
sama Kringvarp og somu
starvsfólk sum geva
útspillarnum rúmd í Kring
varpinum, tey vera niður
gjørd , bæði fagliga eins og
menniskjaliga av løgtingsins
røðarapallið , eins og til
nærum hvørja aðra politiska
viðgerð í Kringvarpinum.
Tað syndarliga er, at hesi
sum kyniskt dag og dagliga
útstilla starvsfólki í Kring
varpinum sum ein ótrúverd
igan bólk, tað er tey sum
hava eina fjalda dagsskrá. Tí
tey eru fult greið yvur, at
sigur tú ein lýgn nóg ofta, so
ertað tíann verri so, at
fólk koma at trúgva uppá
lygnina. Sannleikin er, at
hesi løgtingsumboð íð dag
og dagliga spilla og
niðurgera starvsfólki
á Kringvarpinum, tey
kunna takka somu starvs
fólkum í Kringvarpinum
fyri teirra karrieru, tí tey
hava fingið høvi til at brúkt
okkara almenna Kring
varp sum platform. Í tí
sambandið er hetta orðatak
sera rámandi. ”Ger skálkin
um gott og hann lønar tær
aftur há og spott”.
Í sjálvum sær er tað lagn
unar speisemi, at sama
Kringvarp og somu starvs
fólk sum geva útspill
arnum rúmd í Kringvarp
inum, tey vera niðurgjørd
, bæði fagliga eins og
menniskjaliga av løgtings
ins røðarapallið , eins
og til nærum hvørja
aðra politiska viðgerð í
Kringvarpinum
Í sjálvum Fyri nøkrum vikum
síðan tók landsstýrismaðurin í
samferðslumálum og setti túrar
inn á Hestleiðuni, fyri at nøkta
tørvin hjá teimum, sum búleikast
har, longri var tann søgan ikki.
At seta ein túr inn á einari rutu,
sum er útboðin er opinbart ikki
líka lætt
KJAK