Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Fýra føroyingar vunnu leygardagin EM í inniróðri. Føroyskur svimjari vann heiðursmerki í svenskari kapping, og so hava kappingar verið her heima í eitt nú bogaskjóting og renning Pætur Albinus BADMINTON Havnar Badmintonfelag hevur fingið nýggja nevnd. Nýggir limir eru eru Allan Skaalum, John Syderbø og Birita K. Samuel­sen. Dorthea Thomsen, Elsa Torkilshøj, Yngvi Guttesen, Rúni Simonsen og Katrin Jacob­sen vórðu afturvald. Nevnd­in hevur skipað seg soleiðis: Allan Skalum, for­ maður, John Syderbø, næst­ for­mað­ur, Dorthea Thomsen, peninga­røkil, Katrin Jacobsen, Elsa Torkildshøj og Brita K. Samuel­sen, nevndarlimir. Til­ taks­lim­irnir eru Yngvi Gutte­ sen og Rúni Simonsen. Regin Hamm­er og Durita í Grótinum ynsktu ikki at stilla upp aftur til nevndarvalið hesaferð. BOGASKJÓTING Kapping hevur um vikuskiftið verið í hølunum hjá Tambar í Havn. Leygardagin kappaðust ung­dómsskjúttar á 15 metrar fjarstøðu, og sunnudagin kapp­aðust vaksnir skjúttar á 18 metrar fjarstøðu. Hjá ung­ um í recurve vann Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot) 6-4 á Fríða Leitisskarð (Tambar) í finaluni. Hjá teimum vaksnu í com­pound vann Jóannes Poul­sen (Ørvur) 144-139 á Alek­ sanduri Leitisstein (Ørvur) í gull­finaluni, og í recurve hjá teim­um vaksnu var tað Jógvan Peter­sen (Ørvur), ið vann 6-0 á Balduri U. Árting (Tambar) í gullfinaluni. FLOGBÓLTUR Menninir hjá ÍF vunnu í gjár annan sigurin hetta kapp­ingar­ árið, tá ið teir heima á Kambs­ dali kúgvendu einum hóttandi tapi til 3-2-sigur á Fleyr, sum var á odda 2-0 í settum. Settúrslitini í dystinum vóru 22-25, 18-25, 25-22, 25-18, 15-8. Dagin fyri hevði greiða oddaliðið, Mjølnir, greitt sína skyldu við 3-1-sigri á heima­vølli ímóti SÍ. Har vóru úrs­litini 18-25, 25-21, 25-16, 25-22. Mjølnir er fyri langari tíð síðani runnið undan hinum liðunum, har Fleyr hevur havt rímiliga greitt 2. pláss, men nú er trý stig frammanfyri SÍ og seks stig frammanfyri ÍF. Eisini hava tveir dystir verið í meistaradeildini hjá kvinnum hetta vikuskiftið. Báðir vórðu spældir í gjár. Í vágauppgerðini vann SÍ ein annars tættan dyst 3-0 á botnliðnum, Drátti. Sett­ úrslitini vóru 26-24, 28-26, 25-16. Hin dysturin, sum var ímillum TB og KÍF í Trongisvági, var eisini sera tættur. Har var tað heima­liðið, sum dró longra stráð­ið í fimta og avgerandi setti. Settúrslitini vóru 22-25, 27-25, 25-14, 18-25, 15-12. Fleyr er framvegis oddalið, nú trý stig frammanfyri SÍ, meðan longri er niður til miðfeltið, har Mjølnir er nummar trý. FR. ÍTRÓTT Fjórða umfar í Betri vetrar­ kappingini varð runnið í Sør­ vági leygardagin, har útvið 70 rennarar luttóku í góðum veðri. Vinnari í opna bólkinum hjá monn­um gjørdist 21 ára gamli Hanus í Horni Nielsen (Frælsi) við tíðini 36:44 frammanfyri Sam Vang (Bragdið) við tíðini 37:15 og Steffan Klein Poulsen (Treysti) við tíðini 37:43. Í opna bólkinum hjá kvinnum vann Sarah Vallin úr Bragdinum við tíðini 40:26. Nummar tvey bleiv Marita Andrasardóttir (Hvirlan) við tíðini 40:32, og nummar trý var Hergerð Heldar­skarð (Bragdið) við tíðini 43:35. INNIRÓÐUR Fleiri føroyskir rógvarar lut­ tóku leygardagin í EM í inni­ róðri. Kappingin var í Dan­ mark.Elsa Magnussen legði væl frá landi og gjørdist evropa­meistari við at vinna bólk­in kvinnur 30-39 ár greitt við tíðini 7:12,5. Eisini Sarita Hansen gjørdist evropa­ meistari. Tað gjørdist hon í lættvektsbólkinum hjá kvinn­ um 30-39 ár við tíðini 7:30,8. Í opna bólkinum gjørdist Sverri Sandberg Nielsen evropa­ meistari við tíðini 5:47,2. Hetta var samstundis persónligt og danskt met hjá føroyingunum, sum rør við DSR í Danmark. Í aldursbólkinum 14 ár var Sunneva Lamhauge fremst og vann EM-gull. Í tí aldurs­ bólkinum snýr tað seg um at rógva so nógvar metr­ ar sum gjørligt upp á fýra minutt­ir. Nøkur silvur­ heiðurs­merkir blivu eisini vunn­in av føroyingum. Jens Kristian Dam vann silvur í lættvektsbólkinum hjá mon­ num 40-49 ár, Berg­ur Robert Dam í lætt­vekts­bólki­num hjá monnum 30-39 ár og Emma Lang­gaard Nagurset í G15. Tvær bronsur komu eisini í hús. Nikoba í Gong vann bronsu í gent­um 17, og Brandur Kjølbro vann bronsu í dreingjum 17. SVIMJING Óli Mortensen vann um viku­ skiftið silvur á 1500 metrum frí í Swedish Grand Prix. Tíðin hjá honum var 16:17.10, og tað var einans 0,65 sekund fram­ man­fyri bronsuvinnaran, 16 ára gamla norðmannin Tobias Moen Olsen. Vinnari í sann­førandi stíli var danski Alexander Aslak Nørgaard við tíðini 15:40.72. TENNIS Heimsins nummar eitt í tennis, ser­biski Novak Djokovic, skrivaði í gjáramorgun søgu, tá ið hann vann Australian Open fyri sjeyndu ferð. Hann yvirhálaði harvið Roger Federer, ið hevur vunn­ ið kappingina seks ferðir. Novak Djokovic vann hesa­ ferð finaluna 6-3, 6-2, 6-3 ímóti heimsins nummar tvey, spanska Rafael Nadal. Í finalu­ ni hjá kvinnum vann Naomi Osaka 7-6, 5-7, 6-4 ímóti Petru Kvitova. 21 ára gamla Naomi Osaka, sum er úr Japan, vann í fjør sína fyrstu Grand Slam- kapp­ing. Tá vann hon US Open. Fleiri føroyskir evropameistarar Sunneva Lamhauge Leo vann EM-gull í gentum 14