Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Tað var longu í Fótbólt­s­blað­ num hjá Ítróttar­Sosialinum fyri kappingarárið 2018, at Od­ mar Færø boðaði frá, at hann ynskti at royna eydnuna í yrkis­fótbólti. Hetta blivu tey í B36 eisini kunnaði um. Brúd­ leyp stóð fyri framman og lesturin er komin á mál. Síðani kappingarenda hevur ikki verið nógv at hoyrt frá lands­liðsmiðverjanum. Hann ger ikki nógv um seg, meðan leitað verður eftir nýggjum felagi. Brádliga komu tíðindi úr Noreg, at Odmar Færø nú hevur gjørt sáttmála við Ham­ Kam í næstbestu deildini í Noreg – og kenslan er góð. -Eg havi verið her í eina lítla viku nú. Alt, sum eg havi sæð, hevur givið mær eina positiva fatan av felagnum. Eg eri fegin um, at felagið er so áhugað í mær, og at øll eru blivn samd um ein sáttmála, sigur Odmar Færø, sum er komin aftur til landið í hesum døgum. Hann skal aftur til Noregs miku­dagin, tá ein nýggjur kapitul byrjar í lívinum hjá Odmari Færø. Nú ella aldrin Odmar Færø er 29 ára gamal. Hann hevur í nøkur ár verið álitið í verjuni hjá B36, har hann eisini hevur verið liðskipari. Tað er ikki gerandiskostur, at síggja 29 ára gamlar spæl­ar­ar fara av landinum í fót­bólts­ ørindum, men fyri Odmar Færø og konuna gevur tað meining at royna tað nú. -Eg og Marita blivu gift í summar. Samstundis sum vit bæði eru blivin liðug at lesa. Nú eru vit til reiðar at royna okkurt heilt øðrvísi, og gera tað 100 prosent. Eg eri 29 ára gamal - um tað ikki verður nú, so verður tað aldrin, sigur Odmar Færø. Hví HamKam? Føroyskur fótbóltur hevur seinnu árini ment seg nógv, og tað sæst eisini aftur á útisetum, sum nú eru at finna í týskum, donskum, íslendskum og nú í størri mun í norskum fótbólti. Ein av vegunum inn eru góð skotsmál frá venjarum, ið hava verið venjarar í Føroyum. Í hesum førinum fyrrverandi svenska venjaranum hjá Suðr­ in­g­um. -Eg haldi at Annfinn Gaard (um­boðsmaðurin hjá Odmari, blaðm) hevur onkrar kontaktir her. Teir høvdu spurt ymsik fólk. Eitt nú hevur Glenn Ståhl lagt eitt gott orð inn, umframt onnur. Tað eri eg takksamur fyri. Eisini hava teir gjørt eitt stórt arbeiði við at hyggja eftir lands­dystum hjá mær á InStat, sigur Odmar Færø. InStat samlar inn statistik frá flestu av dystunum í Ev­ ropa. Síðani kunnu eitt nú venjar­ar fara inn og hyggja eftir, hvussu ein spælari klárar seg. HamKam spælir í næst­ bestu deildini, men málið er at koma í bestu deildina innan tvey ár. -Nú havi eg bara verið her í eina viku, men tað er eitt felag, ið ætlar sær í bestu deildina innan tvey ár. Tað eru komni tveir nýggir venjarar til og tað henda fleiri spennandi broyt­ingar. Teir meta, at eg skal verða ein stórur partur av tí og tað tími eg væl, sigur Odmar Færø. Føroyski landsliðsspælarin leggur afturat, at ætlanin er at hann skal røkja plássið sum høgri miðverji. Vil gera mun á landsliðnum Odmar Færø hevur spælt fleiri sannførandi landsdystir í mið­verjuni, men tá bæði Atli Greger­sen og Sonni Ragnar Natte­stad hava verið tøkir og vit hava spælt við tveimum mið­verjum, so hevur Odmar mang­an sitið uttanfyri. Við hesum skiftinum ynskir mið­verj­in at kunna bjóða lands­lið­num meir. -Eg ynski absolut at spæla á landsliðnum, men eg vóni líka so nógv at landsliðið, sum eg elski, hevur brúk fyri mær. Um landsliðið hevur ein betri FÓTBÓLTUR Odmar til HamKam: NÚ ELLA ALDRIN Tað sigur 29 ára gamli Odmar Færø, sum hevur gjørt eitt ára sáttmála við norska HamKam. – Eg eri 29 ár, um tað ikki verður nú, so verður tað aldrin, sigur landsliðsmiðverjin