mánadagur 28. januar 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
spælara í mær, nú tá eg
spæli yrkisfótbólt, so er tað
fantastiskt hjá mær at kunna
bjóða tað. Um eg eri betri fyri,
so kann eg geva landsliðnum
meir og koma við meir, enn eg
nakrantíð havi, sigur Odmar
Færø.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Dánjal av Rana
Føroyskur fótbóltur hevur
ikki verið í høgum metum í
Noregi, men hendan fatanin
er broytt nakað seinastu árini.
Nú eru nógv ár síðani tey
bæði størstu føroysku tapini
móti norskari mótstøðu. Í
1993 tapti føroyska landsliðið
7-0 móti norska landsliðnum
og í 1995 tapti HB 10-0 móti
Tromsø.
Ein kann siga, at føroyskur
fótbóltur hevndi tapið móti
Tromsø, tá Víkingur í 2014
sló Tromsø úr evropisku fót
bóltskappingini við at vinna
2-1 í Tromsø. Men 7-0 tapið hjá
landsliðnum er seinasti dyst
urin millum londini bæði.
Í løtuni eru seks føroying
ar í norskum fótbólti. Gilli
Sørensen er í Brann, Mein
hard E. Olsen er í Kristian
sund og Sonni Ragnar
Nattestad er – enn
– í Molde. Í næst
bestudeildini
eru
Ári Mohr Jónsson
í Sandnes Ulf og
nú Oddmar Færø
í
HamKam,
meðan
Rógvi
Baldvinsson
er
í
Bryne
í
triðbestu
deildini. Í fjør
spældi
Patrik
Johannesen fyri
Florø í næstbestu
norsku deildini.
Teir eru ikki fyrstu
føroyingarnir, sum spæla
í Noregi.
Í 2005 og 2006 spældi
kanska
besti
føroyski
spælarin
nakrantíð,
Todi Jónsson, við norska
felagnum Start. Tað mundi
endað við einum norskum
meistaraheitið í 2005, men
Start endaði eitt stig aftan
fyri Vålerenga. Todi Jónsson
kom til felagið miðskeiðis
gjøgnum kappingarárið og
spældi 13 dystir fyri felagið.
Hann
skoraði
fýra
mál,
millum annað eitt hattrick
móti Rosenborg. Eitt 3-1 tap
í seinasta umfarinum gjørdi,
at javnleikurin hjá Vålerenga
var nokk at geva teimum
meistaraheitið.
Í
2006
skoraði Todi einki mál fyri
Start, sum endaði nummar
seks.
Millum fyrstu føroyingar
nar í Noregi vóru Jóannes
Jakobsen og Kári Reynheim,
sum spældi við IK Grand.
Seinast í nítiárunum vóru
fleiri føroyingar í norskum
fótbólti. Julian Johnsson
spældi fyrst í Kongsvinger
og síðani í Sogndal, har hann
var liðfelagi hjá Kurt Mørk
øre og Hans Fróða Hansen.
Síðani hevur Símun Samuel
sen spælt í Notodden, Atli
Danielsen í Sogndal og Rógvi
Jacobsen í Hødd. Rógvi
Baldvins
son hevur verið í Noregi
í fleiri ár, meðan Kaj Leo
í Bartalsstovu spældi í
Levanger í nøkur ár, áðrenn
leiðin lá til Rumenia.
Ongan sigur, ongan javn
leik og trý tap. 1-3, 0-2 og 0-7.
Tríggjar ferðir hava Føroy
ar spælt móti Noregi. Kurt
Mørkøre hevur skorað ein
asta málið, í venjingardysti
móti norska OL-landsliðnum
í 1991. Tá Noreg kemur á
vitjan á Tórsvølli 10. juni,
verður hetta fyrsti kapp
ingardysturin millum lond
ini
nakrantíð.
Vónandi pyntað vit um
hagtølini tá.
Bara Kurt hevur
skorað móti Noregi
Ongantíð áður hava so nógvir
føroyingar spælt í norskum fótbólti.
Vónandi sæst tað aftur í summar, tá
Føroyar skulu spæla móti Noregi