mánadagur 28. januar 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
26. januar 2014. Danmark hevur
spælt seg í EM-finaluna á
heimavølli, og skal hitta Frak
land. Í einari fullari danskari
høll í Herning, má Danmark
lúta fyri einum ótrúligum av
riki av Fraklandi. Frakland
hevur í kappingini spælt full
komiliga lýtaleyst, og í finaluni
eru danir ørkymlaðir. Frakland
spæla við so miklari góðsku í
sínum spæli, at tað er fullkomi
liga ógjørligt at nærkast einum
úrsliti, og eftir kappingina
verður franska liðið mett sum
eitt hitt sterkasta nakrantíð í
einum endaspæli.
Øgilig menning
upp á fimm ár
Fimm ár seinni. 27. januar
2019. Danmark stendur aftur
í einari finalu á heimavølli
í Herning. Hesaferð er tað
heimsmeistaraheitið, ið skal
avgerast móti Noregi. Nógvir
leikarar frá EM-finaluni fyri
fimm árum síðani eru enn
við, og seinastu fimm árini
hevur danska liðið ment seg
í hvørjum. Liðið hevur skift
venjara tvær ferðir í hesum
tíðarskeiði, og hevur megnað
at vunnið olympiskt gull, hóast
avrikini í EM og HM hava verið
svikalig.
Men á heimavølli eru danir
til reiðar. Við so effektivum
álopsspælið, sum ikki er sæð
síðani Frakland í 2014, vinna
Mikkel Hansen, Niklas Landin
og allar hinar donsku stjørn
unar ein stórsigur fyri og ein
eftir í fyrstu vikuni av HM.
Mótstøðuliðini eru tó ikki
tey sterkastu, men í sætta
dystinum skal fyrsta veruliga
royndin standast. Mótstøðu
liðið er Noreg, ið hevur verið
fremsta norðurlendska hond
bóltstjóðin
seinastu
enda
spølini. Hetta leggja danir tó
lítið í. Økta mótstøðan gevur
bert
Mikkel
Hansen
enn
meira blóð á tonnina, og við
14 málum leiðir hann danir til
ein greiðan sigur, og staðfestur
fyri umheiminum at Danmark
ætlar tað í álvara.
Goyma tað besta til seinast
Danir renna seg ongantíð í
trupulleikar, og tá ið ein annar
norðurlendskur favorittur, Svø
ríki, verður bastur við greiðum
sigri, standa danir í hálvfinaluni
móti Fraklandi. Spurningurin
er um Danmark kann halda
støðið, nú liðið hevur spælt
átta dystir upp á tvær vikur.
Men donsku stjørnurnar halda
ikki bara støðið. Teir hava
goymt tað besta til seinastu
dystirnar. Finalan fyri fimm
árum verður hevnd so dyggi
liga. Hesaferð eru tað frak
lendingar, ið eru ørkymlaðir,
tá ið tað er ógjørligt at steðga
danska álopinum.
Síðani er tað finalan móti
Noregi, sum saman við Svøríki
helst hevur besta skjótálopið
í altjóða hondbólti. Í fyrra
dystinum millum Danmark
og
Noregi
eydnaðist
tað
dønum at forðað fyri flestu
skjótálopum, og um Noreg
skal hava nakran møgu
leika, so verður hetta lykil
in.
Hondbóltur snýr seg
um at skjóta mál
Men norsku skjótálopini
koma ikki í finaluni. Danir
forða aftur fyri teimum
á besta hátt: Við at skjóta
mál. Ovurstóra góðskan í
danska álopinum gevur stórar
møguleikar so at siga í hvørjum
álopi, og so verður ongin møgu
leiki hjá norðmonnum at renna
í skjótálop. Í hálvleikinum
er støðan 18-11 til heimaliðið,
og seinasta hálva tíman er
eingin ivi yvirhøvur um, at
Heimsmeistaraheitið
verður
latið dønum. Væl fyri leiklok er
danska fjøldin farin at hátíðar
halda
Heimsmeistaraheitið,
og tá ið dysturin er av kunnu
donsku stjørnurnar endiliga
fegnast um avgerðina, ið hevur
tikist so ósvitalig seinastu
nógvu dystirnar.
Føroyingur við fyri fyrstu
– men ikki seinastu - ferð
Mikkel Hansen verður valdur
til týdningarmesta leikaran í
kappingini, Niklas Landin sum
besti málverji, og hinar stjørn
urnar sum Rasmus Lauge,
Mads Mensah og Henrik Møl
gaard verða heiðraðir av teim
um 15.000 donsku fjepparun
um í høllini.
Millum allar hesar
donsku stjørnurnar gong
ur ein friðarligur føroyingur.
Jóhan á Plógv Hansen hevur
sæð finaluna frá áskoðara
plássunum saman við René
Toft, ið er hin leikarin, ið er
skiftur úr hópinum í kapp
ingini.
Kyndilsmaðurin spældi sítt
fyrsta endaspæl við danska
landsliðnum, og eigur eisini
sín leiklut í gullinum. Tá ið
royndasti
danski
leikarin,
Hans Lindberg, gjørdist skadd
ur í fyrsta dystinum, var føroy
ingurin skiftur inn fyri hann.
Jóhan á Plógv Hansen tók
eisini av møguleikanum í fyrra
HONDBÓLTUR
Tíggju dystir leikti Danmark í HM og tíggju ferðir gjørdist talan um ósvitaliga tryggar sigrar. Hetta eftir
at danir sýndu fram lýtaleyst álopsspæl, ið seint verður gloymt. Hondbóltsfjepparar fara at minnast
endaspælið fyri øgiligu sýningina av góðsku frá donsku leikarunum – og einum føroyskum eisini
DANMARK ER
HEIMSMEISTARI
VIÐ ØGILIGARI
SANNFØRING
27. oktober 2018. Føroyar
spælir móti Danmark á
tí sum skal eitast at vera
ein føroyskur heimavøllur
í Skjern. Føroyar tapa so
dyggiliga, og bjartskygni, ið
valdar í føroyskum hond
bólti fánar burtur.
27. januar 2019. Danmark
hava hølva níggju aðrar
hondbóltstjóðir av við eitt
HM-endaspæl, og brádliga
gerst tað lættari hjá før
oyskum hondbóltsfjeppar
um at skilja hvussu mun
urin kundi vera so stórur.
Danmark er rætt og slætt á
einum nógv hægri støði enn
allar aðrar hondbóltstjóðir í
løtuni, og tað var eins ógjør
ligt hjá Føroyum at fáa úrslit
og tað var hjá Svøríki, Frak
landi og Noregi
Í Juni 2019 skal føroyska
landsliðið spæla á útivølli
móti Danmark, og nú er
tað greitt at mótstøðuliðið
er Heimsmeistari. Føroyar
hava ongantíð spælt móti
einum
ráðandi
Heims
meistara fyrr, so tað verður
ein serligur dystur. Ikki bara
tí at Danmark er sterkasta
liðið í heiminum júst nú, men
tí tað er eitt tað sterkasta
nakrantíð.
Føroyar hitta
Heimsmeistararnar