mánadagur 28. januar 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
partinum
av
kappingini,
men
tá ið dystirnir gjørdust al
samt meira avgerandi, valdi
landsliðsvenjarin at spæla við
royndara
høgra
vonginum,
Lasse Svan, ið eisini spældi
lýtaleyst
hesar
dystirnar.
Finalumorgunin komu so boð
ini um at landsliðsvenjarin
valdi at taka Hans Lindberg
inn aftur fyri Jóhan á Plógv
Hansen.
Lasse Svan og Hans Lind
berg eru ávikavist 35 og 37
ára gamlir, so tíðin nærkast
til at teir skulu avloysast. Her
prógvaði 24 ára gamli føroy
ingurin, at hann er til reiðar
tá ið tíðin kemur, og úttøkan
til HM ber eisini boð um at
danski landsliðsvenjarin sær
føroyingin sum upplagda av
loysaran.
sjurdur@sosialurin.fov
HONDBÓLTUR
Eyðmjúkleiki og
hart arbeiði hava
ført Jóhan langt
Mangir føroyingar fylgdu
gongdini hjá danska lands
liðnum til HM, og enn meira
tá ið Jóhan á Plógv Hansen
kom inn í hópin eftir fyrsta
dystin. Í Kyndli vóru fólk
sum vera man, sera errin
av at ein av teirra egnu nú
skuldi spæla við einum av
favorittinum til HM.
Ein, ið fylgdi bæði HM og
Jóhan á Plógv Hansen nær,
er Julian Johansen, ið hevur
drúgvar royndir sum venjari
og ungdómsvenjari. Hann
arbeiddi eisini við Jóhan á
Plógv Hansen áðrenn hann
fór til Danmarkar.
Julian Johansen er ikki
í iva um hvat ger Jóhan á
Plógv Hansen til ein heilt
serligan hondbóltsleikara.
- Hann hevur arbeitt
nógv harðari enn allir hinir,
og lagt alla sína tíð og orku
í hondbóltin, sigur Julian
Johansen og leggur afturat
at eyðmjúki hugburðurin
eisini hevur borið Jóhan á
Plógv Hansen langt.
Tó høvdu fólk ikki vænt
að at hann skuldi gerast
Heimsmeistari
-
Vit
hildu
sjálvandi
ongantíð tá at hann fór at
gerast heimsmeistari, men
vit vistu rættiliga tíðliga at
hann fór at blíva ein góður
føroyskur
spælari,
sigur
Julian Johansen, og heldur
fram:
- Tá ið hann so fór til
Skanderborg og fekk kjansin
á besta liðinum eftir hart
arbeiði í tvey ár, tá sást at
hann kundi gerast ein sera
góður vongur, sigur venjarin
og greiðir frá, at í Kyndli
kendu tey Jóhan á Plógv
Hansen sum bakkspælara.
Styrkin sum bakkspælari
kom serliga frá góða avsetti
num, og hetta gav honum
serliga góðar fyritreytir at
spæla vongur í Danmark,
og at enda leiddi hann til
Heimsmeistaraheitið.
Hetta var eisini eitt eyka
stuttligt HM at fylgja við í
hjá kyndilsfólki sigur Julian
Johansen:
-Tað
gjørdi
tað
eyka
spennandi. Tað er kanska
ikki tí at eg altíð haldi við
Danmark,
men
eg
havi
sitið púra býttur og hugt
eftir øllum dystunum hjá
teimum, og tað er serliga fyri
at stuðla einum fyrrverandi
kyndilsdreingi,
sigur
venjarin og heldur fram:
-Tað er ótrúligt at hava
verið við til at uppalt ein
spælara sum verður Heims
meistari, og tað eiga vit at
vera errin um, hóast tað
sjálvandi er spell at hann
ikki spælir fyri Føroyar long
ur. Kortini eru vit øll glað
hansara vegna.
Hondbóltsleiðin
hjá
Jóhan á Plógv Hansen kann
eisini geva teimum ungu
leikarunum
í
Føroyum
íblástur.
-Allir
føroyingar
eiga
at brúka Jóhan. Fyrst og
fremst sum eitt dømi um at
vit kunnu koma langt hóast
vit eru í Føroyum. Hansara
leið var so eitt sindur øðrvísi,
tí sjálvandi skulu teir ungu
føroyingarnir droyma um
føroyska landsliðið, men
vit eiga at brúka Jóhan sum
íblástur í Føroyum, sigur
Julian Johansen.
Í Kyndli royna tey eisini at
brúka Heimsmeistaran tá ið
tey kunnu.
- Tá ið hann er í Føroyum
í frítíðunum kemur hann
í høllina og greiðir ungum
kyndilsfólki frá hvat krevst,
um tú skalt gerast ein av
heimsins bestu hondbólts
leikarum,
greiðir
Julian
Johansen frá.
Og hóast hann er vorðin
ein heimsstjørna, so missir
hann ikki sambandið við
røturnar.
- Jóhan er framvegis
Jóhan hóast hann nú er
heimsmeistari. Hann er ein
ungur eyðmjúkur drongur
sum ikki sigur so nógv og
ansar sær sjálvum – Hetta
kundu
onnur
lært
av,
heldur Julian Johansen fyri
og greiðir frá: - Hann hevur
ongantíð verið sum nakrir av
okkum øðrum, sum ganga og
reypa allatíðina. Hann hevur
heldur bara latið hondina
vísa hvat hann dugir, og tað
er hann komin langt við,
heldur Julian Johansen
Og Jóhan á Plógv Hansen
fer at koma langt. Julian
Johansen er ikki í iva um at
føroyingurin fer at spæla á
høgra vonginum hjá Dan
mark í langa tíð. - Hann
nærkast av álvara støðið
hjá Hans Lindberg, og hóast
royndi danin fær hug at
spæla fleiri landsdystir, so
kann tað skjótt henda at
Jóhan á Plógv Hansen er
tann betri spælarin, og má
veljast fram um, sigur sigur
Julian Johansen at enda.
Hugflogið og góðskan hjá Mikkel Hansen leiddi Danmark
til eitt hitt flottasta Heimsmeistaraheitið nakrantíð
Jóhan á Plógv Hansen hátíðarheldur gullið saman við Hans Lindberg og liðfeløgunum
Eyðmjúkleiki og
hart arbeiði er
frágreiðingin
fyri at Jóhan á
Plógv Hansen er
Heimsmeistari