mánadagur 28. januar 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Fýra av teimum fimm dystun
um í 3. umfari í VFF-Cup vóru
um vikuskiftið. HB vann 3-1 á
NSÍ, meðan B36 fríggjakvøldið
vann 3-1 á Víkingi. Skála vann
4-2 á Argjum, meðan ÍF og KÍ
deildu stigini í Fuglafirði. Fimti
dysturin, sum skuldi verða
millum EB/Streym og TB, bleiv
avlýstur.
HB og Adrian vísa
ræðandi styrki
Føroyameistarnir úr HB halda
fram, har tær sleptu í fjør.
Fyrst við at vinna 8-1 á ÍF, og
nú við at vinna greitt á kapp
ingarneytunum úr NSÍ. Adrian
Justinussen skoraði tvær ferðir
upp á fríspark, meðan Ari Mohr
Olsen skoraði triðja málið.
Afturgangandi fyri dystin
var, at HB hevði tamarhald á
støðuni. Seint í fyrra hálvleiki
skoraði Adrian Justinussen,
eftir at dómarin bríkslaði
fyri óbeinleiðis frísparki. Í
seinni hálvleiki var talan um
beinleiðis fríspark, tá Adrian
Justinussen gjørdi tað til 2-0.
Ari Mohr Olsen økti til 3-0,
eftir at Pætur Petersen og
Símun Samuelsen stóðu fyri
góðum uppspæli. Móti enda
num skiftu bæði liðini nógv.
Tað endaði við, at at Klæmint
A. Olsen minkaði um munin til
3-1.
Brian á máltalvuna
Brian
Jakobsen
og
ungi
Andreas Thomsen vóru millum
málskúttarnar, tá B36 fríggja
kvøldið vann 3-1 á Víkingi.
Nýggi áleyparin hjá árstals
felagnum,
Brian
Jakobsen,
skoraði fyrsta málið. Síðani
javnaði Víkingur við máli, sum
Heðin Hansen skoraði.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki
legði Alex Mellemgaard B36
á odda 2-1 við beinleiðis frí
sparki. Seinni økti ungi høgri
bakkurin, Andreas Thomsen,
til 3-1. Hetta eftir gott uppspæl
í høgru síðu. Móti dystarenda
fekk Víkingur brotsspark, men
innskifti málverjin hjá B36,
Sámal Johannesen, bjargaði
skotinum.
KÍ royndi útlendingarnar
KÍ hevur nú fingið allar sjey
útlendingarnar
til
landið.
Fyrsta royndin hjá teimum var
dysturin móti ÍF í Fuglafirði.
Tað var tó ein annar ”útiseti”,
sum skoraði. Patrik Johanne
sen, sum kom til KÍ frá norska
Florø í vetur, fekk sítt fyrsta
mál fyri felagið.
Karl Løkin, sum skifti til ÍF
frá Víkingi í vetur, skoraði mál
ið fyri ÍF.
Skála vann á
ungum AB-liðið
Skálamenn
tykjast
hava fingið lagt eina góða
grund undan komandi kapp
ingarárinum. Teir hava nú
vunnið á bæði KÍ og AB, og
spælt javnleik móti Víkingi.
Leygardagin vunnu teir 4-2 á
einum ungum AB-liðið.
Skála
menn
fingu
fýra
ymsikar málskjúttar á degnum.
Skálamenn
skulu
komandi
kappingarár klára seg uttan
Brian Jakobsen, sum hevur
skift til B36. Tí kemur tað helst
væl við, at eitt nú avloysarin,
Søren B. Nielsen, fekk eitt av
málunum.
Bæði HB og B36 vunnu á topp-fimm kappingarneytum í 3. umfari í nýggju venjarakappingini hjá Venjarafelagnum.
Serliga HB sær út til at halda fram, har teir sleptu í fjør. Adrian Justinussen rakar eisini kúluna væl
B36 - Víkingur 3-1
1-0 Brian Jakobsen
1-1 Heðin Hansen
2-1 Alex Mellemgaard
3-1 Andreas Thomsen
HB – NSÍ 3-1
1-0 Adrian Justinussen
2-0 Adrian Justinussen
3-0 Ári M. Olsen
3-1 Klæmint A. Olsen
ÍF – KÍ 1-1
0-1 Patrik Johannesen
1-1 Karl Løkin
AB – Skála 2-4
1-0 Beinir Henriksen
1-1 Edvin Jakobsen
1-2 Søren B. Nielsen
2-2 Hans Jákup Annfinnsson
2-3 Andreas Jakobsen
2-4 Niels Pauli Danielsen
EB/Streymur – TB
Avlýstur
VFF.Cup 3. umfar:
VFF-Cup støðan
TEAM
MP
GF
GA
GD
PTS
Skála
3
7
4
3
7
HB
2
11
2
9
6
B36
3
7
3
4
6
Víkingur
3
6
4
2
4
NSÍ
3
4
4
0
4
EB/Streymur
2
1
4
-3
3
ÍF
3
3
10
-7
2
KÍ
2
2
3
-1
1
AB
3
3
6
-3
1
TB
2
1
5
-4
1
VFF-Cup 3. umfar:
HAVNARFELØGINI
BÍTA FRÁ SÆR