mánadagur 28. januar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 28. januar 2019 · Nr. 11
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tað var ein fegin Jóhan á Plógv
Hansen, sum fekk gullheiðurs
merki um hálsin, tá Danmark í
gjár sannførandi vann 31-22 í HM-
finaluni móti Noreg. Hóast hann
sat uttanfyri, so var føroyingurin á
pallinum og fekk gullheiðursmerki.
Havnarmaðurin kom við, tí
Hans Lindberg bleiv skaddur í
fyrsta dystinum. Danski landsliðs
venjarin, Nikolaj Jacobsen, valdi
sunnumorgunin at skifta Hans
Lindberg inn fyri føroyska vongin.
- Eg havi allatíð roknað við, at um
Hans Lindberg bleiv klárur aftur, so
fór hann koma aftur í hópin. At tað
so hendir undan HM-finaluni, tað er
so tað, sigur Jóhan á Plógv Hansen
við TV2 og leggur afturat:
- Tað hevði eg eisini gjørt, um
eg var Nikolaj Jacobsen. “That's
the name of the game” og soleiðis
er tað. Tað eru teir bestu spælar
arnir, ið skulu spæla. Hans Lind
berg er sera dugnaligur og tað
kanst tú ikki taka frá honum, sigur
havnarmaðurin á danska lands
liðnum.
Notið hvørt sekund
TV2.dk skrivar víðari, at Jóhan
á Plógv Hansen hevur spælt
samanlagt í ein tíma og 52 minuttir
í átta av dystunum til HM-enda
spælið.
- Eg havi notið hvørt sekund eg
havi verið á vøllinum og í hópinum.
Tað hevur verið avbera stuttligt at
vera við, sigur Jóhan á Plógv Han
sen.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
Eg havi notið
hvørt sekund
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
t
Soleiðis
er spælið
Tað sigur Jóhan á Plógv Hansen um at verða
skiftur út á sjálvum HM-finaludegnum. Hetta
er treytirnar í altjóða toppítrótti. Skjótt er
at leggja eitt lítið skotið til dagsins samfelag,
har øll skulu hava eitt heiðursmerki fyri at
luttaka, og ongin má tapa. Tað eru fleiri
meiningar um tað, og í summum førum, so
skal eisini lurtast eftir.
Eg havi tó hug at vísa á, hvussu búgvin Jóhan
á Plógv Hansen er, hóast hann sáldaður frá í
evstu løtu. Eftir átta dystir og næstan tveir
tímar á vøllinum verður hann skiftur út fyri
Hans Lindberg til sjálva HM-finaluna. Hans
Lindberg kom inn í átta minuttir í finaluni, tá
einki stóð upp á spæl. Tað kundi venjarin ikki
vita áðrenn, men um álitið á Hans Lindberg
var stórt, so kanska hann hevði havt spælt
eitt sindur meiri og eitt sindur fyrr.
Hóast alt hetta, so møtir Jóhan á Plógv
Hansen upp á pallinum við einum stórum
smíli. Einki við at súrmúlast og tosar gjarna
um støðuna við fjølmiðlarnar. Hetta er helst
eisini orsøkin til, at hann í dag kann kalla seg
HM-vinnara í hondbólti.
Hartil áhugavert at lesa samrøðuna, sum
Sjúrður H. Hoydal hevur við fyrrverandi
venjaran hjá honum, Julian Johansen, í
blaðnum í dag. Julian Johansen leggur dent á,
at Jóhan á Plógv Hansen altíð hevur arbeitt
hart og reypað minni – hann hevur latið
spælið á vøllinum talað fyri seg.
Í Noreg er stór ónøgd um, at dansku
áskoðararnir valdi at “buha”, tá norska
stjørnan hevði bóltin. Her á redaktiónin er
ósemja um tað er í lagi. Eg havi tað fatan, at
hetta er ítróttur. Tað snýr seg ikki altíð um at
klemmast, klappa og heppa. Tað er eisini lov
til at verða so rivin við, at mótstøðuliðið fær
av at vita. Come on, hetta er ein HM-finala!?
trondur@sosialurin.fo
Jóhan á Plógv Hansen:
Tað sigur Jóhan á Plógv Hansen, sum í gjár bleiv heimsmeistari við
danska landsliðnum í manshondbólti. Tíverri fyri havnarmannin,
so bleiv hann skiftur út fyri Hans Lindberg sunnumorgunin