Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Tað vakti stóran altjóða ans, tá ið nýggja Grønlands-skipið Hans Hedtoft, gekk burtur fyri 60 árum síðani – føroyski trolarin Fiskanes var á somu leið Árni Gregersen Hann var 16 ára gamal, tá ið hann fór til Grønlands við síðu­trolaranum Fiskanes, men ferð­in stendur brend inn í minni á Mortani Johannesen. Orsøkin er, at fyri 60 árum síðani vóru teir á Kappanum, stutt frá har nýggja skipið, sum skuldi røkja siglingina mill­um Grønland og Danmark, Hans Hedtoft, gekk burtur við mann og mús. Í dag er fyrrverandi skip­ar­ in, Mortan Johannesne, saman við øðrum til minningarhald í Holmens Kirke í Keyp­manna­ havn fyri teimum 95 fólkunum, sum fórust við Hans Hedtoft 30.januar 1959. - Hettta stendur púra klárt í minn­inum, hesir seinastu dag­ ar­nir í januar í 1959, sigur Mort­an Johannensen. Hann var sloppin 16 ára gamal við Fiskanes, sum far­ bróðir hansara, Hans Pauli Jo­ hanne­sen, førdi. Poli Jo­hanne­ sen, sum eisini var far­bróð­ur hansara, var fyrri bestimaður umborð. Mortan Johannesen hevði tá verið á sjónum í eini tvey ár. Pápi hansara, Andreas í Hvanna­sundi, førdi hendan vet­urin Kallsevni, eisini ein trol­ari úr Havn. Meðan Fiskanes var á Kapp­ anum og royndi, vóru fleiri før­oyskir trolarar á Halanum við Ísland, - har ímillum Kalls­ evni. Ísur og illveður Fiskanes hevði roynt nakrar fáar dagar, men har var ikki nógv at fáa. Teir fylgdu sjálv­ andi við, hvat onnur skip á leið­ini fingu. Teir hoyrdu at týsk­ir trolarar fingu fisk long­ ur burtur og sigldu á ta leiðina. - Eg minnist væl at vit kast­ aðu og fingu nógvan fisk, men tað undraði meg nógv, tá ið skip­arin gav boð um ikki at skjóta aftur, men taka trolið inn. Veðrið var gott, men veð­ ur­vánirnar hava helst verið ring­ar, sigur Mortan Johanne­ sen í dag. Tað víst seg eisini, at hann øtlaði veðrið, samstundis sum har var rættuliga nógvur ísur. Fiskanes royndi at sleppa burt­ur úr ísinum, men tað tók sína tíð. Teir royndu fyrst at sigla ein veg og tá ið tað ikki bar til, so royndu teir ein ann­ an veg. Tað eydnaðist at koma und­ ir eina oyggj, sum liggur nakr­ ar fjóðringar úr Kappanum at kroka. Veðrið var ógvusligt. Teir hoyrdu neyðarkallið frá Hans Hedtoft, meðan teir lógu við Skerið, sum hendan lítla oyggjin, tríggjar-fýra fjóðr­ingar úr Kappanum verð­ ur kallað. - Ja, vit hoyrdu tað meðan vit lógu har, men vit høvdu sjálv­ir mist antennuna í ill­ veðr­inum, so vit fingu ikki boð frá okkum, meðan vit lógu og krok­aðu. Hans Pauli Johannesen, skip­ari, mátti taka eina tung av­gerð. Hann kundi velja at seta lívið á sínari egnu mann­ ing í váða og royna at sigla móti Hansa Hedtoft ella vera liggjandi. Hann valdi tað seinna. Drama um Fiskanes Føroysku trolararnir, sum vóru á Halanum, hoyrdu eisini neyðar­kallið og meldinganar frá Hans Hedtoft. Tá høvdu trolararnir tele­ graf­ist umborð, sum stóð fyri øll­um samskifti. Vanligt var, at føroysku trolararnir tosaðu sam­an 4. hvønn tíma, men DRAMATISKU UPPLIVING KAPPANUM FYRI 60 ÁRU Mortan Johannesen var 16 ára gamal og var við Fiskanes Fiskanes