Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12 TÍÐINDI knapp­liga fekst ikki samband við Fiskanes. Teir vistu sjálvandi, at hann var staddur har sum nógvur ísur var og at eisini illveður var á leiðini. Tað sum teir ikki vistu var, at Fiskanes hevði brotið sendi an­tennuna, so onki hoyrdist frá honum. - Birni Dam var telegrafistur hjá okkum. Hann royndi at fylgja við hvat hendi, meðan manningin stríddist við at fáa antennuna uppaftur, fortelur Mortan Johannesen. Tað gingu fleiri ferðir fýra tímar til Fiskanes aftur var í luftini og fekk samband við hinar føroysku trolararnar. - Brynleif Hansen, sum var fjarritari á einum av hinum skip­inunum fortaldi fyri mær, at tað var sum eitt ok var tikið av teimum, tá ið teir aftur hoyrdu ljóð frá Fiskanes. Allir høvdu verið bangnir um trol­ aran, sum onki hoyrdist frá í so nógvar tímar, sigur Morten Johannesen. Hann sigur eisini, at hann ofta hevur hugsað um støðuna, pápi hansara, Andreas, var í. Andreas í Hvannasund var skipari á Kallsevna. Har vistu teir, at onki sambamd var við Fiskanes, har 16 ára gamli son­ ur hansara var við. Har­um­ framt vóru tveir av brøðrum hans­ara eisini við Fiskanes. Meðan Fiskanes liggur und­ ir Skerðinum hoyra teir sein­ astu boðini frá Hans Hedtoft. Fjarritarin har boðaði frá, at nú var ongin streymur eftir. Mann­ing og ferðafólk vóru savn­aði á brúnni og skipið var í ferð við at søkka. - Vi har brug for øjeblikkelig assistance, vóru seinastu orð­ ini. So var tøgn og ongin hevur hoyrt nakað aftur frá teimum 95 fólkunum, sum vóru við á jom­frúferðini hjá stásiliga skip­inum. Stóra vanlukkan tá Hans Hedtoft sakk Nýggja skipið skuldi tryggja, at tað bar til at sigla við ferðafólki til Grønlands um veturin Árni Gregersen Tað hevur hingið sum ein skuggi yvir donskum skips­ farti í Norðurhøvum. Hendingin, tá ið nýbygda farma- og ferðamannaskipið Hans Hedtoft, gekk burtur á Kappanum í dag fyri 60 árum síðani. Skipið var serbygt til sigl­ ing­ina millum Danmark og Grøn­land og tað var gjørt so sterkt, at tað eisini skuldi kunna sigla um veturin - í des­ember, januar og februar. Tað var 2800 bruttotons og var bygt á Frederikshavn Værft. Eitt serligt var við skip­in­um. Tað var bara sveisað á bondini og ikki nittað, sum vanligt var tá. Síðani hava fleiri ser­frøð­ ing­ar sagt, at hetta helst hev­ ur gjørt skipið eitt sindur stív­ari enn tað annars hevði verið. Sjálvt um tað var danska stjórnin, sum stóð fyri at byggja skipið, so var tað Konga­ligi Grønlandski Hand­ il­in, sum rak tað. Undan at sáttmáli var skriv­aður um at byggja skipið í Frederikshavn, var eitt orða­ skifti i Fólkatinginum um hetta var rætt at gera. Táverandi danski ráð­harr­ in fyri Grønland, Johannes Kjær­bøl, helt fast um at hetta skuldi gerast. Hann fór so langt sum at lesa eitt skriv upp í tinginum frá skipar­un­ um á Umanak og Disko, sum vanliga sigldu til Grønlands. Í skrivinum søgdu skip­ar­ arnir, at tað var rætt at halda fram við at sigla til Grønlands um veturin, sum gjørt hevði verið seinastu 10 árini. Tá ið vanlukkan var hend og orðaskifti aftur var um tað sama, segði stjórin í KGH, at hetta var eitt tilrættað skriv nummar tvey frá skipaunum. Í fyrra skrivinum ávaraðu skipararnir um at sigla við ferðafólki til Grønlands um veturin. Hans C. Christiansen helt fast við, at hann hevði boðað ráðharranum frá hes­ um, men tað segði Johannes Kjær­bøl seg onki minnast til. Ein kanningarnevnd kom til ta niðurstøðu, at ráðharrin eft­ir øllum at døma hevði fingið brævið, men at hann kanska hevði gloymt tað. Misskiljing Týski trolarin Johannes Krüss var nær við Hans Hed­ toft, tá ið skipið sigldi á eitt ísfjall og fór at leka. Týski trolarin fór at sigla móti vanlukkustaðnum, Teir bóðu danska skipið senda neyð­rakettir, men teir fingu ong­antíð eyga á teir. Nógv bendir á, at ein mis­ skiljing er hend í samband við knattstøðuna. - Ja, eg haldi teir hava blandað 59 gradir og 05 við 59 grad­ir og 30. Tað vil siga, at týski trolarin hevur verið heil­ar 25 fjóðringar burtur frá Hans Hedtoft, tá ið teir hildu, at teir vóru á staðnum, sig­ur Mortan johannesen, sum henda dagin, vanlukkan hendu, sum ungur drongur var umborð á trolaranum Fiska­nes. 95 fólk fórust í hesi van­ lukk­uni. Millum teirra var ann­ar stýrimaðurin umborð, Richard Jacobsen, Sandvík. Millum ferðafólkini var 15 ára gamli Ólavur Guðjónsson. Mann­ingin taldi 40 og ferða­ fólk­ini vóru 55 hendan fyrsta túrin úr Grølandi móti Dan­ mark. Skipið hvarv við mann og mús hendan myrka dagin sein­ast í januar 1959. Onki er nakr­antíð sætt aftur uttan ein bjargingarringur við skipa­ navninum á. Hann var funn­ in í Íslandi í oktober sama ár. Hans Hedtoft Bygt í 1958 Frederikshavn Værft og Tørdok Longd: 82 metrar Breidd: 14 metrar Ferð: 14 míl Maskinorka: 2900 HK Manning: 40 Ferðafólk: 50 GARNAR Á UM SÍÐANI Hans Pauli Johannesen var skipari á Fiskanesi Nýggja stásiliga skipið Hans Hedtoft Hans Hedtoft gekk burtur á jomfrúferðini