Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Pætur Hjalmar Evensson Sætta árið á rað verður skipað fyri til­taki­num Vetrarljós í Havn. Vetrar­ ljós fevn­ir um ein heilan dag í høvuðs­stað­num, har tón­leikur, ljóslist og annað verður sett í há­ sæti.  Tað er Visit­Tórs­ havn, sum samskipar til­tak­ið í samstarvi við Tórs­havnar Kommunu og ymsar aktørar í býn­ um við endamálinum at fáa meira lív í miðbýin um veturin. - Hetta er eitt tiltak, har vit varpa ljós á, at vit nú ganga ímóti ljósari tíð­um aftur. Tað vilja vit há­tíðarhalda við at hava ymsar konsertir, filmar, upp­lestur og ljóslist, sigur Anni Midjord, samskipari. Lýsa miðbýin upp Vetrarljós byrjaði, tí mann metti, at tað manglaðu til­tøk í vetrarhálvuni. Tí sá Vetrarljós dagsins ljós við íblástri úr Reykjavík í Íslandi, har líknandi til­ tak er hvønn vetur. Fólk kunnu gleða seg til ein upp­lýstan miðbý. - Í ár verður nokkso nógv ljóslist í býnum saman­borið við í fjør, tá lítið av hesum var. Tað vænti eg, at fólk fara at leggja merki til, tá tey koma oman í býin. Janu­ ar og februar eru ofta tungir mánaðir at koma ígjøgnum, og tá koma hes­ar ljós­installa­tión­ ir­nar væl við og kunnu iva­leyst skapa gleði fyri fleiri, sigur Anni Midjord. Vónin er at lokka ferðafólk til Sum nú er, vitja flestu ferða­fólkini í Føroyum um summarið. Tá er eisini mest á skránni, men fyrireikararnir hava eina visión um, at Vetrarljós í fram­tíðini kann geva sítt íkast til at lokka ferðafólk til Føroya um veturin. - Vit vilja uppbyggja og menna tiltakið soleiðis, at tað fyrst og fremst verður stórt millum føroyingar. Men vónin hjá okkum er, at tað fer at blíva so mik­ ið stórt, at tað eisini kann fanga áhugan hjá ferða­ fólkum um veturin, sigur sam­skiparin. Annars hava fyri­ reikar­arnir hvørt ár fingið góðar afturmeldingar frá teim­um, sum hava verið til tiltakið. Fjølbroytt skrá Tiltakið er samskipað í samstarvi við handlar, skeinkistøð og almenn støð í miðbýnum í Havn. Tað er í hesum støð­un­ um, at tey ymsu til­tøk­ini eru, og støðini skipa sjálvi fyri teimum ein­støku til­ tøkun­um. Fyri­reikar­ar­nir plaga at spyrja, áðrenn Vetrar­ljós verður, hvør hevur hug at vera við og skipa fyri onkrum ávís­ um. Síðani samskipar og lýsir VisitTórshavn við til­tøkunum. - Allir hesir ymsu aktør­ar­nir tíma sera væl at vera við. Í ár løgdu vit merki til, at fleiri settu seg í samband við okkum, áðrenn vit yvirhøvur høvdu kunngjørt nak­að ella sett okkum í sam­ band við tey, fortelur Anni Midjord. Tað verður nógv ymiskt á skránni, og tað kann eitt nú nevnast, at Marius Ziska spælir í Havnar kirkju, og Signar í Homrum spælir í Skeiva Pakkhúsi. Før­oysk­ir stutt­filmar verða vístir í Blá­barr, og á Býar­bóka­ savni­num verður upp­ lest­ur. pature@sosialurin.fo Sí alla skránna á síðu 2. LEYGARDAGIN: VETRARLJÓS BJÓÐAR LJÓSARI TÍÐUM VÆLKOMNUM - Vónin er, at Vetrarljós fer at blíva so mikið stórt, at tað eisini kann fanga áhugan hjá ferðafólkum um veturin, sigur samskiparin av tiltakinum Vetrarljós, sum verður í Havn leygardagin 2. februar