týsdagur 29. januar 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12
Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar Komm unu leggur dent á, at
eldri borgarar trívast, eru virknir í gerandisdegnum og luttaka í tí felagsskapi,
sum gevur meining fyri tann einstaka. Tí veitir Heilsu tænastan fjøltáttað
tilboð innan fyribyrging, heilsufremjan, rehabilitering, røkt og viðgerð. WHO
sigur, at heilsa er ein støða av fullkomnari, kropsligari, sálarligari og sosialari
vælveru, og ikki bert frávera av sjúku. Heilsa er soleiðis ikki málið í sær
sjálvum, men amboðið til at fáa tamarhald á gerandisdagin, og soleiðis hava
eitt gott lív. Flestu eldri borgarar ynskja at búgva heima sum longst, og
stuðlað verður undir hetta.
Heilræði er vitjanartænasta til borgarar eldri enn 75 ár, endamálið er at
stuðla undir heilsu og trivnað og virka fyri at binda um heilan fi ngur soleiðis,
at frísk fólk verða verandi frísk, at smáir trupulleikar ikki vaksa, og at upp-
lýsa um tiltøk og stuðulsmøguleikar. Um ein ynskir ráðgeving innan demens,
ber til at seta seg í samband við Heilræði, sum heldur til í Heilsuhúsinum í
Brekkutúni.
Tilhaldini fyri fólkapensionistar eru í Tórshavn, Kolla fi rði og í Nólsoy. Fólk
eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið í Tilhaldunum , og fólkapensjónistar
hava møguleika at luttaka í tí virksemi, sum er í húsinum, eisini at vera
við til at seta sín dám á, og at skapa og menna aktivitetir, sum tey ynskja
skulu vera í Tilhald unum. Skráin er at fi nna á heimasíðuni hjá Tórshavnar
Kommunu. Í Tilhaldinum í Tórsgøtu er møguleiki fyri at spæla kort, at fara í
bindiklubb, venja, syngja saman, binda á maskinu, keypa sær ein drekkamun,
luttaka í lesibólki, fara útferðir og nógv annað.
Fýra skipað dagtilboð eru fyri fólkapensionistum, sum ikki sjálvi megna at
luttaka í tí virksemi, sum annars er í Tórshavnar Kommunu. Dagtilboðini eru
á Stjørnulon, á Lágargarði og á Boðanesheiminum.
Endamálið við dagtilboðunum er, at varðveita og stuðla førleikarnar hjá
aldrandi borgarum. Møguleiki er fyri at venja, eta góðan mat saman við
øðrum, at gera ymisk ítriv og ikki minst at luttaka ella lurta, meðan prátið
gongur. Tvey dagtilboð eru serliga ætlað fólki við demenssjúku.
Ergo- og fysioterapeuttoymið veitir venjingartilboð til borgarar yvir 67 ár,
tilboðini eru ymisk, alt eftir tørvi og førleika. Terapeutarnir gera saman við
borgaranum metingar av, hvussu málini hjá borgaranum best verða rokkin.
Venjing er í Badmintonhøllini, FIMI, á Boðanes heiminum og í »open-gym«
á venjingarmiðstøð. Eru borgarar, sum hava sama tørv, verða tey skipað í
einum bólki, t.d er tilboð til fólkapensionistar við parkinsonsjúku. Hevur ein
tørv á vegleiðing um hjálpar tól, kann ein ergoterapeutur meta um, vegleiða,
og hjálpa borgaranum við at søkja um hjálpartól.
Um ein hevur tørv á einum meira málrættaðum og tvørfakligum tilboði,
er møguleiki fyri at fáa eitt rehabiliteringtilboð. Tað vil siga, einum tilboði
til borgarar oman fyri 67 ár, sum hava verið sjúk, haft eitt beinbrot ella
spakuliga hava mist førleikan, og sum hava tørv á stuðli frá einum tvørfak-
ligum toymi, at menna teir førleikar sum borgarin ynskir at menna. Tað kann
t.d vera at lata seg í, at keypa inn, ella at megna at ganga tvørtur um vegin,
áðrenn ljósið blívur reytt.
Rehabilitering hevur til endamáls at ein skjótt kemur fyri seg aftur, og
soleiðis megnar gerandisdagin á best møguligan hátt. Rehabilitering kann
vera heima hjá borgaranum, ella um tørvur er á tí, á Boðanes heiminum, sum
er eitt meira kravmikið tilboð, har vant verður dagliga.
Tørvar einum heimatænastu verður borgarin visiteraður til heimatæn astu.
Talan kann vera í mun til sjúkrarøkt ella heimahjálp.Tørvar einum sjúkrarøkt
í sambandi við bráðfeingis ella varandi sjúku, kann sjúkra røktarfrøðingur
í Heimatænastuni veita umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt heima hjá borgar-
anum, ella við at gera avtalu við borgaran um at koma á viðgerðastovuna í
Heilsuhúsinum í Brekkutúni.
Møguleiki er fyri at søkja um umlætting, og eru 11 umættingarpláss sum eru
býtt á Umlættingarheimið, Boðanesheimið og Lágargarði. Arbeiðið at byggja
ein nýggjan Umlættingar- og rehabiliteringsdepil er byrjað, og væntað
verður at depilin er liðugur heystið 2020, har 28 rehabiliterings- og
umlættingarpláss vera. Umsóknarblað til umlætting er at fi nna á heimasíðuni
hjá Tórshavnar Kommunu.
Møguleiki er at søkja um at fl yta á røktarheim ella heim fyri fólk við
demenssjúku, tá ikki ber til at búgva í egnum heimi. Fimm ellis- og røktar-
heim eru: Ellisheimið, Vallalíð, Lágargarður, Tjarnargarður, Boðanesheimið,
umframt sambýlini Oman Hoydalar, Oman Mattalág og Sambýlið í Kollafi rði.
Búeindir fyri fólk við demens eru á Vallalíð, Boðalon á Boðanes heiminum,
Heimarastovu á Lágargarði og Kristianslon á Tjarnagarði.
Tá fólk fl yta á bústovn er tað ein áhaldandi tilgongd at stuðla undir, at bor-
garin hevur eitt gott lív, hóast nýtt umhvørvi. Tað krevur eitt tætt samstarv
millum borgaran, heilsustarvsfólk, avvarðandi og møguliga sjálvboðin.
Fyribyrgjandi- og heilsufremjandi tilboð eru fyri skipanarliga samlað í Heilsu-
húsinum, sum húsast í Brekkutúni 1 í Hoyvík, til ber at fáa meira vitan við
at fara inn á heimasíðuna www.torshavn.fo, Heilsu- og umsorganartænastan,
ella við at ringja til Heilsuhúsið tlf. 302000.
Virkin og vakin