Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA GER TAÐ LÆTT AT VELJA RÆTT Vøruúrvalið hjá Grøn Balance veksur alla tíðina, og eru tað onkrar vørur, tær vantar, ynskir SMS, at viðskiftafólk koma við uppskotum, soleiðis at hesar vørur eisini kunnu gerast partur av útboðnum í Miklgarði, Bónus og Mylnuni Í SMS og í handlum, sum SMS stendur aftan fyri, verður stór­ ur dentur lagdur á vist­frøði og umhvørvi, og soleiðis finnur tú eisini nógvar ymiskar vørur hjá Grøn Balance, bæði í Miklagarði, Bónus og Mylnuni. Í oktober í fjør – í døgunum 8.-13. oktober – varð skipað fyri Grøntobur á torginum í SMS, og her varð kunnað um vist­ frøði og umhvørvi. Í samband við hetta tiltak, beyð SMS øllum dagstovnum vælkomnum á torgið til ókeyp­ is vistfrøðiliga frukt frá klokk­ an 9.30 til 11.30, heilt frá mána­ degi til og við fríggjadag. Grøn Balance SMS er partur av tí, sum verð­ ur rópt Grøn Balance, sum hev­ur alt til húsarhaldið og til ta persónligu vælferðina. Allar matvørur hjá Grøn Bal­ance eru vistfrøðiligar og  bera danska Ø-merkið ella ES-merkið ella bæði. Við hesum vørum sleppur tú undan skaðiligum evnum, og tú fært mat við betri smakki og høgari góðsku.  Vøruúrvalið hjá Grøn Bal­ ance veksur alla tíðina, og eru tað onkrar vørur, tær vantar, ynskir SMS, at viðskiftafólk koma við uppskotum, soleiðis at hesar vørur eisini kunnu ger­ast partur av útboðnum í Mikla­garði, Bónus og Mylnuni. Í útboðnum hjá Grøn Bal­ ance eru bæði frískar og fryst­ ar matvørur. Umframt fruktir og grønmeti, er eisini matur í dós­um og krukkum, og her er turr­ur matur sum eitt nú mjøl, kaffi og rísur. vilmund@sosialurin.fo Grøn Balance hevur alt til heimið Vistfrøðiligu vørurnar hjá Grøn Balance gera tað lætt at velja rætt Grøn Balance fevnir so sanni­ liga eisini um aðrar vørur, sum brúktar vera í húsarhaldinum. Her fæst alt til reingerð, sum eitt nú húsarhaldsápa, skúri­krem, uppvaskitablettir og vaski­evni til klæðini. Aðrar vørur, sum eitt nú til persónligt reinføri, eru eisini í útboðnum hjá Grøn Balance – alt frá lotión, sjampo og and­ lits­reinsi til neglalaksloysara, feittstift og fótakrem. Eisini børnini hava møgu­ leik­an at fáa eina reina og grøna byrjan við tunnu og ov­ ur­viðkvæmisvinaligu blæ­un­ um og við øllum til teirra við­ breknu húð, eitt nú lotión, olju, kropssjampo, vátserviettar, sink­salvu og mangt annað. Meginparturin av vørunum til røkt – antin tað er til vaksin ella børn – eru veganiskar, und­antikið nakrar heilt fáar vørur. Bæði røktarrøðin, barna­røð­ in og reingerðarrøðin eru góðsku­váttaði í samstarvi við Astma­-Allergi Danmark og Nord­isk Miljø­mærk­ing (Svana­ merkið). Lætt at velja Vistfrøðiligu vørurnar hjá Grøn Balance gera tað lætt at velja rætt, og við at velja vist­ frøði­ligt, velur tú umhvørvið til – og skaðiligu evnini frá, sum tað eisini kann sigast. vilmund@sosialurin.fo BAÐIRÚM SETT VIONE Hvid 100 cm. v/2 LUX skf. og Formia grebum, hvítt glans postalínsvask 100x45x57,6 cm 4.098,- u/spegl og krana v.m. TEL. 20 59 59 SMIÐJUGERÐI 6 WWW.UNO.FO VIT ERU HAR SUM RINGVEGURIN OG VELBASTAÐVEGURIN MØTAST Í útboðnum hjá Grøn Balance eru bæði frískar og frystar matvørur. Umframt fruktir og grønmeti, er eisini matur í dósum og krukkum, og her er turrur matur sum eitt nú mjøl, kaffi og rísur Eisini børnini fáa eina reina og grøna byrjan við tunnu og ovurviðkvæmisvinaligu blæunum hjá Grøn Balance