Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA ØLL KUNNU LUTTAKA Í ROYAL RUN Hin 1. februar verður fyrsta venjingin til Royal Run í Klaksvík, har Klaksvíkar kommuna skipar fyri saman við Treystinum Fyrst í hesi vikuni hevði Royal Run, sum verður skotið í gongd í Klaksvík leygardagin hin 1. juni, fingið yvir 2200 til­meld­ ingar til 10 kilometrateinin og 500 tilmeldingar til ensku míl­ ina, sum er 1,6 kilometrar. Tilmeldingin hevur einans verið opin í tvær vikur. Sostatt er eingin ivi um, at áhugin er stórur. Á 10 kilometrateininum eru 5000 pláss, og á teininum til ensku mílina eru 1000 pláss. Royal Run er ikki ein kapping um bestu tíðina, tí møguleiki er bæði at ganga og at renna. Hetta er eitt tiltak fyri øll – líkamikið, um fólk eru royndir rennarar ella ei, ein­ stakl­ingar, vinir ella familjur, sum bara ynskja at ganga eina enska míl. Fólk í øllum aldri kunnu verða við – og eisini familjur við barnavogni ella fólk í koyri­stóli. Eggjar til virkni Klaksvíkar kommuna hevur saman við Fólkaheilsuráðnum og 15 øðrum samstarvspørtum í undanfarna ári varpað ljós á týdningin av ABC fyri sálarliga heilsu, sum er: Ver saman, ver virkin og ver hugbundin. Í hesum sambandi hevur Klaksvíkar kommuna reglu­ liga - og í samstarvi við Treysti - bjóðað øllum til hugnaligar gongu-og rennitúrar. Tiltakið hevur verið leyg­ar­ morgnar, har byrjað og endað hevur verið við býráðshúsini í Klaksvík. Hetta er eitt gott tiltak, sum avgjørt er í tráð við endamálið við Royal Run, sum eisini eggj­ ar fólki at verða virkin. Venjingar til Royal Run Leygardagin 2. februar verður fyrsta venjingin til Royal Run í Klaksvík, har Klaksvíkar komm­una skipar fyri saman við Treyst­inum. Skipað verður fyri tveimum venjingum um vikuna fram til 1. juni, og vant verður mikudag klokkan 18 og leygardag klokk­ an 11. Venjingin, ið verður skipað soleiðis, at øll kunnu verða við, byrjar uttan fyri býráðshúsini í Klaksvík. Endamálið við venjingunum er at savna tey mongu, sum hava meldað til Royal Run, so­ leiðis at øll saman kunnu fáa eina góða og bleyta byrjan. Leygarmorgnar eftir venj­ ing­ina verður eisini gjørt ser­ ligt burtur úr við kaffi og juice. Vit kunnu leggja aftrat, at sum flestum kunnugt verður danski krúnprinsurin við á 10 kilometrateininum, tá Royal Run 2019 verður skotið í gongd. Fantastiskt tiltak Í Klaksvík fegnast tey sjálvsagt um, at tað í ár er Klaksvíkar komm­una, sum saman við Treyst­inum hevur fingið møgu­leikan at samskipa og skjóta Royal Run í gongd. - Hetta er eitt fantastiskt til­ tak, sum eisini hevur til enda­ máls at savna føroyingar, sigur næstformaðurin í Treystinum, Guttorm Sørensen. vilmund@sosialurin.fo Øll eru vælkomin at venja í Skopun - Samstundis sum Fitnesshøllin Sandoy hevur fleiri sløg av haldum at velja ímillum, hava vit valt at hava tilboðini einføld, sigur Randi Hentze Fitnesshøllin Sandoy, sum hevur havt opið á Tor­mans­ vegi 34 í Skopun síðan hin 2. september í 2017, hevur fleiri íðkandi við ymiskum hald­ um, sum høllin bjóðar. - Tað er rímiliga støðugt við fólki, sum venja, men pláss er saktans fyri fleiri, og tað eru kanska menninir, sum eru í undirtali. Nú møgu­leikin í Sandoynni er skapt­ur, ynskja vit sjálvsagt eis­ini, at so mong sum gjør­ ligt vilja brúka henda møgu­ leika. Tað sigur Randi Hentze, sum saman við manni sín­ um, Sigurdi Hentze, eigur og rekur venjingarmiðstøðina. - Vit vilja halda prísin á einum góðum støði, soleiðis at øll kunnu koma at venja. Møguleiki er nevniliga at tekna fleiri ymisk hald, sum neyvt verður kunnað um á okkara Facebook-síðu. Hon sigur, at møguleikar eru eitt nú at velja familju­ hald, árshald, pensjónista­ hald, ungdómshald og sjó­ mans­hald. - Samstundis, sum Fit­ ness­høllin Sandoy bjóðar fleiri sløg av haldum, hava vit valt at hava tilboðini ein­ føld, sigur Randi Hentze. Sjálvvirkandi lásaskipan Venjingarmiðstøðin í Skop­ un hevur eina sjálvvirkandi lásaskipan og øll, sum tekna hald, fáa eitt kip, sum er lykilin til úthurðina. Síðan gera fólk sjálvi av, nær og hvussu ofta tey venja millum klokkan 05 á morgni og 23 á kvøldi. Í Fitnesshøllini Sandoy er eisini brúsa, har møguleikar eru at fáa sær eitt brúsabað, sum eisini er við haldinum. Síðan venjingarmiðstøðin læt upp, er hon longu útbygd við parti av einari stórari gar­asju, sum hoyrir til bygn­ ingin. - Við útbyggingini, sum vit tóku í nýtslu fyri sløkum ári síðan, fingu vit 30 fermetrar aftrat, og her hava vit savnað tey tyngru amboðini, eitt nú tungvektirnar, sigur Randi Hentze, sum leggur aftrat, at øll, bæði ung, tilkomin og eldri, eru hjartaliga væl­kom­ in at venja í Skopun. vilmund@sosialurin.fo Danski krúnprinsurin verður við, tá Royal Run 2019 verður skotið í gongd í Klaksvík Hjúnini, Sigurd og Randi Hentze, í Fitnesshøllini Sandoy