Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Mæla frá viðgerð av prost­ atakrabba við NanoKnife - Henda viðgerð, sum fer fram á privatari skurðstovu í Týsklandi, er ikki góðkend í Danmark, og tað eru fleiri sjúklingar, sum hava havt trupulleikar eftir viðgerðina við NanoKnife, sigur danska Krabbameinsfelagið, sum hevur verið í samband við nógvar sjúklingar úr Týsklandi Vilmund Jacobsen Nógvir sjúklingar, sum hava verið í viðgerð í Týsklandi fyri prostatakrabba, hava eftir viðgerðina vent sær til danska Krabbameinsfelagið fyri at fáa hjálp. Tí hevur Kræftens Be­kæmp­ else valt at leggja út á www. canc­er.dk tað, sum danskir pro­stata­krabba­ser­frøð­ingar siga um NanoKnife-við­gerð­ ina. Danskir prostataskurð­lækn­ ar, sum eru við í Dansk Uro­log­ isk Selskab og Dansk Prostata­ cancer Gruppe, á­varða ímóti at keypa Nano­Knife-viðgerðina hjá danska felagn­um í Týsk­ landi, rópt Re­cept­or Oncology, sum bjóðar viðgerð fyri prost­ ata­krabba á privatari skurð­ stovu í Týsklandi. Serfrøðingarnir siga, at við­ gerðin við NanoKnife byggir á at beina burtur krabbasjúkuna við elektriskum innstøkkum ella impulsum, og viðgerðin verð­ur eisini rópt IRE (Irre­ vers­iblel elektroporation). Hesin háttur er ikki góð­ kend­ur til viðgerð fyri prost­ ata­krabba í Danmark, og virkn­ aðurin og hjáárinini av við­- gerð­ini eru ikki skjal­prógvað. Trupulleikar og hjáárin Á heimasíðuni hjá www. cancer.dk verður sagt, at fleiri danskir sjúklingar, sum hava fingið NanoKnife-viðgerð, eru komnir aftur til Kræftens Be­ kæmpelse við trupulleikum og hjáárinum eftir viðgerðina í Týsklandi. Danskir prostatakrabbaser­ frøðingar siga, at NanoKnife- viðgerðin er trupul, tí prost­ atakrabbi ofta er fleiri staðni í kertlinum. Tí er tað ikki vist, at tú við NanoKnife-viðgerðini rakar allan krabban, um bert ein partur av kertlinum er við­ gjørdur. Haraftrat er vandi fyri, at sjúklingar verða yvir-við­gjørd­ ir, um teir hoyra til lág­vanda­ bólk­in, har sjúkan ongantíð vil menn­ast, og soleiðis ongantíð gerst lívshóttandi fyri sjúk­ lingin kortini. Kelda: www.cancer.dk Lumpisliga krabbasjúkan í prostata Hvørt ár doyggja 1200 menn í Danmark av prostatakrabba, sum er hin vanligasta krabbasjúkan millum danskar menn Vilmund Jacobsen Hvørt ár doyggja 1200 danskir menn av prostatakrabba, sum er vanligasti tilburður fyri krabba millum danskar menn. Í nógv ár hevur verið granskað í orsøkini til prost­ ata­krabba, og granskað hevur eis­ini verið í ymiskum við­gerð­ ar­hætt­um móti sjúkuni. Avbjóðingin er, at prostata­ krabbi mennist ógvuliga indi­ vid­uelt, og tú kanst ganga í langa tíð uttan at vita, at tú er sjúkur. - Sjálvt um loyndarmálið við prostatakrabba enn ikki er av­ dúkað, er læknavísindin kort­ ini á rættari kós. Tað heldur Michael Borre, sum hevur granskað í prost­ ata­krabba í meira enn 20 ár, og sum í dag er yvirlækni og pro­ fessari. Tað er náttúrligt, at lítli sáð­ framleiðandi prostatakertilin veksur so hvørt, sum menn eld­ast. Góðkynjaði vøksturin kleim­ur um vatnrásina og gev­ ur vælkendar bágar sum eitt nú veika strálu, soleiðis at tú føl­ir, at tú noyðist upp um nátt­ina at pissa. Hetta er tó ein trupulleiki sum kann viðgerast við heilivági. Ein av stóru avbjóðingunum er, at sjúkueyðkennini kunnu vera trupul at handfara. Í nógvum førum mennist krabbin so spakuliga, at sjúkan í veruleikanum ikki er nakar vandi, samstundis sum sjúkan í øðrum føri kann vera lívs­ hótt­andi. Sambært Michael Borre er sjúkuavgerðin í samband við prostata­krabba tann stóri trupul­leikin. Er avgerðin, sum lækn­arnir taka, ikki røtt, og krabb­in mennist skjótt, kann sjúk­an spreiða seg út í beina­ grind­ina og lymfuknútarnar. Ein annar vandi er, at sjúk­ an kann verða ”yvirviðgjørd”, so­leiðis at hjáárinini hjá monn­ um gerast fleiri enn neyðugt, um sjúkan annars heldur seg í skinn­inum. - Vit nærkast 5000 nýggjum tilburðum av prostatakrabba í Dan­mark um árið, og nú fólk ger­ast eldri, kunnu vit rokna við, at hetta tal verður tví­ faldað, sum árini ganga. Tí er um­ráðandi, at vit gerast betri til at staðfesta prostatakrabba, so­leiðis at vit tíðliga í gongdini kunnu viðgera - og soleiðis kunnu umgangast at ”yvir­við­ gera” sjúkuna, sigur yvirlæknin og professarin, Michael Borre. Michael Borre, yvirlækni og professari Viðgerðin við NanoKnife byggir á at beina burtur krabbasjúkuna við elektriskum innstøkkum ella impulsum