Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12 AVLOYSARI FYRI SKRIVSTOVUFÓLK Á AKSTOVUNI UPPGÁVAN Uppgávan fevnir m.a. um: • Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu • Skráseting av akførum • Avgreiðslu av skrásetingargjøldum og vegskatti • Málsviðgerð • Kassauppgerð • Aðrar fyrifallandi uppgávur FØRLEIKAKRØV Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu­ útbúgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein er fyrikomandi og kunda­ vinarligur, og hevur góð samstarvsevni. Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika at arbeiða við teldu. SETANARTREYTIR Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Samferðslumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. UMSÓKNIR Umsóknir við avritum av møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til: Akstovan, Hoyvíksvegur 57 Postsmoga 3206, FO 110 Tórshavn ella akstovan@akstovan.fo Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara, á telefon 350418. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 11. februar 2019. Søkt verður eftir avloysara í eitt ár fyri skrivstovufólk í farloyvi til Akfarsdeild á Akstovuni at byrja skjótast gjørligt. Talan er fulltíðarstarv. Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfarstøkniligar kanningar og akfarseftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 22 fólk. www.akstovan.fo Hósdag 31. januar: Høsnafrikasse · Knettir · Kókað neytakjøt Fríggjadag 1. februar: Rivjasteik · Várrullur v/ eplamorli · Lasanja Leygardag 2. februar: Rullusteik Mánadag 4. februar: Fiskafrikadellur · Forlorin hara Týsdag 5. februar: Royktur medistari · Svínakambur Mikudag 6. februar: Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur MATSKRÁIN HESA VIKUNA Mán-frí: 9.00-16.00 & Ley: 9.00-14.00 Umsóknarfreist 18. februar Starvsfólk til felags kantinuna hjá Formula og Posta Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 1. Apríl. Talan er um fulltíðarstarv. Starvið umfatar: Innkeyp, lættari matgerð av sunnum kosti, seta fram, rudda av og líknandi. Royndir og møgulig útbúgving innan økið er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Meira fæst at vita við at venda sær til Árna Arge á telefon 344 000. Umsóknarfreistin er 18. februar 2019. Umsóknin skal sendast til teldupost aa@formula.fo Undir Hornabakka • Postsmoga 45 • 110 • Tórshavn Telefon 32 05 85 • teldupostur: kaerustovnur@kaerustovnur.fo Fulltrúi til Høvuðsbarnaverndarøkið hjá Føroya Kærustovni Ynskir tú at tryggja rættartrygdina hjá børn um og foreldrum teirra, so er hetta starvið til tín. Við at fyrireika málini og gera Høvuðs barna vernd ar­ nevndini tilmæli til avgerð, er talan her um ein lyklaleiklut, rættartrygdini at frama. Vit sóknast eftir fulltrúa til tíðaravmarkað starv, at byrja 1. mars 2019 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað í 1 ár. Um okkum Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá níggju kæru nevndum, umframt Høvuðsbarna verndar­ nevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Okkara arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum. Arbeiðsuppgávur Tú kemur at standa fyri fyrireikingini av teim um málum, sum skulu leggjast fyri Høvuðs barna­ verndar nevndina, gera tilmæli til avgerðir hjá nevndini umframt at luttaka á fundunum hjá Høvuðs barnaverndarnevndini. Harumframt skalt tú gera vegleiðingar, ársfrágreiðingar v.m. fyri hetta øki. Um teg • Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving ella samsvarandi royndir og kunnleika til økið. • Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur gott løgfrøðiligt tev. • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni. • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur. Vit bjóða • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv. • Góðar møguleikar fyri fakligari menning, har ábyrgdarøkið er stórt og starvsfelagirnir eru dugnaligir. • Spennandi avbjóðingar, har tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar avgerðir. • Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum. • Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri at vita Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585. Umsóknir Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til Føroya Kærustovn Postrúm 45 110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. februar 2019. Møguligt er eisini at senda umsóknina til fks@fks.fo