týsdagur 29. januar 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Samgongan vísir dugnaloysi
á fiskivinnuøkinum
Birgir Nielsen
búskaparfrøðingur
Nú, tað frættist at verandi samgonga
heldur ikki megnaði at flyta ikki-
fiskaðar menningarkvotur í 2018 til
2019, mugu vit staðfesta at hetta aftur
vísir stórt dugnaloysi hjá sitandi sam
gongu og tess fiskimálaráðharra. Ovur
honds stór virðir eru tí ikki fiskaði í
2018, serliga orsaka av óneyðugum dráli
frá
metingarnevndini
og
síðani
Fiskivinnuumsitingini
at
útskriva
menningarkvoturnar síðsta ár. Hetta
hevur viðført at teir nýggju aktørarnir,
sum annars sluppu gjøgnum nálar
eygað hóast alt, ikki kláraðu at fiska
teirra kvotur í 2018. Talan er um 48.000
tons av svartkjafti, 3.600 tons av makr
eli og 3.000 tons av sild, sum er heili
83% av menningarkvotuni í 2018, sum
hesir útvaldu aktørar ikki kláraðu at
fiska.
So líkt okkara fiskimálaráðharra, so
verður hendan álvarsama støða lítils
gjørd og undanførslurnar eru sum
vant nógvar, so sum at møguliga kunnu
nýggju aktørarnir seinni søkja um at
fáa ikki-fiskaða 2018-kvotu flutta til
2019. Livst so spyrst. Men eitt er greitt,
og tað er at fiskastovnar bíða ikki eftir
fiskivinnuumsitingini ella øðrum, men
liva sítt egna lív í havumhvørvinum. Tí
er tað so vanlukkuligt at hendan kvot
an ikki kundi fiskast í 2018 ella nú beint
eftir árskiftið. Avleiðingarnar av hes
um dugnaloysi eru ovurhonds stórar
fyri okkara høvuðsvinnu, og ikki minst
fyri teir nýggju aktørarnar, sum longu
møguliga hava havt fíggjarligt tap av
hesum ikki-fiskaðu kvotum í 2018. Teir
nýggju aktørarnir hava hóast alt longu
mist fleiri 100 tals milliónir í avreið
ingarvirði, framleiðsluvirði og útflutn
ingi av ikki-fiskaðum kvotum í 2018,
sum nú eru falnar burtur.
Hvør minnist ikki hvussu Tjóðveldi
upp undir síðsta val í helst væl vand
um, og gjøgnumhugsaðum vendingum
fortaldi føroya fólki, hvussu ræðuligt
tað var at nøkur fá í fiskivinnuni høvdu
ein “yvirnormalan vinning” i nøkur ár,
sum var so skaðiligt at hetta mátti
steðgast beinanvegin. Onnur ávar
aðu hinvegin um ikki at gera okkara
høvuðsvinnu til eitt eksperiment hjá
nøkrum teoretiskt lærdum og vinstra
vendum politikkarum, tí so vildi okkara
høvuðsvinna so ella so fara at líða
undir hesum í framtíðini. Tíverri hava
hesi seinnu fingið rætt, tí at okkara
høvuðsvinna hevur neyvan nakrantíð
havt so ógreiðar og ótryggar karmar,
sum undir sitandi samgongu.
Hetta kann nú síggjast í mistum
virðum fyri 100 tals milliónir, sum
dugnalig og váðafús vinnulívsfólk í
okkara høvuðsvinnu, sum fingu menn
ingarkvotu, ikki sluppu at fiska í 2018,
men sambært okkara fiskimálaráð
harra nú aftur skulu søkja um og
møguliga seinni kunnu fiska í 2019.
Um handalagið hjá verandi sam
gongu og tess fiskimálaráðharra var
betri, vórðu hesar menningarkvotur
útskrivaðar fyrr uppá árið, soleiðis at
hesar eisini kundu fiskast liðnar í 2018.
Hetta er onki annað enn dugnaloysi og
drál frá politiskari síðu, sum nú er
staðfest sum mistar inntøkur og helst
eisini tap hjá fleiri av nýggju akt
ørunum sum fingu menningarkotu.
Men onki sær út til at fáa avleiðingar
hjá hesi samgongu- í hvussu so er, ikki
fyrr enn tað sansar alvorligani at -og
tí vil samgongan ella fiskimálaráðharr
in neyvanstaðfesta at hetta kundi verið
gjørt nógv betri frá teirra síðu.
Mín vón er, at vit eftir næsta val aft
ur fáa eina borgarliga samgongu, sum
hevur virðing fyri okkara vinnulívs
fólki og ikki minst okkara høvuðsvinnu.
Tað er neyðugt at broyta fisikivinnu
nýskipanarpolitikkin hjá verandi sam
gongu, soleiðis at álit aftur er frá fiski
vinnuni og øllum teimum aktørum,
sum hava verið ímóti verandi skipan.
Fiskivinnan hevur ikki brúk fyri fleiri
eksperimentum, men hevur brúk fyri
stabiliteti frameftir.
Men hetta setur eisini stór krøv til
teir borgarligu flokkarnar og teirra
politikk eftir næsta val. Tað er neyðugt
at hesir flokkar áðrenn valið eru greiðir
í sínum politikki á fiskivinnuøkinum,
soleiðis at tær broytingar, sum mugu
gerast í fiskivinnunýskipanini hjá ver
andi samgongu, verða breiðar og var
andi semjur. Eisini er alneyðugt at tað
aftur verður lurtað eftir okkara fiski
vinnu og øðrum aktørunum rundan
um vinnuna, soleiðis at hesir verða
tiknir við uppá ráð, tá framtíðar fiski
vinnupolitikkurin
og
tess
karmar
skulu broytast. Hetta má verða til
frama fyri Føroyar, føroyska fólki og
fiskivinnuna í framtíðini, soleiðis at
álit aftur verður á politisku skipanina.
Sambinding og málskeið týskvøldið:
um pensjónsskipanina í Føroyum
27. januar 2019
Týskvøldið 29. januar verður Sam
binding aftur á skránni á Býarbóka
savninum í Havn. Sambinding hevur
til endamáls at fáa innfødd og tilflutt
fólk í Føroyum at hittast, práta og
hugna sær saman.
Við tiltakinum ynskir Reyði Kross
ur at geva innføddum og tilfluttum
føroyingum høvi at hittast og práta
saman og yvirhøvur fáa betri innlit í
gerandisdagin og lívið hjá hvørjum
øðrum. Á henda hátt kunnu vit fáa
eina betri integratión, sum vit øll
ynskja.
Eisini ber til at fáa undirvísing í
føroyskum fyri nýbyrjarar. Hendan
undirvísing er frá klokkan 19 til 19.30.
Umframt málskeið er hvørja ferð
ein framløga á skránni um ymisk
evni, sum eru viðkomandi fyri fólk, ið
eru flutt til Føroya.
Komandi týskvøld kunnar Jan
Otto S. Holm, fíggjarserfrøðingur, um
okkara pensjónsskipan við serligum
atliti at pensjónum fyri fólk, ið eru
flutt til Føroya. Eisini verður høvi at
seta spurningar um evnið.
Te, kaffi og okkurt afturvið er at
fáa, og tiltakið er alment og ókeypis.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og
vónandi møta nógv fólk til tiltakið.
Skráin fyri várið 2019 sær
annars soleiðis út:
Týskvøldið 29. januar
– um pensjónsskipanina.
Týskvøldið 26. februar
– um arbeiðsloysisskipanina
Týskvøldið 26. mars
– um útbúgvingarmøguleikar
Týskvøldið 30. apríl
– um statsborgaraskap
Týskvøldið 28. mai
– evnið er ikki avgjørt enn.
Týskvøldið 18. juni
– tá fara vit gongutúr í Havn við
staðkendum ferðaleiðara.
Meira kunning um tiltøkini er á
Facebook, har navnið á bólkinum er
Sambinding/Intertwining.
Hetta er onki annað
enn dugnaloysi og drál frá
politiskari síðu, sum nú er
staðfest sum mistar inntøkur
og helst eisini tap hjá fleiri av nýggju akt
ørunum sum fingu menningarkotu.