Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2019síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg minnist ilt á kensluna, tá eg fór í hesar strømmu súkklu­ buks­ur­nar á fyrsta sinni - fekk ikki anda, og fór næstan í panikk. Syntetiskt stoff hósk­ ar ikki júst til kvinnur í skiftis­ ár­unum, men ein venist við alt, -  má eg bara sanna.  Nógv er at minnast til, áðrenn farið verður avstað, - vatn­dunkurin skal fyllast, tele­fonin løðast, handskar, lyktir og eyka  battarí skulu við. Hjólini skulu pumpast og hjálm­ur­in uppá. Eg stingi eina banan í lumman at hava við.   Eg gangi skinklandi eftir kjallara­gólvinum - hetta er mín fyrsti túrur í klikkskóm. Havi hoyrt so nógvar ræðu­ søg­ur um klikk, sjálvt mamma er ørkymlað,- hon hygg­ur eftir Tour de France í sjón­varpi­ num.: - “....Men tú ert jú føst á súkklu­ni, um tú dettur fylgir súkklan við. Eg havi sjálv hugs­ að tankan. Eri vaknað á miðjari nátt við bankandi hjarta.: Klári eg at hugsa klárt og klikka skógvarnar av um eg detti? Eg eri í lántum fjaðrum nú eg fari avstað, - Katrina eigur skógv­arnar, Tummas buksur og jakka, og  Aksel Haraldsen súkkluna. TÓRA - stendur á henni við stór­um svørtum stavum.     Stovnað í 2014 Føroyska deildin hjá Team Rynkeby varð stovnað í 2014, – tá var Tóra sjúk, hon hevði krabba­mein í høvdinum. Fleiri súkklistar høvdu sett hennar navn á sína súkklu. Eg gangi í klikkskónum oman á slætt, seti vinstra fótin á pedal­ina, - tað sigur klikk. Eg traðki við einum beini eftir Vágs­heygnum, hetta er mín barn­dóms­gøta. Tummas er fremstur: - Kom nú! rópar hann. Koyr eisini hitt beinið uppá. Hann stendur við hornið oman Víkabrekkuna og hyggur: - Ongin bilur er í nánd!     Klikk! Nú eru báðar føturnar fastar. - Ikki vera bangin. Set ferðina upp. Tummas er ótolin.  Eg muti ímóti.: Hvat nú hviss ...? Men her er ongin náði, boð­ ini eru greið. Tig! Lurta og ikki snakka! Tummas er í zen við sína súkklu. Smidligur fer hann fram­við við parkaðu bilunum á  Nýggjavegi..... Guðsdoy! Nú stendur hann uppi og hopp­ ar.   Hví ger hann so?  Vit eru kom­in til rundkoyringina við Gamla Spinnaríið:.  – Hatta var fyri at sleppa undan holunum, sum eru í vegunum, greiðir hann frá.   Nei! Álvara! Eg flenni. Ein hopp­andi gul i kanin á súkku til Paris?     “Ikki dreiva!” Vit koyra út eftir Oyravegnun, - Borðoyarvík  liggur í silvitni. Hygg! Har er Vevskúlanum úti í Grøv. Aina Cederblom, sigldi úr Svøríki til Føroyar í sínum lítla maskinbáti Rospiggen II og bygdi vevskúla har - ja, hví ikki eg á súkklu til París?    IKKI DREIVA! Tummas róp­ar. Tú súkklar mitt á veg­ num! Hann er komin upp á lið­ina á mær:   -Tú mást kon­ sen­trera  teg. Súkkla tættari strikuni. Hann setur ferðina upp: - Eg bíði eftir tær har úti, rópar hann, í tí hann yvirhálar   Tá ið eg komi út á Oyrar, stendur Tummas og ...... pissar.... hvussu gera kvinnurnar á liðnum, tá ið tær koma í neyð? Á veg heimaftur terpi eg gear.     Stóra klinga upp, - tungt – fram eftir sløttum.   Lítla klinga niður, lætt – tá eg koyri niðan brekku.  Høgra upp og vinstra niður... eg fløkist.... hendurnar ána ikki havt hvør ger, men súkklan trillar, tað gongur við strúkani ferð… norður eftir Ánavegnum og fram við gulu SEV- húsunum á Strond. Hvassar hvirlur skrykkja í kroppin, tá ið farið verður um Haraldssund. Gott, at endin er bleytur Í Kunoyartunninum er kalt.  Tann hvíta strikan á veg­ num hvørvur fyri mínum eyg­um, og eg fari skinklandi aftan­á. Tummas er aftanfyri: – Tú skalt koyra so nær strikuni, at ein stórur lastbilur fær koyrt fram­við. Eg eri hjartkipt, men hjartans­fegin, tí mótkoyrandi bilar steðga og halda av. Tíverri tori eg ikki at lyfta hondini í tøkk.    Oman eftir Kunoyarvegnum eru nógvar holur. Tummas setur ferðina upp: - Lyft reyv­ ina uppfrá, so tekur tað ikki so hart.  Eg tori ikki at standa ei heldur at hoppa, men siti pinn­ stív á súkkluni, krøki hendur­ nar um róðrið, - knúgv­arnir eru krita hvítir, og eg bíti saman tenn. Eg sigi bara: Gott, at endin er bleytur.   Kom nú! Skjótari! Vit høvdu mótvind norður, nú hann er undan heim. Long brekka er fyri framman. - Nú skalt tú koma upp í ferð. Tummas súkklar undir liðini á mær. Hann rópar.: -  Kom nú! Skjótari! Eg vindi sum eitt ørt. - Tú skalt longur upp í ferð.... Men eg tori ikki ........ - Jú, ........ Hann byrjar at telja... - Nú koyrir tú 40.....   rópar hann....... 45....., ......   49,..... 49,5 ..... Eyð, nú koyrir tú næstan 50...... !!!   Hann ýlir í vindinum. Tummas hevur fortalt, at tað skjótasta hann hevur koyrt er 80!!! Huff. Eg minnist ilt á, tá ein bilur rendir á hann og hann fór sendandi, breyt seg sundur, men fór upp aftur á hjólhestin og vandi leingi við brotnari hond og slapp til Paris.   Nei! Eg seti føti í spenni. Skjótari verður tað ikki í dag.    Vit leggja tunnilin aftur­um okkum, svingað um Haralds­ suna og mógvað fram við SEV- hús­un­um á Strond. Niðan eftir Ánavegnum gongur við strúk­andi ferð. Hetta er ikki so galið. Eg hugsi um allar brekk­urnar, sum eru fyri framm­an og murri.: “Kenna tit brekkurnar, sum eru her í Føroyum:  Víkabrekka, Bratta­ brekka, Kirkjubrekka, Langi­ brekka, Stuttabrekka og brekku­na niðan til okkum ...” Steðgi við kjallarhurðina og klikki skógvarnar av. Beint tá hyggi eg upp og síggi beint í kamarsvindeygaði hjá Tóru.  Áh, Tóra - Gud viti hvat hon hevði sagt um hon sá meg nú. Eg fái klump í hálsin. Tár renna eftir kjálkanum. Nei, her fái eg onki svar, men Flóvin, er errin, haldi eg. Eg seti súkkluna frá mær, - ásann­andi, hetta verður ikki bara bara. Her skal nógv orka og venjing til.    - Tak ein dag í senn, sigur Tummas. - Hugsa hvar tú ert nú, og hvar tú ert um eitt hálvt ár. Tá eru tveir mánaðir eftir at venja í til tú skalt avstað.  Gott, at vit  eru í felag. Saman. Vónandi eg eisini eitt sindur meir í zen.   PS. Síðan fyrsta mín fyrsta súkklutúr við Tummasi, fór eg avstað einsamøll ein dagin. Eg datt, - fýra ferðir og lærdi: Tá ið tú ert í klikkskóm, mást tú ikki fara uppá súkkluna í mótbrekku. Ikki sum nýbyrjað í hvussu er. Eg hevði eina leski­ liga banan í lummanum at fáa mær komin til  Kunoyar. Men bananin var kroyst, - bleyt og kleimd, -helst hon, sum tók ringasta stoytin. men halt kipp - eg fekk eisini ilt. BLOGGUR Eyð Matras: MÍN FYRSTI TÚRUR Í KLIKKSKÓM Eyð Matras er nýggj í Team Rynkeby Føroyar og bloggar um lívið sum Rynka. Maðurin, Tummas Joensen, hevur verið við fyrr. Saman eiga tey børnini Tóru og Flóvin. Tóra fekk krabbamein í høvdið og var ein av teimum TRF ynskti at hjálpa, tá tað varð sett á stovn í 2014. Tóra doyði árið eftir seytjan ára gomul. Eyð Matras er 55 ára gomul - journalistur og sjónleikari og býr í Klaksvík