týsdagur 29. januar 2019síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu
tá okkara kæra
Celia Brockie Dam
F. 06.04.1931 D 12.12.2018
Andaðist og var jarðað,
Stóra tøkk til tykkum á Ellisheiminum
ið ríkaðu lívið hjá Celiu hvønn dag,
og tóku tykkum so sera væl av henni
og vóru so góð við hana.
Takk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum
ið so dugnaliga vóru um hana.
Takk til Hera Joensen prest fyri vøkur orð,
takk til berarar, kirkjutænarar, sangarar,
gravarar og organist.
Takk fyri blómur, kransar og fyri hjálpina í
samband við Jarðarferðina og vid ervinum
Tøkk til tykkum mongu ið fylgdu Celiu
til hennara Seinasta hvíldarstað
Familjunar vegna,
Moira
Tøkk
Henning Niclasen
f. 16. mars 1960 d. 03.mars 2018
Ein innarlig tøkk til tykkum øll,
sum vóru rundan um okkum,
sýndu samkenslu, troyst, hjálpsemi
og umsorgan í stóru sorgini,
tá okkara elskaði
maður og pápi andaðist og varð jarðaður.
Harrin signi tykkum.
Familjunar vegna
Unn og Gunnvá
Nú tónar eru tagnaðir
og ísafryst er fold,
nú eygnabráðið slóknað er,
teg fjalir døkka mold.
Nú ongin pína plágar teg,
tú fríður ferðast kann,
í skýggjunum tú vinur vár,
á veg mót Himni fram.
Tú lívsins tónar spreiddi út,
í teimum gleði var
og gullrandað var sinnið títt,
tú heiðurs krúnu bar.
So mangan vóru saman vit,
í gleði, stundin leið,
at deyðin skuldi taka teg,
tað vardi okkum ei.
So tung her gjørdist lívsleið
tín,
tó ei tú nevndi tað,
men nú kann tú í Himnaborg,
har spæla frítt títt lag.
Vit eftir standa spyrjandi,
ein vinafjøld so stór.
Sum snarljós komu boðini,
tað vondu stund tú fór.
Men einaferð í Himnaborg,
vit hittast víst ein dag,
tá skal tú spæla, fyri okkum,
ævigt fagnarlag.
L.C Suðuroy
TAKK
Herbjørg Egholm, fødd Viderø
f. 19.09.1923 d. 15.11.2018
Hjartaliga takk til tykkum øll, sum fylgdu elskaðu
konu míni, mammu, ommu, langommu og
oldurommu okkara til hennara seinasta hvíldarstað.
Takk fyri blómur og kransar, og takk til tykkum øll,
sum vístu okkum samkenslu og hjálptu til á ymsan
hátt.
Takk til tykkum á Tjarnargarði fyri góða umsorgan,
tey árini hon búði har.
Takk til Sólsetur og takk til Derhard Jógvanson
prest fyri vøkur orð.
Blíðar heilsanir og gott nýggjár.
Eiler, Eyðna og Emi við familjum
Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður
Tlf. 47 90 00 - T-post: bst@bst.fo
Stuðul til
grønmetis framleiðslu
Stuðul til grønmetisframleiðslu verður
veittur sambært Løgtingsfíggjarlógini
fyri 2019. Stuðul verður veittur til
verkætlanir og royndir við føroyskari
grønmetisframleiðslu. Fyri at fáa stuðul
í 2019 skal umsóknarblað fyllast út.
Umsóknarblaðið kann takast av heimasíðu
Búnaðarstovunar www.bst.fo .
Síðsta freist at søkja er hin 12.03.2019.
Aðalfundur
hjá
Eftirlønargrunni Føroya
Arbeiðarafelags
Aðalfundur grunsins verður fríggjadagin 15.
Februar 2019 kl. 10.00 í Østrøm, Sigmundargøta,
Tórshavn.
Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini skrivliga
í hendi innan 4. Februar 2019.
Dagsskrá sambært § 5, stk. 5 í viðtøkum grunsins:
1) val av fundarstjóra
2) frágreiðing frá nevndini um farna ár
3) framløga av ársroknskapi við
grannskoðaraátekning til góðkenningar
4) val av nevnd
5) val av grannskoðara
6) innkomin uppskot (herundir
viðtøkubroyting)
7) ymiskt
Aftaná 4. Februar 2019 kunnu limir grunsins síggja
møgulig innkomin uppskot á skrivstovu felagsins.
Nevndin
Klaksvíkar Sjúkrahús
Sniðgøta 1 · 700 Klaksvík
Tlf: 45 45 45 · www.ks.fo
PETØ venjingar
Sagt verður frá, at Petø-venjingar fara fram á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi í viku 9, 10 og 11 – 2019.
Tey, ið ætla sær at verða við, verða biðin um at siga
frá á tlf. 45 45 45 lokal 4507 ella
á teldupostadr.: sjuklingar@ks.fo
Seinasta freist er 15.02.2019
Meira um petø á www.ks.fo
Klaksvíkar Sjúkrahús
Mikudagur 20. september 2017 Nr. 109 91. árg. kr. 20,00 í leysasølu
skulu læra
at undrast
og granska
Vísindavøka s4
Skúvoy:
LANDSROYNDIR:
KØVA ÁHUGA
HJÁ BØRNUM
n 120 hk Active
Eyðun hevur Parkinson:
SJÚKA
ð søla
G SUM ALTÍÐ QUIZZIN 5 SKJÓTIR UMMÆLI VIKAN IÐ FÓR
TORKIL VEYHE
DRØNAR
AVSTAÐ:
-EG TOSI VIÐ
TRÝ LIÐ Í LØTUNI
STIAN
EL:
VAR IKKI
SSPARK
LES UM TORKIL VEYHE Á SÍÐU 14-15
-VÍKING Á SÍÐU 18-19
VATNHAMAR
OG ATLI SAMDIR
BLEIV RÆTTILIGT ROK Í GUNDADALI, TÁ MENN TÓKTUST AT
TIL HENDURS Í SAMBAND VIÐ EITT INNKAST. TRÓNDUR
NHAMAR BLEIV BURTURVÍSTUR OG ATLI GREGERSEN KOM Í
VIND. Í BLAÐNUM Í DAG FORTELJA TEIR HVAT HENDI
UM ROKIÐ Á SÍÐU 23
N
N