Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. januar 2019 · Nr. 12 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Astrid Lindgren býr í ein­um lítlum svenskum býi og livir eitt vanligt lív í einari trúgvandi familju. Astrid er tó eitt sind­ur lívligari og meira droym­andi enn hinar gent­ur­nar, og hon ynskir at sleppa burtur. Tá ið hon fær praktikkpláss á lokal­blaðnum, er hon sera fegin. Nýggi filmurin »Unge Astrid« snýr seg um ungdómslívið hjá As­ trid Lindgren, sum man teljast millum best dámdu norður­lendsku rit­høv­und­ar nakrantíð. Tað var hon, sum skriv­ aði søgur­nar um eitt nú Pippi Smokku­legg og Emil úr Lønne­bergi. As­trid Lindgren var ný­ skap­andi í sínari skriving av barna­bókum, og hon óttaðist ikki at taka sorg og alvor inn sum part av bókunum, sum eisini um­ boðaðu lívsgleði, dirvi og hugflog. Filmurin »Unge As­ trid« ferðast rundan um serstaka hending í ungdómslívinum hjá Astrid Lindgren. Blað­ stjór­in á lokalblaðnum stríð­ist við skilnað frá konu­ni, og forholdið mill­ um ungu Astrid og vaks­ na blaðstjórin hitnar. Hetta hevur við sær eina lívs­broyt­andi hending fyri Astrid og kemur at mynda hennara lív og virki sum rithøvundur. »Unge Astrid« er leik­ stjórnaður av Per­nille Fischer Christen­sen, og hon hevur skriv­að leikritið saman við manni­num Kim Fupz Aake­son. Høvuðs­ leiklutin sum Astrid Lind­ gren hevur Alba August, sum er dóttir kenda danska leikstjóran Bille August og svensku sjón­ leikar­induna og leik­stjór­ an Pernillu August. Hon hevur fingið góð um­mæli fyri sín leiklut. »Unge Astrid« verður frum­sýndur í biografum hósdagin og kann millum annað síggjast í Havnar Bio. Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FILMAR Lagt til rættis: Eyðun Klakstein TÁ ASTRID VAR UNG Nýggjur biograffilmur sigur søguna um ungu Astrid Lindgren og hending í ungdómsárum, sum kom at mynda hana sum persón og rithøvund Móta­ skapari verður myrdur Film­ stjørnur doyggja ikki í Liverpool »The Assassination of Gianni Versace: Ameri­can Crime Story« snýr seg um drápið av móta­ skaparanum Gian­ ni Ver­sace í 1997. Sjón­varps­røðin er í 9 pørtum og kann síggjast á Netflix. Gianni Versace varð drip­in av Andrew Cunan­an, sum eisini drap fýra aðrar menn um sama mundið. Røð­in hevur fingið góð skoðsmál og vann tríggjar Emmy heiðurs­lønir. Í størri og smærri leiklutum í røð­ini síggjast eitt nú Édgar Ramírez, Darren Criss, Ricky Martin og Penélope Cruz. Peter Turner hittir nakað eldri sjón­leikar­ induna Gloria Graham í Liverpool í sjeyti ár­unum, og tey gerast væl. Sum frálíðir gerst greitt, at Gloria er sjúk av krabbameini. Film­ urin byggir á endur­ minningar hjá Peter Turner, og í høvuðs­ leik­lutunum eru Jamie Bell og Annette Bening. Filmurin var tilnevndur til tríggjar heiðurslønir á British Academy Film Awards. Kann síggjast á Viaplay. Prei! Prei! 16 ára gamla Astrid Lindgren fær arbeiði á lokalblaðnum, og har verður hon fyri lívsbroytandi hending Bygdin Teriberka liggur einar hundrað kilometrar eystan fyri Murmansk har norðuri í Russlandi –  ikki langt frá norska marki­num. Við sjóvarmálan liggja rotnir smábátar hálvir undir í sjógvi. Í bygdini standa hús til at falla, eftir at tey, sum áttu hús­ini, eru rýmd, og summa staðni standa vrak av gomlum Lada-bilum, sum hava tænt fyri seg og væl tað. Í 1950 var Teriberka ein lívlig fiskivinnubygd við næstan 5000 íbúgvarum. Við tíðini legði Murmansk alt meira av fiskiskapi og fiskavirking undir seg. Arbeiðspláss og fólk fóru úr Teriberka. Tá ið Sovjetsamveldið datt saman, vóru nógv her­ nað­ar­lig arbeiðs­pláss niður­løgd. Skipa­smiðjur­ nar høvdu minni at gera, og fiskakvoturnar vóru privatiseraðar og fóru á færri hendur. Alt virk­ aði ímóti Teriberka, og bygdin stóð fyri fallið – íbúgvara­talið fór niður um túsund fólk. Kortini er bygdin nú blivin eitt væl umtókt ferða­mál, skrivar Afton­ post­en. Orsøkin er film­ ur­in »Leviathan« frá 2014. Nógvar at uttan­dura­ upp­tøkunum í filminum vóru gjørdar í Teriberka, og væl umtókti filmurin, sum var tilnevndur Oscar heiðursløn, skapti áhuga fyri bygdini. Tað var sum at fallið hjá bygdini tóktist innbjóðandi og hug­takandi, og ferðafólk streymaðu til bygdina at síggja alt við egnum eygum. Ferðafólk skaptu inn­tøkur í bygdini, har tey hava bygt bæði íbúðir og gistingarhús síðani. Eisini náttúran kring bygd­ina er hugtakandi. Um miðsummarið er ljóst døgnið runt, og um vet­urin kann norðlýsið upp­livast. Hetta er ivaleyst eitt av mongum dømum um, hvat filmur kunnu gera við eitt øki. FILMUR GAV FISKIBYGD NÝTT LÍV Ein illa stødd russisk fiskibygd fekk nýtt lív eftir eina Oscar tilnevning Bygdin Teriberka fekk nýtt lív, eftir at upptøkur til væl umtóktan film vóru gjørdar í bygdini Mynd: Paal Kvamme/Aftonposten