Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 13 6 ÓLUVA NATTESTAD E ldhugurin skínur gjøgn­ um Lisbeth Nebelong tá hon prátar um Føroyar. Síðan hon sum barn og ung búði trý ár í Havn, hava oyggjarnar havt eitt heilt serligt stað í hjartanum í danska rit­ høvundanum við tí eyðkenda reyða hárinum. Í 20 ár hava Før­oy­ar verið eitt høvuðsevni í hennara fjøltáttaðu yrkisleið sum rit­høvundur, akademikari, ferða­bókahøvundur og fyri­ lestrarhaldari. Millum føroyingar er Lisbeth Nebe­long kanska mest kend fyri trí­bókaverkið Færø Blues um donsku Lisu, ið sum ung flytur til Føroya og sum vaksin vendir aftur. Longu sum tannáringur gekk hon við ætlanum um at skriva eina skaldsøgu við heiti­ num Når engle spiller Mozart, sum bleiv fyrsta bind í bóka­ røðini. Umframt at vera ein kærleikssøga, snýr bóka­røðin seg eisini um rokaligu sam­ ráð­ingarnar millum donsku ríkis­stjórn­ina og føroysku full­veldis­sam­gonguna síðst í 90’unum og fyrst í 00’unum. Lis­beth Nebelong var sjálv í Før­oy­um í februar 2000 fyri at arbeiða uppá eina ritgerð í Public Management um sam­ ráð­ing­arnar. - Eg var øgiliga ávirkað av spentu støðuni millum før­o­y­ ingar og danir uppundir sam­ ráð­ingarnar, og hvussu niðrandi før­oy­ingar vóru viðfarnir av donskum politikarum. Fíggjar­ krepp­an spøkti enn, danir vóru lítið dámdir og man kendi ein mishug á sær allastaðni. Eg haldi, at Nyrup var ein katastrofa fyri Føroyar, fortelur Lisbeth Nebe­ long. Ongin tosar longur um Exit Føroyar Síðan tá hava Føroyar fótað sær aftaná sváru fíggjarkreppuni og politiska samstarvið við Danmark er batna og síðan er bara gingið framá í Føroyum, ser­liga seinastu trý árini. Tað bæði sær og merkir hon, tá hon vitjar. - Í dag merkir man eina ótrú­ liga optimismu í Før­oy­um á øllum økjum. Fram­gongd­in í alivinnuni og pelag­iska fiskarí­ num hava tryggj­að fíggj­arligu støðuna. Arbeiðs­loysið er tað lægsta í Evropa. Føroyar hava gjørt vart við seg innan ferðamál, gas­tronomi, á filmspallinum og tón­listarliga, fyri bert at nevna nakað. - Íløgurnar á útbúgv­ingar­ øki­num síggjast aftur við tað, at nú nema fleiri føroyingar sær útbúgving heima heldur enn uttanlands. Ongin tosar long­ur um brain drain ella Exit Før­oyar, men um Enter Føroyar fyri at brúka orðingina hjá Aksel V. Johannesen, sigur Lisbeth Nebelong. Ferðavinnan og kvinnurnar Serliga heftir hon seg við, at fleiri før­oyskar kvinnur við longum út­búgvingum flyta heim og gera vart við seg bæði innan politikk, vinnulív og menning. Meðan fiskivinnan vanliga hevur verið og enn er stýrd av monnum, hevur ferðavinnan, sum seinastu árini hevur verið í rúkandi framgongd, givið før­ oyskum kvinnum betri møgu­ leika at sleppa framat. - Fyrr var tað ein stór av­ bjóðing, um man kom heim við einari útbúgving í Performance Design, men soleiðis er ikki long­ ur. Ferðavinnan hevur onkurs­ vegna latið upp fyri, at fleiri kvinnur eru komnar í stjórastørv og røkja onnur mennandi størv, so sum projektleiðarar, og eru slopnar at brúka teirra longu útbúgvingar til at menna Før­ oyar, sigur hon. Nevniliga ferðavinnan er eitt ser­ligt áhugamál hjá Lisbeth Nebe­long, og er hon sjálv millum kvinnurnar, ið hava megnað at gjørt føroysku ferðavinnuna til part av sínum virki. Hon er akkur­át liðug við fjórðu útgávu sína av donsku ferðabókina Turen går til Færøerne, sum kem­ur út 1. mai. Bráðvøksturin í før­oysku ferðavinnuni hevur verið so umfatandi, sigur hon, at ferða­bókin skuldi skrivast heilt um, og í bókini tekur hon serlig atlit til tær avbjóðingar, hetta hevur ført við sær. - Vit hava leingi sæð, at tað eru tey somu fáu støðini har ferða­ fólkini flokkast til, til dømis í Myki­nes, Gjógv og Saksun. Tí er tað um­ráðandi at fáa ferðafólkini at spjaða seg meira, so lætt verður á yvirfloymdu støðunum. Hetta so fleiri bygdir og oyggjar kunnu fáa ágóðan av ferðavinnuni. Kom­ Lisbeth Nebelong: - Danska Lisbeth Nebelong hevur gjørt sína stóru vitan um Føroyar og føroyingar til ein týðandi part av sínum virki. Fyri 20 árum síðan viðgjørdi hon rokaligu fullveldissamráðingarnar millum Føroyar og Danmark, men nógv er hent síðan tá og kanska hava danir okkurt at læra av føroyingum, heldur hon Ferðavinnan hevur onkursvegna latið upp fyri at fleiri kvinnur eru komnar í stjórastørv og røkja onnur mennandi størv, so sum projektleiðarar, og eru slopnar at brúka teirra longu útbúgvingar til at menna Føroyar PERSÓNSSØGA: Lisbeth Nebelong BRENNIR FYRI AT FORTELJA UM FØROYAR MYND: HØGNI HEINESEN MYND: MARINE GASTINEAU