Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 13 7 andi ferða­bók­in er skrivað í eini roynd at fáa ferðafólkini longur suðureftir, til Skúvoynna, Sand­oynna og Suðuroynna, har pláss er fyri fleiri vitjandi. Í mai í fjør tosaði hon á ferða­ mannaráðstevnuni á Fróð­ skapar­setrinum um hvat út­ lendsk ferðafólk vilja uppliva, tá tey vitja Føroyar. Hon heldur, at tað er umráðandi, at ferðafólkini fáa tað tey koma eftir, men at talan er um eina søgugongd. - Ferðafólk koma í vaksandi mun fyri at uppliva tónleik og gastronomi, men fyrst og fremst eru tað náttúran og Før­ oyar unspoiled sum tey koma fyri. Eftir mínum tykki er av­ bjóðingin at varðveita hetta vørumerki, samstundis sum ferðavinnan alsamt veks­ur. Ein langtíðarætlan fyri ferða­ vinnuna og ein meira um­fat­andi náttúruverndarlóg kunnu vera við til at tryggja eina burðar­ dygga ferðavinnu, sigur hon. Danir hava nógv at læra av føroyingum Umframt ferðabókina fyrireikar Nebelong í løtuni ein fyrilestur á Fólkauniversitetinum í Aar­hus um føroyska søgu og skald­skap, sum verður hildin í næstum. Til fyrilestrar sínar hittir hon nógvar danir, ið eru áhug­aðir í og vitandi um føroysk viður­skifti, men sum heild hava danir lítla vitan um Føroyar hóast drúgvu søguna londini millum. - Tað kemur mangan óvart á, hvussu lítið danir vita um Før­ oyar. Onkur heldur enn at man situr við lýsilampum og flætt­ar hamplínur. Tað er tann myndin, sum er komin av Søren Ryge og seinast Anders Lund Mad­ sen, sum gera sendingar frá út­ oyggjum. Tað er tíbetur við at broytast nú, serliga tí at stóra framgongdin ger tað heldur torført hjá miðlunum at bera fram ótíðarhóskandi og romanti­seraðu myndina av Før­ oyum, sigur Lisbeth Nebe­long. Seinasta árið hevur hon saman við læraranum Lise Vogt arbeitt uppá lærutilfar til danska fólkaskúlan í 7.-10. flokki, sum nettupp skal veita eina fjølbroytt og nútíðarhóskandi mynd av Føroyum. Nebelong heldur, at danir í roynd og veru hava nógv at læra av føroyingum, serliga tá tað kemur til samleika og mentan. - Føroyingar hava dugað at hildið fast í síni mentan og tí sam­leika, ið er knýttur at við at ný­hugsa gamla siðvenju. Hetta sæst aftur á mentanarpallinum, í vinnuni og hjá tí einstaka. Hugsa bara um Eivør, Guðrun & Guðrun, Koks, umframt øll tey ungu, sum hava tikið før­ oyska búnan til sín og spæla við siðbundna sniðið. Í Dan­ mark hava vit verið meira ávirkað av alheimsgeringini og tí hava vit mist ein part av okkara samleika. Sjálvt grund­ lógardagurin, tjóðar­dag­urin, hevur lítlan atdrátt millum fólk. Tað kann slett ikki saman­berast við ólavsøkuna, sigur Lisbeth Nebelong. Ikki fleiri skaldsøgur - men.. Viðvíkjandi spurningin um hvørt fleiri skaldsøgur um Før­oyar eru á veg, er svarið nei, men hetta merkir tó ikki, at Nebelong heilt hevur slept søguheimin hon skapti í Færø Blues. Hon avdúkar, at hon fer undir at skriva eitt norður­lendskt stuttsøgusavn, har hend­ingar­nar m.a. fara fram í Føroyum og Íslandi. - Tað eru fleiri leysir endar, sum eg vil taka upp í stutt­søgu­ savni­num. Har nakrir um­ráð­andi hjápersónar, ið vit ikki vita nokk um, og sum hava uppiborið teirra egnu søgu. So sum hví druknaði pápi Kára í Ísa­fjørðinum? Og hví rýmdi mamma hansara við einum øðrum manni, sigur rit­høvund­ urin. Tað er millum søgurnar ið Lis­beth Nebelong í næstum fer undir við. Føroyingar hava dugað at hildið fast í síni mentan og tí samleika, ið er knýttur at við at nýhugsa gamla siðvenju. Hetta sæst aftur á mentanarpallinum, í vinnuni og hjá tí einstaka Lisbeth Nebelong, f. 1955. Búði í Havn 1966-67 og aftur í 1973-74 Útbúgvin journalist og Master í Public Management Úrvaldar útgávur: Færø Blues tríbókaverk (2016) Turen går til Færøerne (2010, 2013, 2016, 2019) Fakta: Úrval av fyrireikandi tilfarinum til fyrilesturin á Fólkauniversitetinum í Aarhus Umborð á Thorshavn í 1966. Tv. Lisbeth (11 ár). Mitt í: Systirin Lotte (5 ár) Th. Systirin Helle