Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 13 8 TEMA Valaldurin Tað gingu 132 ár frá tí, at løgtingið bleiv endurreist til allir borgarar yvir 18 ár og eldri fingu atkvøðurætt óheft av ogn, stætt, inntøku, skatti ella kyni. 35 ár aftaná at valaldurin seinast bleiv lækkaður hava onkrar royndir verið at lækkað hann enn meira HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO V alrætt til Løgtingið hev­ ur hvør, ið fylt hevur 18 ár, hevur danskan heima­rætt og er heima­ hoyr­andi í Føroyum, uttan so er, at hann er undir verjumáli og hevur fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6.” Hendan §2 í løgtingslóg til val av løgting hevur síðan 1978 stað­ fest hvør hevur rætt at velja á løg­ tings­vali. Tá man lesur lógina í einum søgu­ligum høpi sæst, at her er í stóran mun talan um eina lóg, ið hevur beint burtur næstan allar forð­ingar fyri at atkvøða. Val­rætt­ ur er givin øllum borgarum óheft av ogn, stætt, inntøku, skatti ella kyni. Einasta avmarkingin er aldur. Javnan eru tó røddir frammi, ið ynskja at víðka um bólkin av teimum borgarum, ið hava rætt til at atkvøða við at lækka valaldurin. Tað hevur tó ikki fingið undirtøku, men tankin er ikki fremmandur, tí í síðstu øldini er valaldurin broytt­ ur fleiri ferðir. Harumframt er tað heldur ikki langt síðan, at okkara fólkaræði ikki umfataði ein stóran part av fólkinum. Tað er bara eini hundrað ár síðan, at kvinnur og tæn­astufólk ikki taldust millum teirra, ið høvdu atkvøðurætt og man skuldi vera 25 ár fyri at velja. Meðan teir allarflestu lesarar munnu vera ov ung til at minnast tíðina tá kvinnur og tænastufólk fingu valrætt, so munnu tað vera fleiri, ið minnast broytingina fyri 35 árum síðan, tá seinasta stóra broytingina var gjørd í val­rætt­ inum til løgtingsval. Hetta árið sam­tykti løgtingið at lækka val­ ald­urin úr 20 árum til 18 ár. Ein líðandi tilgongd Tilgongdin at koma har til vit eru í dag, at meginparturin av sam­ RÆTTURIN AT VELJA " - Javnan eru tó røddir frammi, ið ynskja at víðka um bólkin av teimum borgarum, ið hava rætt til at atkvøða við at lækka valaldurin. Tað hevur tó ikki fingið undirtøku, men tankin er ikki fremmandur, tí í síðstu øldini er valaldurin broyttur fleiri ferðir.