hósdagur 31. januar 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 13
9
felagnum hevur møguleikan at
velja, hevur verið drúgv og lang
drigin. Tað sæst serliga væl, tá
hugt verður eftir júst hvør hevði
atkvøðurætt, tá løgtingið bleiv
endurreist í 19. øld.
Tá løgtingsval fyrstu ferð
bleiv hildið í samband við end
urreista løgtingið í 1852, var val
rættaraldurin 30 ár. Tað var ikki
óvanligt í Evropa um tað mundi,
at aldursmarkið var so høgt og
brúktu føroyingar sama aldurs
mark sum danir.
Men meðan aldurin í dag er ein
av teimum síðstu forðingunum
fyri at atkvøða, so vóru munandi
strangari reglur galdandi tá.
Kvinnur, húskallar og tænastufólk
hjá bóndum høvdu ongan at
kvøðurætt, meðan ymiskar treytir
vóru til menn.
Harímillum var, at teir høvdu
fastan bústað í tí prestagjaldi,
har valið varð hildið, at ávísur
skattur varð goldin til ríkið ella
kommunu og at viðkomandi hevði
sjálvstøðugt húsarhald. Og um so
var, at maður hevði tikið móti
fátækrahjálp, ið ikki var aftur
goldin og eftirgivin, var hann eis
ini óskikkaður at velja.
Valaldurin lækkaði
Teir løgtingslimir, ið blivu valdir
í 1852 gjørdu skjótt av at broyta tí
skipan, ið teir sjálvir vórðu valdir
eftir, tí longu tvey ár seinni varð
lógin um valrætt broytt á fyrsta
sinni.
Talan var um eina broyting,
ið bæði herdi og linkaði um
krøvini. Nýggja løgtingið ynskti
at broyta lógina, so at valrættur
in bleiv knýttur saman við ogn
arviðurskiftum. Sostatt bleiv lagt
aftrat krøvunum fyri valrætti, at
ein maður, ið ynskti at velja á løg
tingsvali, skuldi eiga jørð ella hava
brúksrætt til jørð, svarandi til 3
gyllin. Maður hevði eisini valrætt,
um hann átti ogn av bygningum,
sum høvdu eitt virði svarandi til
minst 150 ríkisdálar.
Meðan treytirnar til valrætt
sostatt blivu herdar í samband við
ognarviðurskifti, so linkaði løg
tingið um treytirnar við at lækka
sjálvan valaldurin úr 30 árum til
25 ár.
Meðan man áðrenn hevði fylt
danska leistinum við einum valaldri
á 30 ár, vóru føroyingar nú 63 ár fyrr
enn danir at lækka hann til 25 ár.
Kvinnurnar sleppa framat
Næstu hálvu øldina fekk vallógin
frið frá løgtingsmonnum, tó at
man í 1906 gjørdi eina broyting, ið
gjørdi at ræðis- ella ognarrættur
ikki longur var ein treyt fyri val
rætti.
Stóra broytingin bleiv tó sam
tykt í Ríkisdegnum 28. apríl 1916, tá
ein nýggj lóg bleiv samtykt, sum
munandi víðkaði um føroysku
veljarafjøldina. Nýggja lógin
javnstillaði nevniliga kvinnur við
menn, samstundis sum treytin
um sjálvstøðugt húsarhald bleiv
strikað.
Í einum blivu kvinnur, hús
kallar og tænastufólk javnsett
við restina av samfelagnum og
merkti tað, at føroyska veljara
fjøldin tvífaldaðist.
Eingin broyting bleiv gjørd í
valaldrinum í 1916, men undir 2.
veraldarbardaga vóru aftur røddir,
ið ynsktu at broyta vallógina og
var tað tá aldurin, ið stóð fyri tørn.
So í 1944 samtykti Føroya løgting
at lækka valaldurin úr 25 til 21 ár.
Longu 16 ár seinni, í 1970, vóru
broytingar aftur gjørdar í vallóg
ini, tá løgtingið samtykti at lækka
valaldurin við einum ári til 20 ár.
Síðan gingið tað 18 ár áðrenn
løgtingið enn einaferð fór undir
at viðgera valaldurin, men í 1984
samtykti Føroya løgting at lækka
valaldurin til 18 ár, ið hann hevur
verið síðan.
Ein roynd í 2007
35 ár eru liðin síðan at valrættar
aldurin seinast varð broyttur,
men tað er ikki tí, at eingin roynd
er gjørd. Í 2007 løgdu Tórbjørn
Jacobsen og Páll á Reynatúgvu,
tingmenn fyri Tjóðveldi, og Jenis
av Rana og Bill Justinussen, ting
menn fyri Miðflokkin, fram upp
skot um at lækka valaldurin.
Tað gjørdist tó skjótt greitt,
at lítil og eingin undirtøka var
fyri uppskotinum. Fimm av sjey
nevndarlimum í rættarnevndini
vísti uppskotinum frá sær og tá
atkvøðast skuldi um uppskotið í
tingsalinum løgdust einans Høgni
Hoydal og Karsten Hansen aftrat
uppskotsstillarunum og atkvøddu
fyri uppskotinum, meðan 20
tinglimir vrakaðu uppskotinum.
Hóast uppskotið fall, verður
evnið javnan sett á breddan. Har
ímillum í samband við ungdóms
tingið, har skúlaungdómar seta
hvørjum stevnu í løgtinginum
annað hvørt ár at viðgera mál, ið
hava týdning fyri ung.
Seinasta ítøkiliga uppskot
um at lækka valaldurin kom frá
Tjóðveldi. Á flokstingi hjá flokk
inum í 2017 varð samtykt at taka
undir við einum uppskoti frá
Unga Tjóðveldi um at valaldurin
til ætlaðu fólkaatkvøðuna um
stjórnarskipanina skuldi vera 16
ár.
Tá segði Høgni Hoydal, for
maður floksins, við in.fo, at hetta
var ein spurningur, ið hann fór at
reisa við samgonguna. Tað bleiv
tó aldrin reiðiliga aktuelt, tí skjótt
gjørdist greitt, at fólkaatkvøðan
bleiv avlýst og sostatt bleiv ikki
meira gjørt við málið.
KELDA: LØGTINGTIÐ 150 – HANS ANDRIAS SØLVARÁ
16 ára
valaldur úti í heimi
Fleiri staðni kring heimin er
valaldurin lækkaður so, at 16
og 17 ára gomul sleppa á val.
Her eru nøkur av londunum
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Eysturríki:
Miðevropeiska landið verður
mett at vera undangonguland
viðvíkjandi valaldur til 16 ára
gomul. Tað eru nú 12 ár síðan,
at 16 og 17 ára gomul fyrstu
ferð sluppu at atkvøða til eitt
val í Eysturríki og er tað fyrsta
land í Evropa, ið hevur lækkað
valaldurin.
Malta:
Síðan 2013 hava 16 og 17 ára
gomul havt valrætt til lokaval. 5.
mars í fjør samtykti eitt einmælt
tjóðarting at lækka valaldurin
til 16 ár. Malta er næsta landið
í Evropa, ið hevur lækkað
valaldurin til øll val.
Skotland:
Í grannalandinum fyri sunnan
hevur valaldurin til skotska
parlamentið verið 16 ár síðan
2015. Fyrstu ferð 16 og 17 ára
gomul sluppu á val var tó til
fólkaatkvøðuna um loysing í
2014.
Brasil:
Tá grundlógin bleiv samtykt í
suðuramerikanska landinum í
1988 bleiv valaldurin settur til at
vera 16 ár. 16 og 17 ára gomul eru
tó undantikin skyldini at velja, ið
er galdandi fyri borgarar millum
18 og 70 ár.
Týskland:
Valaldurin til tjóðartingið og
landspartarnar er 18 ár, men í
summum kommunum sleppa
16 og 17 ára gomul at velja.
Norra:
Í Noregi hevur man royndarkoyrt
eina skipan við 16 ára valrætti í
samband við kommunuvalini í
2011 og 2015. 16 og 17 ára gomul
høvdu tá atkvøðurætt í 20
kommunum. Úrslitini vístu, at
broytingin í valaldrinum hvørki
hevði nakra stórvegis negativa
ella positiva broyting við sær,
tó so at ungdómsumboðanin
gjørdist størri í kommununum.
Royndarætlanin verður ikki
endurtikin og valrætturin er enn
óbroyttur.
Føroyar hava sum heild verið frammanfyri sína tíð í Ríkisfelagsskapinum at lækka valaldurin.
Tað er einans 18 ára valaldur, ið danir vóru fyrr at samtykkja
- Í einum blivu
kvinnur,
húskallar og
tænastufólk
javnsett við
restina av
samfelagnum
og merkti tað,
at føroyska
veljarafjøldin
tvífaldaðist