Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 13 10 TEMA Valaldurin Hesir eru spurningarnir 1 Hvat skal aldurin vera til at atkvøða til løgtingsval, kommunuval, fólkatingsval og fólkaatkvøður? 2 Hvørjar eru grundgevingarnar fyri hesa støðu? 3 Tjóðveldi ynskti, at lækka valaldurin til 16 ár í samband við fólkaatkvøðuna um stjórnarskipan. Tekur ungmannafelagið undir við, at man tekur eitt val at royndarkoyra eina skipan við lægri valaldri, ið seinni kann eftirmetast? Ungmannafeløgini ymisk á máli Ungmannafeløgini eru ymisk á máli til spurningin, um valaldurin í Føroyum skal lækkast. Tað vísir eitt spurnarumfar millum føroysku ungmannafeløgini. Trý ungmannafeløg ynskja at lækka valaldurin, meðan trý eru ímóti slíkari broyting. Síðsta ungmannafelagið tekur undir við at lækka valaldurin, men metir ikki tíðn er búgvin. Fimm av ungmannafeløgunum taka tó undir við at royndarkoyra eina skipan við lægri valaldri HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO