Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 13 11 1 Vit í Framsøkin Ung halda, at valaldurin skal lækkast til 17 ár til allar politiskar atkvøður. 2 Vit meta, at valaldurin kann lækkast, millum annað av tí orsøk, at ungdómurin er sera upplýstur og ágrýtin innan samfelagslig viðurskiftir. Frá 7. flokki er nú kravt, at fólkaskúlanæmingar skulu hava undirvísing í samfelagsfrøði. Hetta er við til at geva teimum ungu eitt gott innlit í nútímans samfelagsviðurskifti og samanhangir. Afturat hesum síggja vit eisini, hvussu sterkt ungdómspolitisku flokkarnir standa í bæði virksemi og limatali, og vísur tað eisini eitt ágrýtni innan politikk ímillum tey ungu. Tá ein er blivin 17 ár, hevur ein staðið fólkaskúlan, og ognað sær grundvitan innan almenn viðurskifti. Eitt annað, ið er týdningarmikið at undirstrika er, at um ein ígjøgnum valluttøku ynskir at ráða yvir tilveruni hjá øllum samfelagsborgarum, so má ein eisini vera førur fyri at kunna taka avgerðir og ábyrgdir viðvíkjandi sínari egnu tilveru. Harvið halda vit, at ávís 18 ára aldursmark skula lækkast samsvarandi við valaldurin. Vit meta tað eisini vera ynskiligt, at tey ungu, sum koma at mynda framtíðina hjá landinum, sleppa at hava eina ávirkan á samfelagið, ið tey liva í. 3 Vit í Framsøkin Ung taka undir við einari slíkari skipan. Við eini royndarkoyring ber til at samla sær nøktandi vitan innan málið, og harvið finna útav um hendan skipanin kann setast í gildi í framtíðini. Royndarkoyringin vil vísa, um valluttøkan hjá teimum ungu er nóg stór, til at ein slík skipan kann halda fram. 1 Unga Tjóðveldið heldur, at valaldurin í Føroyum skal lækkast frá 18 til 16 ár til øll val og fólkaatkvøður. 2 Við at lækka valaldurin ger man grundarlagið undir fólkaræðum størri og harvið sterkari. Unga Tjóðveldið heldur, at er man ikki førur fyri at velja til val, tá man er liðugur í fólkaskúlanum, so er neyðugt at endurskoða fólkaskúlan. Hetta hevur eisini verið gjørt við at innføra samfelagsfrøði, ið er við til at styrkja samfelagsfatanina hjá ungum og við til at menna tey og læra tey at gera sær meiningar um samfelagsligar spurningar. Síðan 2017 hevur undirvísing verið í 7. flokkunum í samfelagsfrøði, í 2018 fingu 8. flokkarnir eisini samfelagsfrøði og í ár fáa 9. flokkarnir samfelagsfrøði á tímatalvuna. Ungdómurin skal hava ávirkan, ábyrgd og javnbjóðis møguleikar í samfelagnum og hetta fremja vit við at lækka valaldurin. 3 Unga Tjóðveldið heitti á politisku skipanina at royndarkoyra 16 ára valaldurin til fólkaatkvøðuna um stjórnarskipan Føroya. Hetta halda vit framvegis átti at verði gjørt, men eisini, at framyvir skulu øll 16 ára gomul hava valrætt til øll val. Eftir áheitan frá Unga Tjóðveldinum er 16 ára valaldur eisini samtyktur flokspolitikkur hjá Tjóðveldi. 1 Ungmannafelagið Samband metir, at valaldurin skal vera tann sami, sum hann er í dag - óansæð val ella fólkaatkvøðu. 2 Ynskiligt er, at ung skulu vera væl brýnd innan politikk og føroyska samfelagið soleiðis, at tey eru klár at atkvøða, tá tey gerast 18 ára gomul. Ta undirvísing tey ungu fáa í skúlunum skal vera við til at menna teirra fakliga eginleika og læra tey tað grundleggjandi innan politikk og føroysk viðurskifti. Tað skal eingin ivi vera um, at fleiri ung hava eitt gott fakligt grundarlag, men tað tekur tíð at finna fram til sína heilt egnu persónligu meining og vit meta ikki, at ein persónur yngri enn 18 ár hevur havt møguleikan til at menna sína sannføring nóg væl. Eisini er høpisleyst hjá einum ómyndigum at atkvøða um mál, ið ikki hava nakra ávirkan á tey, eitt nú rúsdrekkalógin, upplatingartíðir á skeinkistøðum o.s.fr. Tískil meta vit, at lívsins skúli er eins líka umráðandi, um ikki meira umráðandi, sum fakligi skúlin. 3 : Vit útiloka ikki hugskotið um at royndarkoyra eina skipan við lægri valaldri, fyri at kanna um tað virkar ella ikki, men tó skuldi tað verið um eitt mál, ið heldur bjóðar teimum ungu av á fakliga økinum. At royndarkoyra eitt so stórt mál sum stjórnarskipan er ábyrgdarleyst. 1&2 : Sum ein limur SU segði herfyri, “Tá abbi var ungur var valaldurin 25 ár. Tá pápi var ungur var valaldurin 21 ár. Í dag er hann 18 ár. Tí eiga vit sjálvandi at lækka valaldurin enn eina ferð - niður í 16 ár” Vit í SU arbeiða út frá hesari útsøgn, fram móti at lækka valaldurin. Tó so, meina vit, at tíðin ikki er búgvin til tað enn. Demokratiska uppalingin hjá børnum og ungum er enn manglandi. Fleiri fólkaskúlar hava enn ikki næmingaráð. Skúlaval, sum mann hevur í grannalondum okkara, er ikki sett í verk og nústani undir hesari samgonguni, er samfelagsfrøði komið í fólkaskúlan. 3 : Sum ein liður í hesum, so heldur SU, at tíðin er komin at royndarkoyra 16 ára valrætt til kommunuval. Kommunan røkir í nógv størri mun nærdemokratiið, og hevur ávirkan á ymisk tilboð, sum beinleiðis ávirka ung. Um valluttøkan verður stór, so eigur man at umhugsa at gera tað permanent og so líðandi víðka tað til onnur val. Framsøkin Ung Sosialistisk 1 : Nevndin í Huxa er samd um, at aldursmarkið á 18 ár ikki skal broytast sum nú er. 2 : Grundgevingin er rímiliga greið. Tá ið tú verður 18 ár verður tú myndigur. Tað við siga, at tú fært ábyrgd yvir egnum lívi. Tað eru ikki longur onnur, ið taka stórar avgerðir fyri teg, men tú fært tikið avgerðir út frá tíni egnu sannføring, um hvat er rætt og hvat er skeivt. Nevndin í Huxa metir, at rætturin at fara á val, eins og rætturin at stilla upp, eigur at fylgja við hesum myndugleikanum, ið man fær, tá ið man verður 18 ár. Politisk ábyrgd skal fylgja persónligari ábyrgd. Huxa er tó av teirri sannføring, at vit sum samfelag hava eina skyldu at upplýsa meira fyri skúlanæmingum um politikk sum heild, so at tey ungu hava ein betri grundvøll at standa á, tá ið tey verða 18 ár og fáa valrætt. 3 : Huxa metir ikki, at vit skulu royndarkoyra nakra skipan til nakað val ella fólkaatkvøðu. Tá kunnu allir politiskir flokkar lætt brúka tað politiskt til sín fyrimun í málum, har teir kunnu vænta atkvøður frá hesum ungu veljarum. Hevur Tjóðveldi eitt ynski um, at lækka valaldurin til 16 ár, so eigur sjóneykan heldur at verða sett á, um tað er rætt, at man verður myndigur sum 18 ára gamal ella um tann aldurin skal lækkast niður á 16 ár. Valrætturin skal fylgja við myndugleikanum, ið man fær, tá ið man verður 18. Huxa 1 Valaldurin skuldi verið lækkaður til 16 ár. 2 Vit halda ungdómspolitiski aktiviteturin í Føroyum er stórur í mun til fólkatalið, og tað sigur okkum, at ungdómurin er áhugaður í skipanini tey liva undir. Við at lækka valaldurin vísa vit álit og virðing fyri hesum samfelagsbólkinum, og tað meta vit fer at gera gott fyri føroyska samfelagið sum heild. 3 Vit stuðla øllum átøkum ið geva ungdóminum politiska ávirkan. Ungt Sjálvstýri 1 Valaldurin skal framhaldandi vera 18 ár 2 Sambært lógini ert tú myndigur tá tú fyllir 18 ár. Tískil gevur tað ikki meining at loyva ungum undir 18 ár at taka avgerðir fyri landið, tá lógin frammanundan metir, at tey ikki eru ment at taka avgerðir um sítt egna lív. 3 Nei, vit hava ikki brúk fyri at royndarkoyra eina øðrvísi skipan, tí valaldurin hevur ikki brúk fyri at eftirmetast. Tjóðveldi hevur helst eina vón um, at tey ungu er meira loysingarsinnað, og tað er veruliga orsøkin til at man skjýtur slíkt upp. Ung fyri Miðflokkin Unga Tjóðveldið Ung Ungmannafelagið Samband