hósdagur 31. januar 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 13
12
TEMA
Valaldurin
SNÝR
SEG
UM
ÁLIT
- Tað at vera bangin fyri
framtíðini og ungdóminum er
onkursvegna ein lívsmótsøgn.
Sjálvandi mugu vit geva
ungdóminum og uppvaksandi
ættarliðnum álit og áræði og
sjálvandi fara tey eisini at duga
at menna og skipa samfelagið.
Tað sigur Páll á Reynatúgvu,
løgtingsformaður, ið tekur
undir við at lækka valaldurin.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Í
2007 fekk løgtingið higartil
einasta høvi til at lækka val
aldurin síðan hann seinast
bleiv lækkaður í 1984. Við 20
atkvøðum ímóti og 5 atkvøðum
fyri var tó eingin ivi um, at undir
tøkan var serstakliga lítil í ting
inum at gera hesa broyting í val
lógini.
Millum uppskotsstillararnar
hendan dagin vóru Páll á Reyna
túgvu, núverandi tingformaður,
og Bill Justinussen, tingmaður
fyri Miðflokkin. Nú tólv ár seinni
hevur hvørgin teirra broytt hugs
an, men eru teir sannførdir um, at
tíðin er búgvin at víðka um før
oyska fólkaræðið.
Ein teirra, ið atkvøddi nei
hendan dagin í tinginum, og sum
eisini var partur av meirilutanum
í rættarnevndini, ið vísti málið frá
sær, var Kaj Leo Holm Johannesen,
tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Eins og starvsfelagarnir í Tjóðveldi
og Miðflokkinum er hansara hugs
an óbroytt og saknar hann veru
ligar grundgevingar fyri hví ein
slík broyting er neyðug.
Útbyggja fólkaræðið
Hjá tingmanninum fyri Miðflokk
in er hetta ein spurningur, um vit
ynskja at útbyggja okkara fólka
ræði, so at borgarar fáa ávirkan á
samfelagið, ið tey líva í.
- Tað sum er tað týdningarmesta
er, at man útbyggir fólkaræðið.
Ungdómurin er sum heild alt ov
illa umboðaður í almenna rúm
inum. Bæði í nevndum, ráðum
og á løgtingi. Tey sjónarmiðini
ung hava eru mangan ópolerað
og nýggj heldur enn arvað. Vit í
politisku skipanini hava brúk tí
nýhugsan, ið tey ungu koma við,
sigur Bill Justinussen, áðrenn
hann setir málið í ein søguligan
samanhang.
- Talan er um eina natúrliga
gongd at menna fólkaræðið. Tað
eru bara umleið 100 ár síðan, at
valrættaraldurin var 25 ár og bara
bøndur og onnur kundu velja. Síð
an tá er fólkaræðið útbygt rætti
liga nógv og fólk eru vorðin meira
virkin í fólkaræðinum.
Fyrr á val
Ein av fyrimununum, ið Bill Just
inussen vísir á, er at við eini slíkari
broyting slepst undan, at nøkur
mugu bíða til tey eru fyrst í tjúg
unum til at velja fyrstu ferð.
- Um man fyllir 18 ár dagin eftir
eitt løgtingsval, so kann man vera
21 ár og 364 dagar áðrenn man
sleppur á val fyrstu ferð. Ein
rættiliga stórur partur av okkara
veljaraskara eru sostatt ikki 18 ár,
tá tey velja fyrstu ferð, men eru
heilt upp til 22 ár. Lækkar man ald
urin til 16 ár, sleppa tey flestu at
velja fyrstu ferð í hvørt fall áðrenn
tey eru 20 ár.
Tingmaðurin vísir eisini á, at
broytingin ikki er so kollveltandi,
ið hon ljóðar, tí í veruleikanum eru
tað bara nøkur fá 16 ára gomul, ið
fáa valrætt.
- Tá man tosar um at velja
fyrstu ferð, so meti eg, at tey sum
eru 16 og upp til 20 ár eru ein meira
hóskandi bólkur enn 18 til 22 ár.
Tá skal man eisini hava í huga, at
tað verða ikki øll, ið koma at velja
fyrstu ferð, tá tey eru 16 ár, tí tað
eru 4 ár millum valini. Tað verða
einans umleið 1.300 ung fólk, ið
koma upp í veljaraskaran aftrat,
sigur hann og leggur afturat.
- Samanborið við samlaða velj
araskaran, ið er umleið 35.000
veljarar, er tað eitt lutfalsliga lítið
prosenttal. Harumframt er slett
ikki vist, at tey øll velja. Um hædd
verður tikið fyri valluttøku eru
Tingmaðurin metir at man við 16 ára valrætti mennir fólkaræðið
- Tað sum er
tað týdningar
mesta er, at
man útbyggir
fólkaræðið.
Ungdómurin er
sum heild alt ov
illa umboðaður
í almenna
rúminum. Bæði
í nevndum,
ráðum og á
løgtingi