hósdagur 31. januar 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 13
13
tað kanska eini 1.000 av teimum,
ið fara á val.
Snýr seg um álit
Tingformaðurin Páll á Reyna
túgvu vísir á, at hjá honum er
hetta ein spurningur um álit á
komandi ættarlið at stjórna okk
ara landi.
- Vit hava havt so øgiliga nógv
ar stórar útsagnir frá nógvum
søguligum persónum, um at lata
vit landið upp í hendurnar á
komandi ættarliði, so gongur alt
galið. Men higartil er tað mót
prógvað so væl og virðiliga, tí
gjøgnumgangandi hevur sivil
isatiónin sum heild ment seg tey
farnu nógvu hundrað árini, sigur
tingformaðurin, ið heldur talan er
um eina ógrundaðan ótta.
- Tað at vera bangin fyri fram
tíðini og ungdóminum er onkurs
vegna ein lívsmótsøgn. Sjálvandi
mugu vit geva ungdóminum og
uppvaksandi ættarliðnum álit og
áræði og sjálvandi fara tey eisini
at duga at menna og skipa sam
felagið.
Betri upplýst
Tingformaðurin er varin við at
knýta menniskjaliga búning at
valaldrinum, men vísir kortini á,
at nógv er broytt síðan valaldurin
seinast bleiv broyttur.
- Vit hava havt 18 ára valrætt
í 35 ár nú. Um man skal knýta
menniskjaliga búning aftrat val
aldri, haldi eg, at tey allar flestu
16 ára gomlu í dag eru nógv meira
upplýst um samfelagsviðurskifti
enn teirra javnaldrar fyri 40 ella
50 árum síðan, sigur Páll á Reyna
túgvu og vísir á, at samfelagsfrøði
fyllir munandi meira í skúlanum
nú, umframt at alnetið hevur latið
ein nýggjan heim við upplýsingum
og vitan upp fyri borgarum.
Orsøkin til, at tingformaðurin
er varin við at tengja valaldur og
búningarstøði at hvørjum øðrum,
er tí tað er nakað, ið man vanliga
ikki ger, sambært honum.
- Soleiðis sum vit hava valt at
tulkað demokratisk rættin til val
í Skandinavia, so hevur man ikki
tengt nakað ávíst búningarstøði
ella upplýsingarstøði beinleiðis at
tí. Tað er soleiðis, at øll hava rætt
at velja, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hetta undirbyggir hann við
at vísa á, at vit hava skipanir fyri
eldri fólk, har tey fáa møguleikan
at velja, hóast tey ikki eru før fyri
at koma á valstaði sjálv ella eru
nógv viknaði av elli og sjúku.
- Men kortini er tað ein so
grundleggjandi rættur í einum
nýmótans fólkaræði, at tú hevur
rætt at gera tína ávirkan galdandi
í minsta lagi fjórða hvørt ár uttan
mun til hvussu væl tú sjálvur klár
ar at grundgeva. Tú hevur rætt at
gera tað sum tú vil uttan grund
geving. Tað er ein rættur, ið tað
skal øgiliga nógv til áðrenn man
byrjar at pilka við, sigur tingfor
maðurin.
Eyka atkvøður
Ein teirra, sum fleiri ferðir hevur
gjørt greitt, at hann ikki tekur
undir við at lækka valaldurin, er
Kaj Leo Holm Johannesen, ting
maður fyri Sambandsflokkin. Í
2007 atkvøddu hann ímóti upp
skotinum og tá Tjóðveldi fyri
tveimum árum síðan førdi fram,
at valaldurin skuldi lækkast í
samband við fólkaatkvøðuna um
stjórnarskipanina, mutaði hann
eisini ímóti.
- Eg haldi, at valrætturin skal
fylgja tí, tá man er myndigur. Tað
vil siga, tá ið man ikki longur er
eitt barn. Tað at atkvøða er partur
av at vera vaksin og man er vaksin,
tá man er 18 ár. Tað er eitt gott
punkt og man nýtist ikki broyta
tað til ein annar aldur, sigur Kaj
Leo Holm Johannesen og leggur
afturat.
- Ungdómurin skal hava lov at
vera ungdómur. Tá tú so verður
18 ár, verður tú myndigur og fær
fulla ábyrgd av øllum.
Eyka atkvøður
Fyrrverandi løgmaður vísir á, at
hann hevur torført við at síggja
nakra haldgóða grundgeving fyri
at lækka valaldurin, men hevur í
staðin illgruna um, at tey sum eru
fyri einum slíkum uppskoti eru
tað mest, tí tey vænta tað kann
vinna nakrar eyka atkvøður.
- Valaldurin á 18 ár er passaligur
og tað hevur virkað væl í Føroyum.
Eg dugi í øllum førum ikki at síggja
nakra grundgeving fyri at lækka
valaldurin, ið eg kann taka undir
við. Man væntar kanska, at man
við eini slíkari broyting kann fáa
nakrar eyka atkvøður. Og um man
endiliga skal lækka hann, hvat er
so grundgevingin fyri at steðga
á 16 ár og ikki 14 ár ella uppaftur
meira, spyr tingmaðurin.
Kaj Leo Holm Johannesen vísir
eisini á, at hóast kjakið um at lækka
valaldurin ikki er nakað nýtt, so
hevur einki land í Norðurlondum
tikið hetta stig. Tað er nakað, ið
vit sum føroyingar eiga at hava í
huga, tá kjakast verður um hetta,
metir tingmaðurin.
- Tað er ein orsøk til, at val
aldurin í Norðurlondum er 18 ár.
Skipanin er góð sum hon er, og
haldi eg, at vit í hesum førinum
skulu spegla okkum í tí norður
lendska leistinum. Soleiðis er tað
skipað í teimum londum, ið vit
vanliga samanbera okkum við
politiskt, sigur hann.
Tingformaðurin heldur søgan prógvar, at tey ungu eru klár til meira ábyrgd
Fyrrverandi løgmaður saknar veruliga grundgevingar fyri at lækka valaldurin
- Soleiðis sum
vit hava valt
at tulkað
demokratisk
rættin til val í
Skandinavia,
so hevur man
ikki tengt nakað
ávíst búningar
støði ella
upplýsingar
støði beinleiðis
at tí
- Ungdómurin
skal hava lov at
vera ungdómur.
Tá tú so verður
18 ár, verður tú
myndigur og fær
fulla ábyrgd av
øllum