hósdagur 31. januar 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 13
14
TEMA
Valaldurin
- Um tú hevur leiklutin sum ein vaksin persónur í samfelagnum,
og harvið á mangan hátt hevur sama status sum ein vaksin
myndigur persónur, hví skal man so ikki eisini sleppa at
hava ávirkan tá val er? Tann spurningin setir Firouz Gaini,
lektari á Fróðskaparsetur Føroyar og ph.d. í antropologi og
samfelagsvísindum, í samband við kjakið um valaldur.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
að er vanahugsan og
óttin eru millum høv
uðsorsøkirnar til, at
valaldurin í Føroyum
ikki er broyttur síðstu 35 árini.
Tað metir Firouz Gaini, lektari
á Fróðskaparsetur Føroyar og
ph.d. í antropologi og samfelags
vísindum.
- Tað eru fleiri góðar grundgev
ingar fyri at lækka valaldurin. At
tað ikki er hent, og kanska ikki fer
at henda í nærmastu framtíð, er
lutvíst vegna vanahugsan og ótt
an fyri at broyta nakað, ið ikki er
broytt í Danmark, sigur lektarin,
tá hann verður spurdur um hetta.
Eftir hansara tykki hava føroy
ingar eina søgu við at bíða eftir, at
broytingar verða framdar í Dan
mark, áðrenn man tekur støðu
til somu mál í Føroyum. Tí er
kanska ikki so óhugsandi held
ur, at valaldurin fyrr ella seinni
verður broyttur, tí hetta er eitt
mál, ið javnan verður viðgjørt í
Danmark av politiskum flokkum
og ungdómsfelagsskapum, ið
ynskja at lækka valaldurin til
fólkatingsval.
Í Danmark bleiv valaldurin
lækkaður til 18 ár í 1978, meðan
sama broyting bleiv samtykt í
Føroyum seks ár seinni. Síðan tá
hevur eingin broyting verið í val
aldrinum í hesum londum, men
aðrastaðni hevur man royndir við
at loyva 16 ára og 17 ára gomlum
at velja.
- Um hugt verður út í heim, so
eru tað fleiri lond, ið loyva 16 ella 17
ára gomlum at atkvøða. Í Evropa
eru tað eisini lond, ið hava gjørt
onkrar broytingar í valaldrinum,
meðan man í Norðurlondum hev
ur Svøríki og Norra, ið hava roynt
at loyvt ungum at atkvøða til
kommunuval í útvaldum komm
unum, sigur lektarin í antropologi
og samfelagsvísindum.
Vaksin men tó
Og um hugt verður eftir hvat vit
sum samfelag krevja av ungum í
dag, so er tað ikki so órímiligt, at
ung fáa rættin at gera sína ávirkan
galdandi, tí í stóran mun hava tey
somu skyldur og uppgávur sum
vaksin, metir Firouz Gaini.
- Um hugt verður eftir upp
gávum, skyldum og leiklutinum
hjá ungum í samfelagnum í dag,
so kanst tú longu, tá tú ert mill
um 16 og 18 ár vera í arbeiði og
gjalda skatt. Harumframt hevur
tú ymisk rættindi í mun til sosial-
og familjuviðurskifti, meðan
lógaldurin eisini er undir 18 ár.
Sostatt verður hesin aldursbólk
urin sambært ymiskum løgfrøði
ligum, sosialum og samfelagslig
um viðurskiftum mettur at hava
somu støðu og rættindi sum vaks
in, sigur hann.
Tá man sostatt hevur eina
støðu, har tey ungu stórt sæð
verða viðfarin sum vaksin í mun
til skyldur og rættindi, so reisir
spurningurin seg um hví ávirkan
ikki skal fylgja tí.
- Um tú hevur leiklutin sum ein
vaksin persónur í samfelagnum,
og harvið á mangan hátt hevur
sama status sum ein vaksin mynd
igur persónur, hví skal man so ikki
eisini sleppa at hava ávirkan tá
val er, spyr lektarin á Fróðskap
arsetrinum.
Ein søgulig menning
Tað eru 35 ár síðan, at valaldurin
seinast bleiv broyttur í Føroyum,
men tað er langt frá einastu ferð,
at hann er vorðin broyttur. Síð
an løgtingið bleiv endurreist
miðskeiðis í 19. øld er valaldurin
broyttur fýra ferðir. Sostatt er tað
einki óvanligt, um man nú valdi
at broyta hann aftur, vísir Firouz
Gaini á.
- Í mun til búning og politiskan
áhuga er kanska ringt at siga hvar
skeringsmarkið er, men man
skal ikki so øgiliga nógv ár aftur
í tíðina, tá man helt at tey sum
vóru 25 ár als ikki vóru egnað at
luttaka í fólkaræðinum. Og um
man fer uppaftur longur aftur, so
vórðu kvinnur útihýstar frá velj
arafjøldini, vísir hann á og heldur
fram.
- Tað markið hevur flutt seg
nógv ígjøgnum 20. øld og var tað
fyrst í 1984, at valaldurin bleiv 18
ár. Tað vil siga, at man hevur havt
eina søguliga menning og broyt
ing í valaldrinum. Hetta vísir
onkursvegna, at samanhangurin
broytist, samfelagið broytist og
virðini ella sjónarmiðini, um hvat
er tann rætti valaldurin, broytast.
Hugsa øðrvísi
Eitt sjónarmið, sum Firouz Gaini
hevur trupult við at skilja er, at
ÓSAMSVAR MILL
STATUS OG ÁBY
- Tað eru fleiri góðar grundgevingar
fyri at lækka valaldurin. At tað ikki
er hent, og kanska ikki fer at henda í
nærmastu framtíð, er lutvíst vegna
vanahugsan og óttan fyri at broyta nakað, ið ikki er
broytt í Danmark
- Sostatt verður hesin aldursbólkurin
sambært ymiskum løgfrøðiligum,
sosialum og samfelagsligum
viðurskiftum mettur at hava somu
støðu og rættindi sum vaksin