hósdagur 31. januar 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 13
15
tað er óneyðugt at lækka valald
urin tí at ung ikki hava stórvegis
áhuga í politikki. Tað er hann
grundleggjandi ósamdur í og
vísir á, at tey tvørturímóti koma
við nýggjum tonkum í politikki.
- Tað kann væl vera, at tey ungu
hugsa eitt sindur øðrvísi og hava
sjálvandi ikki somu royndir, men
tey kunnu umboða nøkur týðandi
sjónarmið ella áhugaverd politisk
mál, ið kanska ofta mangla í kjak
inum, sigur lektarin.
Fyri politikarar hevði ein slík
broyting merkt, at tey fingu ein
nýggjan bólk í samfelagnum at
fyrihalda seg til. Og tað kann hava
eina jaliga ávirkan, metir Firouz
Gaini.
- Tað ávirkar politiska kjakið
og valstríðið, tá ein nýggjur
bólkur telist millum veljararnar.
Út frá tí kann man eisini siga,
at tað ávirkar okkurt slag av
symbolskum valdsjavna, tí harvið
koma fleiri mál á breddan, ið eru
meira viðkomandi hjá ungum og
ung/vaksnum. Tá tosa vit um tey
16 til 28 ára gomlu, sigur hann og
leggur afturat.
- Tey hava serliga áhuga fyri
viðurskiftum ella málum, ið eru
avgerandi fyri teirra framtíð
og lívsstøðu. Harímillum kann
nevnast bústaðarstøðan í landin
um. Ein lægri valaldur kann gera,
at tey málini fáa hægri raðfesting
og verða tikin í størri álvara.
Eitt gott tíðarskeið
Firouz Gaini vísir á, at tað eisini
er mangan júst í hesum aldrinum,
at politiski áhugin verður kveiktur
hjá nógvum. Harumframt er talan
um eitt tíðarskeið í lívinum, har
hóast nógv hendir, so eru tey
rættiliga kjølfest í familjuni.
- Júst í hasum aldrinum eru
tey ungu ofta á markinum mill
um fólkaskúla og miðnám. Tað
er eitt tíðarskeið, har man bæði
í útbúgvingarhøpi og gerandis
lívinum kemur meira og meira í
samband við tað politiska, sigur
hann og heldur á.
- Tað er eisini ein stabil tíð í mun
til hvar man býr og gerandislívið.
Samanborið við tá man er 18-19 ár,
so eru tey flestu heimabúgvandi
hjá foreldrunum. Tá tey gerast
18-19 ára gomul føla mong, at tey
ikki hava so nógva tíð ella orku
at hugsa um at luttaka politiskt,
tí man er í ferð við at flyta av
landinum ella byrja eina nýggja
útbúgving. So tað kann vera eitt
gott tíðarskeið at fáa atkvøðurætt,
tá man er um 16 ára aldurin, sigur
hann.
Og um ein slík broyting verður
framd, kann tað vera við til at økja
um áhugan hjá ungum fyri polit
ikki. Og jú fyrr tað verður vakt, jú
betri fyri restina av samfelagnum.
- Um tey 16 og 17 ára gomlu
sleppa á val, kann tað vera við
til at vekja, økja og menna teirra
politiska tilvit og siðvenju. Hædd
skal tó takast fyri, at tá kvinnur
fingu valrætt, tók tað nokk so nógv
ár áðrenn ein týðandi meiriluti
av kvinnum brúkti rættin, ið tær
høvdu vunnið. Tað sigur okkum,
at eitt er at vinna rættin, men man
skal eisini venja seg við at brúka
hann. Men um man byrjar at velja
sum 16 ára gamal, kann tað føra
til, at man fyrr í lívinum fær eina
góða politiska mentan og skilur
týdningin av at gera sína ávirkan
galdandi á valum, sigur Firouz
Gaini.
LUM
RGD
Firouz Gaini hevur í mong granskað innan føroyska ungdómsmentan og vardi í 2007 sína doktararitgerð um ungdómsmentanir í Føroyum
- Í mun til búning og politiskan
áhuga er kanska ringt at siga hvar
skeringsmarkið er, men man skal ikki
so øgiliga nógv ár aftur í tíðina, tá
man helt at tey sum vóru 25 ár als ikki vóru egnað at
luttaka í fólkaræðinum.