hósdagur 31. januar 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 13
16
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
N
avnframa føroyska
s a n g a r i n n a n ,
Kristina Bærendsen,
skal luttaka í ís
lendska Grand Prixnum, sum
byrjar í næstu viku. Hetta er aðru
ferð, hon verður við í íslendsku
kappingini, sum á íslendskum
kallast Söngvakeppnin. Í 2017
sungu hon og Páll Rósinkraz
saman, men tað eydnaðist
teimum ikki at koma víðari til
finaluna. Hesa ferð luttekur hon
sum einstaklingur.
Kristina Bærendsen skal
syngja eitt lag, sum íslendsku
Sveinn Rúnar Sigurðsson og
Valgeir Magnússon hava gjørt.
Fyrstnevndi er royndur og
viðurkendur sangskrivari, sum
hevur skrivað nógvar sangir til
Eurovision seinastu árini. Hann
leitaði eftir einari ráari, myrkari
whiskeyrødd og fekk eitt prei
um Kristinu frá einari kvinnu,
sum hevði sungið saman við
henni til eina konsert í Føroyum.
Tá teir báðir so hoyrdu Kristinu
á YouTube, blivu teir púra vekk
í rødd hennara.
- Teir høvdu roynt sangin
við umleið 10 sangarinnum,
men teir fingu ikki akkurát
tað burturúr, sum teir vónaðu
at fáa. Teir ætlaðu sær at taka
sangin úr kappingini, tí teir ikki
funnu røttu sangarinnuna. Tá
teir so hoyrdu meg, vildu teir
fyri ein og hvønn prís hava meg
at syngja sangin, greiðir Kristina
Bærendsen frá.
- Ikki sungið síðan
babba fór
Men Kristinu dámdi einki hug
skotið um at vera við í Grand
Prixnum í fyrstu atløgu. Hon
hevur heldur ikki gjørt so
nógv við tónleikin í síðstuni.
Pápi hennara, Alex Bærendsen,
doyði síðsta summar, og tað
hevur eisini havt sína ávirkan á
aktivitetin hjá Kristinu Bærend
sen.
- Fyrst segði eg nei. Eg skuldi
ikki við í Eurovision. Eg havi
ikki sungið so nógv hetta síðsta
árið, og síðan babba fór, havi eg
næstan einki sungið yvirhøvur.
Men eg mátti royna at hanga í,
hugsaði eg. So eg lammaði bara
til og takkaði ja til at syngja
sangin, fortelur hon.
“Eg eigi meg sjálva”
Sangurin eitur “Ég á mig sjálf”,
sum á føroyskum merkir “Eg
eigi meg sjálva”. Vit kenna best
Kristinu Bærendsen í country-
høpi, men hesin sangurin víkir
nakað frá country stílinum og er
meira í stíli við popp og motown.
- Sangurin er ordiliga góður,
og mær dámar hann væl. Men
vit royna at fokusera uppá
ensku útgávuna, har hann eitur
“Mama Said”. Sangskrivararnir
ganga høgt upp í at geva eitt
gott lag út fyri at fáa allar út
varpsrásirnar at spæla tað, sigur
Kristina Bærendsen.
Sangurin er nevniliga bæði
á íslendskum og enskum. Til
EUROVISON: Kristina Bærendsen
- Eg havi ikki sungið so nógv
síðsta árið, og síðan babba fór,
havi eg næstan einki sungið
yvirhøvur. Men eg mátti
royna at hanga í, fortelur
Kristina Bærendsen, sum skal
syngja lagið “Ég á mig sjálf” til
íslendska prixið 9. februar
Enn ein roynd:
KRISTINA
BÆRENDSEN
VIÐ Í ÍSLENDSKA
GRAND PRIXNUM