hósdagur 31. januar 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 13
17
undankappingina syngur hon
íslendsku útgávuna, men um
hon kemur í finaluna, syngur
hon ta ensku útgávuna.
Flutti til Íslands
fyri at arbeiða
Í 10 ár hevur Kristina Bærendsen
livað av tónleiki, men fyri hálvum
øðrum ári síðani flutti hon til
Íslands fyri at royna okkurt nýtt.
Hon fekk samband við fleiri
íslendingar, aftaná luttøkuna í
íslendska Grand Prixnum í 2017.
Hon fekk sær síðani starv sum
tænari á matstovu og hevur búð
bæði í Keflavík og í Reykjavík.
Hon stórtrívist í Íslandi, og tað
liggur eisini væl fyri hjá henni at
tosa íslendskt.
- Tað gongur fínastaslag við tí
íslendska. Men tá mann arbeiðir
sum tænari, tosar mann fyri tað
mesta enskt, tí her eru so nógv
ferðafólk. Men eg læri enn, og
eg skal bara inn í kampin, so tað
íslendska verður enn betri.
- Tað verður torført
Undankappingarnar til íslendska
Grand Prixið vera 9. og 16. februar.
Finalan verður 2. mars. Kristina
Bærendsen skal syngja 9. februar,
og um hon kemur víðari har frá,
verður hon við í finaluni 2. mars.
Men Kristina hevur ikki tær stóru
vónirnar um at náa til finaluna.
- Eg vænti ikki, at vit koma
víðari, tí tað eru so fá, sum kenna
meg í Íslandi. Tað verður torført
– men kanska, bíða nú, tað kann
vera, at øll verða yvirraskað.
Men tað verður í øllum førum
stuttligt at vera við, sigur hon.
Kringvarp Føroya samsendir
við íslendska kringvarpið, RUV,
tá undankappingin verður 2.
februar.
Mangir føroyingar hava roynt seg í Grand Prix
kappingum seinastu árini. Her er eitt yvirlit
HALLUR AV RANA
H
óast Føroyar ikki er
limur í evropeiska
public
service
felagsskapinum
European
Broadcasting
Union, sum krevst fyri at
vera við í Eurovision sang
kappingini, so hava fleiri
føroyingar roynt at vunn
ið luttøku við at kappast í
øðrum tjóðum. Enn hevur tað
tó ikki eydnast nøkrum teirra
at vinna rættin at umboða
nakra aðra tjóð.
Tað er serliga gjøgnum
donsku kappingina, at før
oyingar hava luttikið. Fyrstu
ferð ein føroyingur luttók
í kappingini var í 1979, tá
Annika Hoydal luttók við
sanginum Aldan. Hon gjørdist
nummar fýra í kappingini, og
hóast hon ikki kom við í Euro
vision, so gjørdist sangurin
fólkaogn í Føroyum.
Síðan gingu nøkur ár,
áðrenn nakar føroyingur
aftur royndi eydnuna í sang
kappingini. Næsti føroyski
luttakarin var Pætur við
Keldu, sum í 2002 luttók við
sanginum Som En Drøm.
Hann endaði nummar fimm í
donsku kappingini.
Tvey ár seinni var tað Petsi
Tvørfoss, ið luttók við sangi
num Mest Når Det Er Regn,
og gjørdist hon eins og Pætur
við Keldu nummar fimm. Fýra
ár seinni gjørdist the Dreams
fyrsti føroyski bólkurin, ið
hevur luttikið í danska Melodi
Grand Prix'num, tá teir endaðu
nummar fýra við La' Mig Være.
Í 2010 royndi Jens Marni
Hansen eydnuna við sangi
num Gloria, men var hann
ikki ein av teimum fýra lut
takarunum, ið kom víðari
til finaluna. Tað eydnaðist
heldur ikki Kristel Lisberg at
koma í finaluna, tá hon fyri í
2016 royndi seg við sanginum
Who Needs a Heart.
Síðsta føroyska íkastið til
danska Melodi Grand Prix'ið
var bólkurin Carlsen, ið lut
tók í kappingini í 2018 við
sanginum Standing Up for
Love, men tær megnaðu held
ur ikki at koma í finaluna í
donsku kappingini.
Royndir í Íslandi
Umframt tey, ið hava roynt
seg í donsku Melodi Grand
Prix kappingini, so hava fýra
aðrar føroyingar roynt seg í
kappingum í øðrum londum.
Tríggir føroyingar hava roynt
seg í íslendsku kappingini.
Eivør Pálsdóttir var tann
fyrsta, tá hon í 2003 luttók
við sanginum Í Nótt, men kom
hon ikki í finaluna.
Jógvan Hansen er einasti
føroyski luttakarin, ið hevur
luttikið fleiri ferðir í kapp
ingini. Í 2009 luttók hann
við sanginum I Think the
World of You, tá hann endaði
nummar fýra, í 2010 við sangi
num One More Day, tá hann
endaði nummar tvey, í 2011
kom hann í finaluna við sangi
num Ég Lofa og seinast í 2013,
tá hann sang sangin Til þín
við Stefanía Svavarsdóttir.
Tey komu í finaluna, men end
aðu ikki í topp 2.
Seinasta føroyska luttøkan
í íslendsku kappingini var í
2017, tá Kristina Bærendsen
sang Þú og ég við Páll Rósin
kraz, men megnaðu tey ikki at
vinna sær pláss í finaluni.
Í 2008 luttók Brandur Enni
í svensku Melodifestivalinum,
ið er svenska undankappingin
til Eurovision sangkappingina,
við sanginum Lullaby, og hann
endaði á einum fimta plássi.
Eurovison:
Fjúrtan føroyskar royndir