Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 13 18 Hugleiðing um stóru røddina: PÆTUR HJALMAR EVENSSON Í mai fyri tveimum árum síðani komu skelkandi boð­ ini um, at Chris Cornell var deyður. Amerikanski rokk­ sang­arin við teirri eina­stand­ andi røddini, sum fáir sangar­ ar kunnu javnmetast við, hevði gjørt av við seg sjálvan. Hann varð funnin í einum hotell­ kamari, har hann hevði hongt seg aftan á eina konsert við bólki sínum Soundgarden í Detroit í USA. Hann gjørdist bara 52 ára gamal. Tá máttmikla og sermerkta rødd­in sløknaði, misti heimurin ein av týdningarmestu undan­ gongu­monnunum í tónleiki í nýggjari tíð. Chris Cornell og Sound­garden vóru við til at skapa og definera eitt heilt serligt og slóðbrótandi tíðar­ skeið í alheims rokksøgu. Grunge rokk. Hetta er alterna­ tiv­ur rokkur, sum spratt úr Seattle í USA síðst í 80’unum, har aðrir bólkar sum serliga Pearl Jam, Nirvana og Alice in Chains eisini gjørdu seg gald­andi. Umframt sín stóra leiklut í Soundgarden hevur Chris Cornell eisini gjørt tað framúr gott sum solo-sangari og í bólk­unum Temple of the Dog og Audio­slave. Heiðraður av teimum størstu Fyri góðum tveimum vikum síðani varð skipað fyri stór­ari fagnaðarkonsert fyri Chris Cornell í Los Angeles. Nakr­ ir av dagsins mætastu tón­ leikar­um slóu seg saman á palli fyri at heiðra lívinum, tón­leikinum og ótrúligu rødd­ ini hjá Cornell. Tiltakið er av útlendskum miðlum longu nú skýrt at vera ársins týdn­ ingarmesta konserttiltak 2019, og tað sigur eitt sindur um ávirkanina hjá manninum. Fagnaðarkonsertin varð doypt “I Am the Highway” eftir einum sangi hjá Audioslave. Eftirstandandi limir úr bæði Soundgarden, Temple of the Dog og Audioslave vóru á palli hetta kvøldið við ymsum gestasangarum. Av nøvnum á skránni annars vóru eitt nú Metallica, Foo Fighters, the Melvins, Ryan Adams, Adam Levine, Miley Cyrus og Josh Homme. Altíð vælupplagdi sjón­varps­ verturin, Jimmy Kimmel, var vertur til tiltakið, og um­framt hann og tónleikin vóru kendu sjónleikararnir Brad Pitt, Josh Brolin, Juliette Lewis og Jack Black eisini til staðar fyri at vísa sína virðing. Kvøldið var sam­ stundis merkt av kenslu­lig­um ískoytum frá teim­um nærmastu hjá Chris Cornell. Einkja hansara, Vicky Cornell, helt eina røðu, og teirra 14 ára gamla dóttir, Toni Cornell, fram­førdi lagið “Redemption Song” hjá Bob Marley saman við Ziggy Marley. Í fimm tímar varð sjón­eykan sett á legendarisku rokk­ stjørnuna. Vinir, familja og fjeppar­ ar mintust øll í felag mannin, sum umboðaði alt tað góða við grunge og t ó n l e i ki yvirhøvur í 90’unum. Hetta HUGLEIÐING: Chris Cornell Í dag hoyrir tað til sjáldsomu undantøkini, at føroysk ung lurta eftir ektaðum grunge-rokki. Her kemur ein frágreiðing og lýsing av Chris Cornell, sum var ein av týdningarmestu persónunum í rokk tónleiki í 90’unum EINGIN SYNGUR SUM CHRIS CORNELL LONGUR