hósdagur 31. januar 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 13
19
hevur hann fult
uppiborið, tí um
tað var nakar,
sum dugdi at
vísa virðing á
palli og í teksti, so
var tað eminenti
sangskrivarin, Chris
Cornell.
Føroyingar lurta
ikki eftir grunge
Meginparturin
av
tónleikinum, undir
ritaði hevur størstan
tokka til, er grunge-
rokkurin
frá
90’unum,
sum
Chris
Cornell
jú í stóran mun
litaði. Eg plagi at
taka til, at eg eri
føddur í skeiv
um áratíggju, tí
eg kom í verðina,
meðan
grunge
var í hæddini. Í dag
hoyrir tað til sjáldsomu
undantøkini, at ungir
føroyingar lurta eftir ektaðum
grunge-rokki. Tað ráa, pompøsa
og ærliga ljóðið er blivið skift
út við samleika- og sálarleysan
kliché popp-tónleik, sum ikki
hevur størri innihald enn hægst
nakrar dansirútmur og eitt
fangandi niðurlag.
Grunge-rokkurin var ikki
bara tónleikur – tað var ein
ungdómsmentan. Ein lívs
stílur við egnum klædnastíli,
provokatión og uppreistr
arfýsni, har felagsskapurin
kundi identifisera seg um
somu virðini og feita rokkin.
Hendan grunge-rørslan fór
skjótt frá at vera ein lokal sub-
mentan til at fevna um eitt al
tjóða dominerandi fyribrigdi og
bleiv tí eisini mainstream fyrst
í 90’unum.
Ein fjaldur gimsteinur
Nú eru teir flestu av odda
monnunum í klassisku grunge
bólkunum deyðir antin av
yvirdosis ella fyri egnari hond;
allir í besta aldri. “Grunge
er deytt” verður ofta sagt í
dag. Men eg eri sannførdur
um, at grunge ikki er deytt,
tí tónleikurin fer altíð at liva
víðari. Tíverri virðismetir
dagsins ungdómur sjáldan
annan tónleik enn tað, tey
fáa tveitt fyri oyruni frá hitt
listunum og Spotify-algorit
mum. Ella ok, nøkunlunda
soleiðis hevur tað altíð verið,
tí fyrr vóru formatini útvarp
og MTV.
Men tey, ið leita eitt sindur
víðari enn hetta, kunnu vænta
at blíva presenterað fyri ein
um heilt nýggjum heimi; óan
sæð um tónleikaslagið eitur
grunge, bluegrass ella hip-
hop. Grunge tónleikur hevur
onkursvegna status sum ein
fjaldur gimsteinur í dag. Tað er
meira enn heilt í lagi, at grunge
ikki hoyrir til meginstreymin
longur, tí fjaldar gimsteinar
fær mann ikki lagdar í hondina
uttan sjálvur at gera ein innsats
og ómak fyri at finna teir.
Konsertin í
Keypmannahavn
Eitt ár áðrenn Chris Cornell
doyði, fekk eg høvi at uppliva
hann til eina konsert í DR-kon
sertsalinum. Hann hevði lagt
leiðina framvið Keypmanna
havn í sambandi við nýggjastu
útgávu sína, “Higher Truth”,
sum bleiv hansara seinasta
pláta.
Við sínum guittara í hondini
sat hann ósmæðin mitt í stási
liga salinum, og hann helt seg
ikki aftur við at fortelja anek
dotur og samskifta við okk
um áskoðarar. At hoyra hann
syngja fáar metrar framman
fyri mær tóktist óveruligt,
og hárini reistu seg alvorliga,
tá hann fór upp í teir høgu
tónarnar. Eg hevði onga hóm
ing av, at hetta fór at blíva ein
av síðstu konsertum hansara,
tí einki bendi á, at hann uppá
nakran máta leið nakra sálarliga
neyð. Eg var sannførdur um, at
eg skuldi uppliva Chris Cornell
á palli fleiri ferðir aftrat, men
lagnan vildi nakað annað. Eg
eri í øllum førum takksamur
og errin av, at eg náddi at hoyra
víðagitna trubadurin, meðan eg
enn hevði kjansin.
Ein linja í tekstinum til lagið
Black Hole Sun hjá Sound
garden ljóðar soleiðis: “No
one sings like you anymore…”
(á føroyskum: eingin syngur
sum tú longur). Tað er í øllum
førum eingin, sum syngur sum
Chris Cornell longur, nú hann
er farin – men tað var heldur
eingin, sum sang sum hann,
meðan hann livdi.
H
ann kom í verðina sum
Christopher John Boyle
í 1964 í býnum Seattle í
USA. Hann vaks upp í ein
um katólskum heimi og var sum
smádrongur uppreistrarsinnaður
og sera atfinningarsamur um
religiøsa uppvøksturin. Einsemi
og tunglyndi fylti nógv í tann
áringaárunum, og hann byrjaði
heilt tíðliga at eksperimentera við
alskyns rúsevnum, sum hann fekk
stórar trupulleikar við. Hann gavst
í skúlanum og byrjaði at fokusera
meira og meira uppá tónleikin.
Sum 19 ára gamal setti hann
bólkin Soundgarden á stovn í 1984.
Hann byrjaði sum trummusláari
og sangari, men av praktiskum
orsøkum býtti hann trummu
stikkararnar út við guittaran,
sum hann hevur hildið seg til líka
síðan. Soundgarden bleiv ein risa
succes, og mitt í 90’unum taldist
Soundgarden millum heimsins
størstu rokknøvn, og serliga var tað
lagið, Black Hole Sun, var koyrdi í
rotatión í útvarpsstøðum um allan
heimin.
Chris Cornell búði í eitt tíðars
keið saman við karismatiska per
formaranum, Andrew Wood, sum
var oddamaður í bólkinum, Mother
Love Bone. Lívsglaði sangarin doyði
av heroin-yvirdosis í 1990. Hetta
setti síni spor hjá Chris, og hann
settist stutt aftaná við penninum
og skrivaði nøkur til og um góða
vinmann sín, Andy Wood. Saman
við tveimum fyrrverandi limum í
Mother Love Bone umframt trimum
øðrum mannaði hann bólkin Temple
of the Dog, og útgávan við sama navni
kom út í 1991.
Chris Cornell megnaði við
Temple of the Dog onkursvegna at
umskapa tragiska deyðan hjá Andy
Wood til nakað positivt, sum vit í
dag øll kunnu hava gleði og gagn av.
Hetta kann mann onkursvegna seta
í perspektiv til hábærsligu fagnað
arkonsertina, sum var 16. januar
fyri Chris Cornell.
Temple of the Dog var ein síðu
verkætlan við síðuna av vanligu
bólkunum hjá limunum. Aftaná
fleiri ár á toppinum fóru limirnir í
Soundgarden hvør til sítt í 1997. Her
eftir royndi Cornell seg sum solist,
har hann flutti seg frá hørðu tónun
um og yvir í tað meira kensluborna
og einfalda.
Í 2002 stovnaði hann ein heilt
nýggjan bólk – Audioslave. Tað
kann diskuterast, hvussu nýggjur
bólkurin var, tí burtursæð frá
oddamanninum var manningin júst
tann sama sum í legandarisku Rage
Against the Machine, sum vóru
farnir hvør til sítt í 2000. Audioslave
fingu stórt altjóða gjøgnumbrot
og innspældu tríggjar plátur. Men
í 2007 var Audioslave søga, og her
frá helt Chris Cornell fram sum solo
sangari. Hann hevur síðan tá verið
aktivur aftur í Soundgarden og
hevur framført hendingaferðir við
Temple of the Dog og Audioslave.
Síðsta konsert hansara var við
Soundgarden í Detroit í USA, 18
mai 2017. Aftaná konsertina funnu
hansara lívverjar hann liggja á vesi
num í hotellkamari sínum uttan vit.
Hann hevði hongt seg. Einkja hans
ara, Vicky Cornell, er sannførd um,
at hann ikki var tilvitaður um valið
at heingja seg, men at heilivágur
hansara fyri angist, ávirkaði gerð
ina. Chris Cornell hevði trý børn.
Yrkisleiðin og
lívið í stuttum
Heimurin fer at minnast Chris Cornell sum oddamann í Soundgarden