Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 13 20 MINNINGARORÐ Hósdagin hin 24. januar fór Ámundur Berthelsen til gravar úr Sjóvar kirkju, har ið hann tænti so trúfastur í mong ár sum urguleikari og kórleiðari í Stranda Sangkóri. Í báðum førum avloysti hann Christian Høj. Tað var, tá ið vit í Sjóvar kirkju í 1976 fingu nýggju urgu, sum Verland Johan­sen í Havn gjørdi, at Christian Høj bar seg undan at halda fram sum urguleikari, og Ámundur tók við frá 1. apríl 1976. Frammanundan hevði hann í nøkur ár verið kórleiðari í Stranda sangkóri. Tað kom væl við í Sjóvar kirkju og gjørdi sálma­sangin tiltikið góðan, at Ámundur kundi venja sálmar í kóri­num, áðrenn ið teir vórðu sungnir í kirkjuni. Á tann hátt kom Ámundur og kirkjuliðið ígjøgnum alla sálmabókina og nógvar nýggjar. Har var eingin sálmur í bókini, sum ikki varð sungin á Strondum. Og vóru ikki løg til sálmarnar, gjørdi Ámundur tey sjálvur. Løg hansara vóru løtt og gingu væl. Heimamisjónsforlagið gav seinni út bókling við 36 sálma­ løgum, sum Ámundur Berthel­ sen hevur gjørt. Tvey av hesum løgunum vórðu sungin við jarðaferðina hjá Ámundi hós­ dagin, løgini til sálmarnar “Eg veitt land, har vakurt er” hjá Hans Andr. Djurhuus og “Hjá tær, mín Harri Guð, eg altíð vera vil” hjá Símuni av Skarði. Strand­ingar áttu eisini góðar sálmar­yrkjarar í Edmundi í Garði og Christiani Høj, sum báðir vóru góðir kirkju- og heima­misjónsmenn eins og Ámund­ur, ið eins og teir eitt langt skifti var formaður fyri misjóns­húsinum á Strondum. Ámundur sat eisini í fleiri ár í høvuðsstýrinum fyri Heima­ misjónina í Føroyum. Ámundur var urguleikari í Sjóvar kirkju í meiri enn 34 ár(1976 – 2010). Ámundur var útbúgvin lærari og starvaðist fyrst í Leir­vík og síðan í mong ár á Strond­um, heimbygd síni. Við Sjógv stutt frá kirkjuni var barna­heim hansara. Pápin var Símun og mamm­ an Fía, sum var ættað heiman úr Kunoy. Ámundur líktist nógv pápa sínum í útsjónd og mammuni í eyðmýkt. Ámundur við tí ljósa hári­ num fann sær Jóhonnu við tí myrka hárinum innan av Skála. Í Jóhonnu konuni hevur Ámundur haft ein dyggan stuðul, og hugnaliga heim teirra á Strondum var opið fyri nógvum lívi og nógvum songi. Vit eru nógv, sum har hava sitið væl. Jóhanna var eisini lærari og tók sær nógv av sunnudagsskúlanum og barnaringi, sum í stillum hvørt ár savnaði væl av pen­ingi inn til misjónsarbeiði, heidninga­ misjón og onnur góðgerandi enda­mál. Ámundur var tjóð­skapar­ sinnaður sum kunoyingar og tey við Sjógv og trúgvur móti fedraarvinum. Saman við Edmundi í Garði var hann fólka­flokks­maður, bæði stillari og valevni. Jóhanna og Ámundur eiga 6 børn, 5 gentur og sum rosinina í pylsuendanum Ásbjørn, sum eg hevði heiðurin av at doypa í Sjóvar kirkju. Tríggjar tær elstu genturnar havi eg eisini konfirmerað. Tær 5 døturnar eru Suffía, Kristianna, Jensina, Simona og Annelisa. Tey seinastu árini hjá Ámundi gjørdust tung. Hann, sum annars altíð var so lættur í huga, misti minnið, men eyð­ kenda smílið var har. Nú er hann farin inn í hin æviga frið­ in, og liva vit í vónini um ein dag at hitta góða vin okkara aftur handan deyða og grøv. Tøkk, Ámundur! Jesus veri hjá tær, Jóhanna, og tykkum øllum børnunum og barnabørnum, og syskjununum hjá Ámundi á lívi, Onnu Sofíu á Skála, Sign­ hildi og Louisi á Strondum, og allari familjuni. np Ámundur Berthelsen in memoriam Tí bjóðar Spaniastova til al­ menn­an fund um eina grøna fram­tíð uttan dálking, og hvussu tey fyrstu fetini kunnu takast. Fund­ur­in verður mikukvøldið tann 6. februar kl. 19. - Magni Arge, fólka­tings­ maður, fer at greiða frá um tey 17 heimsmálini hjá Sameindu Tjóða og hví tað er alneyðugt at taka tey í størsta álvara nú! - Jógvan Skorheim, borgar­ stjóri og løgtingslimur, greiðir frá um eitt nýtt grønt gjøgnumbrot í Klaksvíkar kommunu. - “Urban Gardening” fer at greiða frá, hvussu eitt samstarv við Mikkeller førdi til eina grøna verk­ætlan á Fróðskaparsetri Før­oya, sum fekk hægsta próv­ met. Áhugaði kunnu fáa ráð­gev­ ing frá limunum í bólkinum um hvussu ein kemur í gongd við sín­um egna vakstrarhúsi heima við hús. - Huldukvinnan Urðun fer at framføra yrkingina “Sein­asta árstíðin” eftir Marjun Kjel­nes. Live tónleikur verður fram­ førdur til høvið. - Kvøldið endar við at Annika Stein­tórs­dóttir og Gunnhild Dahl greiða frá tiltøkum, sum Klaks­víkar kommuna fer at seta í verk í samband við um­hvørvis­ vikuna.   Við góðari hond Tíðin er komin at seta tey 17 heimsmálini hjá Sameindu Tjóða á skrá, tí sambært GlobaltNyt kostaðu náttúru vanlukkur og ekstrem veðurviðurskifti í fjør trygg­ingarfeløgum ørandi 1,4 billiardir krónur! Hyggur man at 2018 var sjón fyri søgn. Stórir og umfatandi eldar vóru eitt nú í Japan, Sibir, Svøríki og Kalifornia. Fólk doyðu í herviligum hitabylgjum, eisini í Evropa. Herviligur turkur rakti mið- og norður Evropa. Trop­iskar syklonir herjaðu og gjørdu stóran skaða. Í alt verða 2017 og 2018 roknaði sum tey dýrastu árini nakrantíð gjørt upp í peningaligum missi. Veðrið á jørðini broytist nú skjótari enn nakrantíð fyrr. Hetta er størsta avbjóðingin vit hava í dag, og eru granskarar, politikk­arar, felagsskapir, og fleiri onnur farin at stúra fyri fram­tíðini hjá gongustjørnu okkara. Orsøkin til veðurlags­broyt­ ing­ar­nar eru í stóran mun menniskja skaptar. Ovurnýtsla og hørð troytan av náttúruni hava ført við sær, at høvini eru blivin heitari, pólísurin smeltar og vatnstøðan hækkar. Skjótu broytingarnar í veður­ lagnum elva til, at bæði djóra- og plantusløg ikki megna at tillaga seg, og tískil eru hóttar. Aðrar broytingar, sum okkara ovurnýtsla elvir til, er stóra - og vaks­andi - nøgdin av plasti í høvunum og í náttúruni. Plast, sum vit annars kenna sum eitt bíligt, lætt og praktiskt pro­dukt, verður í dag framleitt í ovur­ stórum nøgdum. Í 1950 vóru tvær milliónir tons av plasti framleiddar í heiminum. Síðani er ein ørandi 200-falding farin fram av hesi framleiðslu til 381 milliónir tons í 2015. Mett verður, at 19,5% av samlaða plast burturkastinum (tað vil siga plast, sum ikki verður brúkt) verður endurnýtt og at 25,5% verður brent. Hini 55%’ini verða tveitt burtur. Við tíðini verður hetta plast niður­ brotið til mikroplast og seinni upp­tikið av fiski, fugli og øðrum djórum - og seinni av okkum menniskjum. Tað er alneyðugt, at vit, sum hava skapt hendan trupulleika, endur­hugsa okkara máta at liva uppá. Vit skulu hugsa burðar­dygt. Vit mugu granska, hvørjar møguleikar vit hava at brúka náttúruna uttan at ovur troyta hava. Samstundis skulu vit minka um spill og alla tíð hava eyguni eftir nýggj­um møguleikan. Vit eiga at endur­ skoða, hvørjir menn­ingar­møgu­ leikar vit hava, og læra okkum at nýta teir, ið vit ikki framman­ undan brúka. Vit noyðast ikki at siga farvæl til plast, men vit noyðast at taka stór fet, so at alsamt meiri plast verður endurnýtt heldur enn at tað endar, har tað ikki eigur.   Hjartaliga vælkomin í Spania­stovu mikukvøldið tann 6. februar. kl. 19:00. Ein grøn framtíð uttan dálking er møgulig, um vit handla nú!