Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 13 21 ÁRNI GREGERSEN Í 12 ár hevur hann sitið fyri borð­endanum í Føroya Fiski­mannafelag, Jan Høj­ gaard av Toftum. Og nú hava limirnir aftur víst honum álit og við stórum meir­ luta valt hann at halda fram sum fomaður í minsta lagi trý ár afturat. Formansval hevur verið í januar og tá ið atkvøðurnar vóru taldar upp í gjár stóð heilt greitt, at Jan Højgaard verður sitandi í formanssessinum. Hann fekk tilsamans 297 atkvøður á vali­ num. -Sjálvandi eri eg takksamur fyri, at okkara limir í so stóran mun vísa mær álit og velja meg til eina setu afturat, sigur tofta­ maðurin. Hann hevur verið í rokanum øll hesi 12 árini, hann hevur verið formaður. Seinastu bar­ dag­ar­nir hava verið um fiski­ vinnunýskipanina, men tað hevur eisini javnan verið eitt stríð um sáttmálarnar við Reiðara­felagið. -Hesi árini hava verið intens og strævin, men sjálvandi trívist eg við arbeiðnum eg havi. Eg brenni fyri, at fiskimenn og sjó­ fólk fáa sámulig kor, so hóast ágang­urin hevur verið nógvur, so trívist eg við tí, sigur Jan Høj­ gaard. Stór mál Nýggja formanssetan hjá Jan Højgaard byrjar í dag. Ongin vandi er fyri, at hann ikki fer at hava nóg mikið at gera, hóast hann longu hevur sitið í 12 ár. -Vit skulu í holtur við sátt­ mála­samráðingar, bæði fyri fiski­menn umborð á fiskiskipum og sáttmála fyri sjófólk við farmaskipum. Vit vita eisini, at hetta er nakað, sum tekur tíð, sigur hann. Formaðurin í Fiski­manna­ felag­num er eisini við í so at siga øllum nevndum, sum ar­ beiða við fiskivinnu. Longu í gjár skuldi hann á fund í einum arbeiðsbólki, sum arbeiðir við at gera eina umsitingarætlan fyri tilfeingið hjá føroyingum. -Hetta tekur eisini nógva tíð, men sjálvandi eiga vit at tryggja okkum, so vit umsita fiskastovnarnar forsvarliga, sigur Jan Højgaard. Ein annar spurningur, sum fyllir nógv og sum helst eisini verður ein spurningur í sáttmálasamráðingunumer, er um manningarnar skulu gjalda ein part av tí, sum tað kostar at keypa fiskirættindi á uppboðssølu. Fiskimannafelagið hevur longu lagt hetta málið fyri Fasta Gerðarættin. Fiskimannafelagið heldur fast um, at manningarnar als ikki eiga at gjalda part av uppboðssølugjaldinum, tí manningarnar heldur ikki hava ávirkan á, hvat keypt verður og fyri hvussu nógv. Sterkt felag Føroya Fiskimannafelag hevur søguliga verið eitt sterkt ar­ beiðs­takarafelag. Ellindur Paturson var for­ maður í 15 ár – til Óli Jacobsen tók yvir og var formaður í 30 ár. Jan Højgaard hevur sum nevnt sitið í formanssessinum í 12 ár og er valdur fyri trý ár afturat. Einir 1000 mans eru limir í felagnum í dag, men tað er onki dulsmál, at talið av fiskimonnum er minkað nógv seinastu mongu árini. Føroyska fiskivinnan og serliga tann parturin, sum livir av fiskastovnunum á landleiðini, hevur havt tað torført, tí so lítið av botnfiski hevur verið at fáa undir Føroyum. Tað hevur havt við sær, at royndirnar hava verið munandi minni, men júst nú er ein broyting í støðuni. Skipini undir Føroyum fáa rættuliga nógvan fisk og tað hevur við sær, at meira er eftir til skip og manning. -Sjálvandi hevur tað týdning, nú vit fara at samráðast um nýggjan sáttmála, tí hesi seinastu árini hevur tað ofta verið soleiðis, at reiðararnir hava sagt, at tað er betri at skipini liggja við bryggju enn at tey loysa, tí so illa hevur tað loyst seg at fiska seinastu árini, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum. -So tað ivar í veurleiknum onki vápn um vit tá hóttu við at leggja skipini, gingu reiðararnir ikki við til at betra sáttmálarnar, leggur Jan Højgaard afturat. Intenst og spennandi avbjóðing at vera formaður í Fiskimannafelagnum Jan Højgaard, er afturvaldur sum formaður í Fiskimannafelagnum, komandi trý árini Jan Højgaard fekk aftur hesaferð ein stóra álitisváttan frá limunum