Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 13 22 Dygdargóð karrieru­veg­ leiðing og førleikamenning Føroyar – einasta norðurland, sum ikki leggur dent á at veita borgarum sínum dygdargóða karrieruvegleiðing og førleikamenning Ester Poulsen, forkvinna Vegna Vegleiðarafelag Føroya Fyrr í mánaðinum átalaði nevndin í Vegleiðarafelag Føroya (VF) av­ gerð­ina hjá setanarnevndini á Studna, um at seta ófaklærdan út­búgv­ing­ar­vegleiðara í einasta full­tíðar­setta vegleiðarastarvið, sum ikki er tengt at nøkrum út­ búgv­ingarstovni í Føroyum. Eftir hetta hava tveir umsøkjarar kært avgerðina hjá setanarnevndini. Nú er tað komið fram, at nýggi útbúgvingarvegleiðarin á Studna byrjar í starvinum fríggja­dagin 1. februar. Nevndin í VF met­ir, at tað er at vísa teimum, sum kæra, sera lítla virðing, at Menta­mála­ ráðið (MMR) letur útbúgv­ingar­ veg­leið­aran byrja í starvinum, áðr­enn MMR er liðugt at viðgera kær­urnar. Hetta sendir eitt signal út, um at avgerðin longu er fallin, tí tað gerst ikki lættari at broyta setan­ina, tá umsøkjarin longu er byrj­aður í starvinum. Tað, at MMR letur nýggja út­búgvingarvegleiðaran fara til arbeiðis, er ikki bara at vísa teim­um, sum kæra, lítla virðing. Við hesari gerð sendir MMR eis­ ini eitt signal út til føroyska borg­aran og londini rundan um okkum, um at í Føroyum virða vit ikki týdningin av dygd­ar­góð­ ari karrieruvegleiðing og før­leika­ menn­ing. Nevndin í VF metir, at av­gerð­ in, um at lata nýggja útbúgv­ing­ ar­vegleiðaran fara til arbeiðis, er skitið spæl. Vit meta ikki, at hetta er sømiligt, og heita vit tí staðiliga á Mentamálaráðið, um ikki at lata nýggja vegleiðaran byrja í starvinum, áðrenn avgerð er follin í málinum. Hví hevur tað týdning, at út­búgv­ingarvegleiðarin á Studna er faklærdur? Hyggja vit eftir hinum norður­ londunum, síggja vit, at Føroyar er einasta landið, sum ikki hevur ein vegleiðarastovn, har borgarin kann søkja sær karrieruvegleiðing og hjálp til førleikamenning. Við fólkatalinum í huga, kunnu vit sammeta okkum við Grøn­land. Grønland fór undir at menna karrieruvegleiðing til borg­arar sínar fyri 18 árum síðani. Í dag eru 17 vegleiðarastovnar í Grønlandi, sum hava til upp­gávu at veita borgarunum dygd­ar­góða karrieruvegleiðing og hjálp til førleikamenning. Aft­ur­at hesum bjóðar ’Center for National Vejledning’, sum veg­leið­ara­stovn­ ar­nir liggja undir, útbúgving í veg­ leiðing á hvørjum árið. Ein skuldi trúð, at vit í Føroyum fóru at ganga somu leið, sum Grøn­land, tá Altjóða Skrivstovan (ASK) varð sett á stovn fyri 18 árum síðani. Tíðanverri kunnu vit staðfesta, at so varð ikki, tí í Føroyum hava vit ongan vegleið­ ara­stovn og ei heldur útbúgving inn­an vegleiðing. Í løtuni fara vit aftur á hæli, tí at tó so at vit hava útbúnar vegleiðarar í landinum, so er einasta vegleiðarastarvið sett av einum ófaklærdum vegleiðara. Fólkateljingin frá 2011 vísti, at ein fjórðingur av teimum, sum eru millum 25-65 ára gomul, bara hava fólkaskúla umframt møgulig stutt skeið. Hetta eru 13.602 fólk. Harafturat vísti fólkateljingin, at 3.501 fólk einans høvdu gymnas­i­ alt miðnám at vísa á, og at 10.608 fólk hava yrkisrættað miðnám. Hetta merkir, at umleið tveir trið­ ingar av arbeiðarafjøldini møgu­ liga ynskir at førleikamenna seg, tí at útbúgving ger, at tú stend­ ur sterkari og tryggari, tá fíggj­ arkreppur eru, og tí at inn­tøk­an gerst hægri, og harvið er lættari at forsyrgja familjuni. Hesi fólkini hava krav uppá dygdargóða og álítandi vegleiðing. Tað kann tí ikki góðtakast, at ein­asti full­tíð­ ar­setti vegleiðarin í land­inum er ófak­lærdur. Setti umsøkjarin á Studna hev­ ur eina sera góða fyrisitingar­liga útbúgving. Tað kann tí tykj­ast óhóskandi at siga, at nýggi út­ búgv­ingarvegleiðarin er ófaklærd­ ur. Orsøkin til, at nevndin í VF metir, at hann er ófaklærdur er, at eitt starv, sum vegleiðari, á ongan hátt er fyrisitingarligt. Veg­leið­ara­starvið er í stuttum eitt hjálpara­starv, og kunnu vit tí siga, at upp­gáv­urnar innan vegleiðing og fyri­siting eru ósambærligar og kunnu ikki røkjast av sama persóni á sama stovni. Við hesum í huga metir nevndin í VF, at nýggi útbúgv­ing­arvegleiðarin á Studna er ófak­lærdur, tá tað kemur til júst hetta starvið. Í minsta lagi fýra umsøkjarar við vegleiðaraútbúgving vóru til starvið, sum útbúgvingarveglari á Studna. Tó valdi setanarbólkurin á Studna at seta ein umsøkjara við fyrisitingarligari útbúgving í starvið. Nevndin í VF setir tí spurnartekin við framtíðar ætlan­ un­um við starvinum. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2019 staðfestir týðiliga, at enda­ málið við nýggja starvinum á Studna ”er at savna á einum stað yvir­skipaðu kunningina og veg­ leið­ingina um útbúgvingar- og stuðuls­møguleikar í Føroyum og uttan­lands." Tað er m.a. til at røkja hetta starvið, at árliga játtanin til Studna hækkar við 800 túsund krón­um. Studni er ein fyrisitingarligur stovnur. Men, við orðingini í fíggj­ ar­lógaruppskotininum, kunnu vit enn einaferð staðfesta, at starvið, sum útbúgvingarvegleiðari á Studna, á ongan hátt er fyri­sit­ ing­arligt. Starvið er stutt sagt eitt vegleiðarastarv, og eigur veg­leið­araútbúgving og royndir tí at vera eitt ófrávíkiligt krav til um­søkjararnar. Starvið, sum útbúgv­ingarvegleiðari á Studna, er einasta starvið í Føroyum, við enda­málsorðingini, sum er nevnd í fíggjarlógaruppskotinum. Tað er tí sera týdningamikið, at útbúgvingarvegleiðarin er sera væl ílatin til uppgávurnar, sum hoyra til starvið. Nevndin í VF metir, at Menta­ mála­ráiðið eigur at vísa føroyska borg­aranum virðing, við at tryggja, at einsta fulltíðarsetta veg­leiðarastarvið í landinum er sett av einum vegleiðara, sum hev­ur førleikarnar til veita eina dygd­argóða og álítandi vegleiðing. Hetta krevur, at vegleiðarin hevur veg­leiðaraútbúgving, royndir og holla vitan innan yrkið. Samtykkja sær sjálvum heimild at ganga uttanum lógina Jonhard Danielsen Býráðslimur í Runavíkar kommunu Runavíkar kommuna ætlar at sam­tykkja sær sjálvum heimild at geva byggiloyvi í stríð við byggi­samtykina. Tað ger tað tað ikki minni stuttligt, at borg­ar­ stjórin eigur neyst í sama øki. Nú var eg nokk nakað skjótur at lata val at, viðvíkjandi tí at gera “ravagu” í kommununi. Nakað er hent, men tað sær tí­ verri út til, at tað er líka lítið skil í sum áðrenn. Nú er ætlanin, ja haldi tykkum fast, at samtykkja at: Neyst, sum standa í øðrum økjum, enn neystaøkjum, kunnu, um bý­ ráðið loyvir tí, verða viðgjørd eftir ásetingunum fyri neyst. Ætlanin er, at býráðið skal geva sær sjálvum heimild at bróta byggisamtyktina, bara meiri­luti er í býráðnum. Hetta er sjálvandi burturvið. Neyst kunnu annars umbyggjast til frí­tíðarhús og partvísan bústað, sum sjálvandi er moderna fyri tíð­ina. Tað næsta verður, at býráðið fær umsókn frá hagastýrinum um at innrætta gomul hoyggj­ hús til summarhús við tí grund­ gev­ing, at Nóa upprunaliga bygdi tað sum neyst. Økið, talan er um, er fjørðan frá Bakkafrost norður á Langa­ nes. Tað ger tað ikki minni áhuga­vert, at borgarstjórin eisini eigur eitt neyst í hesum land­ bún­að­arøki, har fjørðan er friða av seinasta býráði. Tað rætta at gera, er sjálvandi at broyta økið til neystaøki og síðan kann byggiloyvi gev­ast. Men tá skal neystið hjá borg­ar­ stjóranum vigast saman við tí, at kona býráðslimin Terja Vest­er­ gaard eigur stóran part av hes­ um landbúnaðarøki. P.S. Upprunin til, at eg varð sett­ur uttanfyri av hinum bý­ ráðs­limunum var, at eg vildi ikki góðtaka eitt byggiloyvi til eitt neyst í økinum, tí at tað, eftir mínari meining, var í stríð við byggisamtyktina. Og eg vísti eisini á, at eitt byggiloyvi, sum var givið stutt frammanundan, held­ur ikki var lógligt. Tá hvørki umsiting ella nakar ann­ ar kundi siga mær, at eg hevði skeivt, kravdi eg at áður givna byggiloyvi varð annulera. Ætl­ aða broytingin er sjálvandi ein staðfesting av, at eg hevði rætt. Tað einasta eg kravdi var, at vit fylgja byggisamtyktini. Og er ynski um at broyta byggi­sam­ tyktina, so samtykkja vit broyt­ ing­ina fyrst og geva byggiloyvir aft­aná. Hví skal línuflotin gjalda fyri vunnin rættindi á Flemickap? Í morgin er aftur lottarí við okkara høðusvinnu Edva Jacobsen Tað gevur als onga meining at skipini skulu keypa tað øktu kvotuna fyri 2019. Latið skipini hava hettar at styrkja seg fíggj­ar­ liga við. Flotin hevur havt nógv soltin ár. Vunnin rættindi hjá línuflotanum yvir nógv ár. Tað er ikki meira enn rímuligt at línuskip, sum í nógv Harrans ár vóru á Flemickap og vunnu før­ oy­ingum rættindi, fáa kvotuna har yvuri, eisini tá kvotan hækk­ ar sum nú. Tað gongur altíð upp og niður innan fiskivinnu, eisin hvat kvotum viðvíkur. Ongin skuldi gjalda fyrr enn fiska var bleiv sagt av Samgonguni Tað bleiv sagt tá Samgongan tos­ aði um uppboðssølu, at eingin skuldi gjalda fyrr enn aftaná at fiska var. Nú sigur sama Sam­ gong­an at bankatrygd skal still­ ast fyri at kunna bjóða. Bert boð, sum hava bankatrygd fyri rind­ an, verða góðtikin Fær Samgongan ongantíð nokk av inntøkum frá høðusvinnuni? Fiskivinnan veit ongantíð hvat bíðar fyri framman. Tað er sera trupult at planleggja nakað sum helst fram í tíðina. Nógvir spurn­ingar hópa seg upp, t.d, Far man meira kvotu?, hvat kost­ar kvotan?, hvussu verður fram­yvir? Skapi møguleikar heldur enn forðingar Gevið heldur okkara høðusvinnu enn betri karmar av virka undir og ikki alla tíðina seta forðingar fyri teirri vinnu, sum í øldir hev­ ur átt lívið í føroyingum og skapt grund­arlg fyri, at tað hevur verið møgu­ligt at búleikast á hesum klett­um. KJAK Tó valdi setanar­ bólkurin á Studna at seta ein umsøkjara við fyrisitingarligari útbúgving í starvið