hósdagur 31. januar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 13
23
Nú skal varpast ljós á
miðstøð fyri diabetes
Kaj Leo Holm
Johannesen
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Í morgin verður atkvøtt
í
Løgtinginum
um
ein
skrivligan
fyrispurning
(§ 53) frá mær til Sirið
Stenberg, landsstýriskvinna
í heilsumálum, viðvíkjandi
“Tilboðið
frá
Novo
Nordisk
grunninum
um
diabetessamstarv
og
at
byggja miðstøð fyri diabetes
í Føroyum.” Fyrispuringurin
og eftirflygjandi politiska
viðgerðin í Tinginum skal
varpa ljós á innihaldið í hesum
málinum
Tað er nógv løgið, sum
er farið fram í málinum um
eina umsókn og tilboð frá
Novo Nordisk grunninum til
føroyskar heilsumyndugleikar,
um at stovna eina miðstøð fyri
diabetesviðgerð í Føroyum.
Málið er so mikið álvarsligt,
at roynt verður nú at fáa
Tingið upp í leikin at finna
út av, hvat veruliga er hent
í hesum málinum og hví
landsstýriskvinnan hevur
avvíst umsóknina.
Sakligu
og
fakligu
grundgevingarnar halda ikki
fyri at avvísa umsóknina og
politisku grundgevingarnar
minna mest um tjóðskaparligar
grundgevingar.
Vónandi atkvøður Tingið
fyri, at landsstýriskvinnan í
heilsumálum skal svara mínum
fyrispurningi, og at svarið
eftirfylgjandi verður viðgjørt
av okkara løgtingsfólkum.
John Kølbæk tók virðiliga avgerð
Svenning av Lofti
Tá ið eg í Dimmalætting fríggja
dagin 25. januar las orsøkina, at
fútin John Kølbæk hevði sagt
seg úr fútastarvinum í Føroyum,
kendist avgerð hansara sera per
sónlig. Fútin málbar seg so, sam
bært Dimmalætting:
”Tá ið pápi mín doyði í 1997,
starvaðist eg sum varafúti í Grøn
landi og náddi tí ikki at koma
heim at siga honum farvæl. Hetta
hevur nívt meg síðani. Tí havi eg
lovað mær sjálvum, at hetta skal
ikki endurtaka seg, nú ivasamt er,
hvussu leingi mamma mín verður
okkara millum aftrat – og vit enn
hava møguleikar at samskifta
saman.”
Haldi meg ongantíð áður
hava sæð slíka persónliga grund
geving fyri at siga seg úr starvi.
Men grundgevingin er fyri
myndarlig, sera lívsjáttandi og
vísir kærleika og umsorgan fyri
gomlu mammuni. Einki er at iv
ast í, at onnur kunnu læra av hesi
grundgeving.
*
Eg minnist fyri mongum árum
síðani, at ein norskur kvinnuligur
ráðharri í einari av stjórnunum
hjá Gro Harlem Brundtland,
forsætisráðharra, segði seg úr
ráðharrastarvinum, eftir bert at
hava sitið nakrar mánaðir sum
ráðharri. Tíðindafólk vóru spent
at fáa at vita orsøkina, at hon
brádliga fór úr starvi.
Svar hennara var hjartanem
andi:
”Eftir stuttari tíð í ráðharra
starvi mínum gjørdist mær greitt,
at starvið fór við so nógvari tíð, at
eg kundi ikki bæði vera ráðharri
og mamma at smábørnum sam
stundis. Eg mátti velja. Tí valdi eg
at siga ráðharrastarvið frá mær,
fara heim og brúka alla mína tíð at
vera saman við børnum mínum.”
Eg havi hvørki áðrenn ella
eftir hoyrt slíka grundgeving frá
ráðharra, sum er farin frá.
Lærurík og fyrimyndarlig
avgerð.
GLS-LEIÐSLURÁÐSTEVNAN 2019
- væl nøgdir luttakarar
Kristiliga
Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
Vikuskiftið, 18-19 januar, var 11-
ta GLS-Leiðsluráðstevnan hildin
í Norðurlandahúsinum. Umleið
350 luttakarar, kvinnur og menn,
frá øllum landinum møttu upp
kl.08:00 báðar dagarnar og sótu til
kl.16:00, meðan teir tóku inn av tí,
sum 12 útvaldir fyrilestrarhaldarar
høvdu at bera fram. Millum hesar
vóru tær boðar føroysku kvinn
urnar Tóra við Keldu og Hilda
Viderø.
Stevnan byrjaði við, at nevnd
arformaðurin Stig Elttør beyð
vælkomin og segði nøkur innleið
andi orð. Formaðurin viðmerkti,
at tað verða 12 fyrilestrar í alt, og
at luttøka verður við tveimum
føroyskum fyrilestrarhaldarum,
og hann legði afturat, at hetta
eru met í føroyskum GLS-høpi.
Formaðurin segði eisini, at aftur
meldingar hava givið úttrykk fyri,
at man ynskir luttøku við fleiri
føroyskum fyrilestrum, og tí hev
ur man sett tveir á skránna í ár.
Luttakararnir fingu eitt ar
beiðshefti, har allir fyriestrar
haldarnir eru skrásettir við navni
og mynd, og ein stutt lýsing av
viðkomandi. Eisini er eitt yvirlit
yvir evni, sum viðkomandi skal
røða yvir, og har er gott pláss til
persónligar viðmerkingar, sum
stevnuluttakararnir vórðu eggjað
ir til at gera millum fyrilestrarnar.
TÓRA við KELDU
Kl.15:00 fríggjadagin steig ein væl
fyrireikað Tóra við Keldu fram á
pallin, og hon legði ikki fingrarnar
ímillum viðvíkjandi sínum egna
breki. Tíðliga í fyrilestrinum tók
hon nakað soleiðis til, “at tungt
merkir ikki, at tað ikki er mein
ingsfult!”
Tóra talaði søk teirra, sum bera
brek, og var nógv inni á hvussu vit
møta slíkum. Gjøgnumgangandi
tónin var, at vit skula vera náttúr
lig. Hon tók m.a. soleiðis til: “Síggj
meg sum eitt heilt menniskja fram
um tað, sum tú møguliga annars
leggur merki til!”
HILDA VIDERØ
Leygardagurin byrjaði við Hildu
Viderø, sum Jens Christian Olsen
av Toftum hevði samrøðu við.
Fleiri ferðir ígjøgnum samrøðuna
undirstrikaðu áhoyrararnir við
eini klappsalvu tað, sum Hilda
legði fyri dagin.
Hilda segði, at hon longu sum
smágenta í KFUM-K í Klaksvík
var sannførd um, at hon skuldi til
Afrika sum missionerur. Hetta tí,
at teir nógvu útlendsku prædiku
mennirnir, sum vitjaðu í KFUM-K,
talaðu so livandi um missiónsar
beiði m.a. í Afrika. Hilda greiddi
m.a. frá felagsskapinum MIRJAM,
sum hon saman við øðrum hevur
stovnað til tess at hjálpa fátækum
kvinnum í Afrika at gerast sjálv
virknar, so tær kunnu uppihalda
familjuni. Hilda segði m.a. so:
“Hjálp eini kvinnu og tú hjálpir
eini heilari bygd!”
ÓTTI
Tað var Amerikanski forsetin
Franklin D. Roosevelt, sum undir
Amerikanska valstríðnum í fá
tæku tríatiárunum, har flestu
Amerikanarar vóru fyltir við
ótta, valdi sær sum slagorð: “Fear
nothing, but the fear itself.” Á før
oyskum: “Óttast einki uttan óttan
sjálvan.” Tað kann væl sigast um
GLS-Leiðsluráðstevnuna í ár, at
ein av reyðu tráðunum var ótti, tí
flestu talararnir komu inn á tað
oyðileggjandi ávirkan, sum ótti
kann hava bæði á ein sjálvan og
tey, sum ein skal leiða.
Afturvendandi boðskapurin til
samkomuleiðarar og vinnulívs
leiðarar var:
Ver opin, erligur og ektaður!
Vís óttaleyst dirvi!
Vís virðing fyri hinum
kyninum!
Ver ein, sum verður elskaður
og respekteraður!
Ver rættvísur! Ver blíður! Vís
umsorgan!
Vís teimum, sum tú leiðir, at
tey hava virði!
Vís fólki við fremmandari
mentan virðing!
Ver ein hugkveikjari hjá
teimum tú leiðir!
Síggj Jesus sum eina
leiðarafyrimynd!
GLS 2020
Kl.16:00 fríggjadagin endaði GLS-
leiðsluráðstevnan á hesum sinni,
og longu tá høvdu fólk høvið at
melda seg til GLS 2020. Kristiliga
Tíðindasendingin hevði nevnd
arformannin Stig Elttør í telefon
ini týsdagin 22. januar, og hann
segði, at longu nú eru yvir 200
tilmeldingar. Hetta er tað mesta
nakrantíð, so fáar dagar eftir eina
stevnu.
Stevnuleiðarar vóru Margareth
Dalheim Djurhuus og Heri Kjærbo.
Tey vóru eisini stevnuleiðarar á
GLS 2018, og tey gjørdu sítt arbeiði
eins væl í ár sum í fjør, og leiddu
stevnuluttakararnar sera væl
ígjøgnum allar fyrilestrarnar,
og vóru góð til at hugkveikja
til eftirhugsan eftir hvønn
fyrilesturin.
KJAK
Tað kann væl sigast
um GLS-Leiðsluráð
stevnuna í ár, at ein
av reyðu tráðunum
var ótti, tí flestu
talararnir komu inn á tað oyði
leggjandi ávirkan, sum ótti kann
hava bæði á ein sjálvan og tey, sum
ein skal leiða
Men grundgevingin
er fyrimyndarlig,
sera lívsjáttandi
og vísir kærleika
og umsorgan fyri
gomlu mammuni. Einki er at iv
ast í, at onnur kunnu læra av hesi
grundgeving