Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. januar 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 13 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen U n g m a n n a f e l a g i ð Merkið var ein týð­ andi partur av ung­ manna­felagsrøsluni fyrra part­in av farnu øld. Tað er eydn­ast okkum at skriva ein stór­an part av søguni hjá felagn­um. Tað hevði eitt hond­ skrivað blað, kallað Neistin, sum var upplisið á fundunum. Tað eydnaðist í sambandi við um­røddu greinarøðin at finna fram til hetta virðismikla tilfar á Lands­bókasavninum. Her skulu takast fram nakrar frásagnir, sum snúgva seg um fólkafundir. Í samband við, at tað í ár er 100 ár síðani, at Merkið sá dagsins ljós, skal fyrst endurgevast ein grein sum Petur Háberg skrivaði í Neistanum 25. februar 1942. Mannagongdin var tann, at ein limur limur átók sær at vera blaðstjóri á einum blaði í senn og at fáa tilfar til vega. Ofta skrivaði blaðstjórin sjálvur tilfarið til blaðið. Hetta var sama mannagongd sum við blaðnum hjá Havnar Ung­mannafelag, Baldursbrá, sum hevði sína tíð fyrst í øldini. Í hesum blaðnum hevði Petur umframt umrøddu grein eisini eina stuttsøgu, sum kallaðist Svik­in Tjóvur, ein mynd frá um 1770, um­framt ein skemtisøgu. Petur var kendur tjóðskap­ar­ maður. Sum hann greiðir byrjaði hetta tíðliga: Merkið Tað fyrsta, eg minnist Merkið, ella fyrstu ferð, eg hugsaði um, at hatta hvíta flaggið við reyðum blá­um krossi var okkara- mítt - flagg, var á einum fólkafundi í Reynsmúlalágg. Tað er so ógvuliga lítið, eg minn­ist frá tí fundinum við tað, at eg var so lítil tá, men tað er tó sumt, eg skilliga minnist, annað ør­minnist eg. Alt hitt hevur tíðin fjalt í gloymskunnar mjørka. Um­ framt merkini, minnist eg, at tað var ein røðarapallur, lagað­ur av gróti, og har stóð ein norð­maður og talaði. Tað einasta eg minnist av tí, hann segði, var søgan um tann gamla norðmannin, sum segði: “Kaller I det et bjerg? Det kall­er vi hjemme i Norge for et hull!” Heilt avmarkað frá øllum, ið har uppi fyrifórst og var talað, stendur fyri mær myndin av hinum gamla, treysta frælsis­ kapp­anum Kristini í Geit, sitandi á eini túgvu úti í teirri føroysku náttúruni, sum honum var so kær, meðan hann festi á pappírið tey orð, ið har vóru søgd. Annars minnist eg, at Páll Patursson gekk og gav fólki nakað, ið nevndist “fundarskrá”. Eitt orð sum gav ein­um sjey ára gomlum pilti nakað at grunda yvir. Tá eg bleiv størri skilti eg so við og við, at ikki øll vóru samd um merki okkara, at tað eisini hevði fíggindar og eg dugdi ikki at skilja, hví stríð skuldi standast av, at eisini vit vildu hava flagg sum onnur fólk. Aftaná havi eg verið glaður yvir, at eg ikki dugdi á at skyna, tá merki okkara á fyrsta sinni kom fram. Ikki tí, tað er stórt at hava verið teirra millum, sum fyrstir høvdu tað á stong, men so bleiv merkið aldri mær nakað nýtt, ið kundi takast við ella vrakast. Tá eg sá tað í Reynsmúlalágg hin summarsdagin, tá var tað fyri mær Føroya flagg, har var eingin ivi, har var eingin orsøk til døpurhuga. Hetta var mítt flagg – einki men! Vitjan í Reynsmúlalág Síðan tann dagin, tá eg mesta vegin varð borin heim í Reynsmúlalág, hevur hetta pláss havt ein merki­ligan ævintýrdám yvir sær, hvar andarúm við tí farranum fram­vegis livdi, hvar Kristin enn sat við sínum tiltikna penni. Tað var tí við kensluni av at hava upplivað nakað vakurt, sum var vaksið í styrki og dragandi gjøgn­um árini, at eg ein dagin fór at sóknast eftir Reynsmúlalág. Tá var ikki sól yvir landið, tá var ikki fuglaljóð í haga, og tá vóru eingi fólk sum í veitsluhýri leit­ aðu eftir Kirkjubøarvørðunum til fundar. Tung hekk skaddan um tindarnar og ættin var land­ nyrð­ingur. Men eg fann Reynsmúlalág, og tað løtuni upplivdi eg aftur hin fund­in, sum fram um aðrar hevur ein serligan dám yvir sær í huga mín­um. Aftur bleiktraðu merkini í summ­arlotinum, aftur stóð norð­ mað­urin á palli, meðan Kristin skriv­aði. Og Páll bóndi gekk mill­ um tey brosandi menniskjuni, sum sótu so tætt sum í tunnuni í brekk­uni og lýddu á tey eggjandi orðini, sum ljóðaðu hendan dagin. Og aftur var har ein lítil piltur, sum sat og hugdi eftir hesum vakra merkinum, sum var, er, og altíð skal vera Føroya ódálkaða frælsis­merki. Um fundin Vit hava havt fleiri frásagnir frá Ungmannafelagnum Merkið. Her hava vit tvær frásagnir frá fólkafundum FØROYINGAR KRÍGSFANGAR Á TOFTUM SIÐSØGA Yvirskriftin hjá Petur Háberg í Neistanum. Tekning av talara á fólkafundi í greinini hjá Petur Háberg. Kristin í Geil var ein fyrimynd og skyldmaður hjá Petur Háberg.